týsdagur 19. mai 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Ein partur av forsorgar-
lógini skal broytast, um
arbeiðsloysið millum
ungfólk í Føroyum ikki
skal fáa tí óhepnu lagnu,
at bert peningur verður
latin teimum, sum vegna
arbeiðsloysi ella væntandi
lærupláss, ongar framtíð
arætlanir kunnu gera sær
Varandi arbeiðsloysi
Útlitini eru ikki tey
bestu, og fryktandi er fyri,
at arbeiðsloysið ikki bert
verður ein gestur, sum
hvørvur eftir stuttari tíð.
Herfyri vóru Jóannes Eid-
esgaard, landsstýrismaður,
almannastjóra og fulltrúa,
í Keypmannahavn á fundi
við embætisfólk í Sostal-
málaráðnum, har tosað
varð um broytingar í tor-
sorgarlógini. Hetta var ein
fyrireikingarfundur ul år-
liga fundin í nevndini fyri
almannamál, sum verður í
Føroyum í august í ár
Ørindini hjá føroying-
unum voru at tosa um
broytingar í heimildunum
í forsorgarlógini
Sum nú er, kann al-
mannastovan ikki krevja,
at fólk sum fáa veitingar
efur heimild í forsorgar-
lógini, skulu gera nakað
itøkiligt arbeiði fyri hesar
veitingar
Ikki ganga fyri einki
Jóannes Eidesgaard
sigur við Sosialin, at tað
hevði verið best fyri allar
partar, um tað var
møguligt at krevja t.d. at
ungfólk skulu gera
eitthvørt arbeiði, fyri
arbeiðsloysisstuðul.
- Ætlanin er at skapa ar-
beiðsskapandi ultók, men
hesi mugu ikki åvirka ar-
beiðsmarknaðin, har fak-
ligar og lønarligar um-
støður gera seg galdandi.
- Vit kundu hugsa okkum
at skipa fyri tiltøkum,
sum vegna sparingar á ar-
beiðsplássunum, liggja á
láni. Nógva staðni er tørv-
ur á arbeiðsuppgávum,
sum stundir ikki eru ul í
gerandisdegnum.
Arbeiðstilboð at fara
við Norðlýsinum vakt
bert áhugan hjá átta
ungfólkum, og ultakið
varð av ongum. Hinvegin,
so hevur tilboðið frá
Skégarrøkt Landsins
fingið góða undirtøku. 20
fólk í aldursbólkinum 18 -
24 ár, fara í næstu viku
og triggjar mánaðar fram,
at arbeiða í vidarlundum
kring landið. Ahugin er
serstakliga stórur, og
Skógarrókun hevur fingið
eykajåttan at taka '5
ungfólk í arbeiði í Havn,
sum fara úr skúlanum í
summar.
Hvørji tilboð fara tit i
næstum at bjóða arbeiðs-
leysum?
Vit mugu helst skipa
fleiri og fjøllbroyttari til-
boð, sum ungfólk hava
tíðindablaðið
Nr. 93 — 19. maí 1992
Spurningurin um ungdómsarbeiðsloysi snýr seg ikki bert um at fáa stuðul at liva fyri, men eisini, at ungfólk hava
SRS
nakað at fara upp til, gera eitthvørt arbeiði, sum gevur teimum royndir og møguliga innlit í hvat tey framyvir
skulu fáast við
Ungdóms arheiðsloysi
- ikki bert ein Spurningur UM pening
Í løtuni verður arbeitt við at skapa ítókilig
arbeiðstilboð til arbeiðsleys, sum møguliga
kunnu verða fyrsta stigið í royndini at skapa
teimum ungu framtíðarvónir og vinnumógu-
leikar
møguleika at fara ul verka
við onkrum, sum tey hava
áhuga fyri.
Arbeiðsroyndir
Ætlanin er at útgreina
arbeiðið í ávísum projekt-
um, og at fáa samstarv í
lag við ymsar stovnar,
sum hava brúk fyri ar-
beiðsorku, men sum veg-
na sparingar ikki hava
møguleika til tess.
Serliga verður hugsað
um aspirantar, sum skulu
hava siglingstíð, áðrenn
farið verður á stýrimans-
og skiparaskúla.
Hugsandi er at privatu
reiðaríini og t.d. Vaktar-
og Bjargingartænastan og
Strandferðslan eru áhugað
fyri at fáa ungfólk um-
borð, sum teir annars ikki
hava ráð at lóna.
Hugsað verður eisini
um náttúru varðveitandi
tiltøk, Ld. at skipa vatn-
leiðingar. Føroyingar inn-
flyta elpi í tonsatali, men
vit kundu eisini velt okk-
ara egnu epli, tí oki eru til
eplaveltur. Umleið 50 al-
mennir stovnar eru í Før-
oyum, og her er eisini
”%
Jóannes Eidesgaard, landsstyrismadur :
Arbeiðsloysisstuðul um forsorgarlógina fáa ungfólk, sum
ikki hava verið í vinnu. Tí er tað best fyri allar partar,
um tað var eitt krav, at ungfólk gjørdu eitthvørt arbeiði
fyri hesa veiting
spart vid lit. Um hver
stovnur tók eini try ung-
fólk í arbeiði eina tíð, so
vóru longu 150 arbeiðs-
pláss tók. Her kundi verið
talan um fjøllbroyttar ar-
beiðsuppgávur, sum kundi
givið tí einastaka arbeiðs-
royndir og kanska hugskot
um framtíðar vinnumøgu-
leikar.
Um slík avtala varð gjørd,
so hevði borið til - við
broytingum í heimildum í
forsorgarlógini, at rinda
ein part av ti, sum skipa-
nin fer at kosta.
Menningartiltøk
Øll arbeidsleys, sum fåa
stuðul eftir forsorgarlógini
Skulu samstundis verða til
reiðar at fara í arbeiði, um
boð er eftir teimum, men
har tað er greitt, at einki
arbeiði verður í bræði,
skulu ungfólk hava møgu-
leikan at fara á styttri
skeið ella háskúla t.d.,
sum tó ikki gevur prógv.
Ungfólk, sum fara undir
útbúgving, fáa útbúgving-
arstuðul, eftir tí skipan
sum nú er galdandi.
Trupulleikin er tann, at
ungfólk, sum ikki hava
verið í arbeiði, ongar
møguleikar hava at fáa
stuðul um arbeiðsloysis-
tryggingina. Tí verður al-
tíð ein partur, sum skal
hava styrk um forsorgar-
lógina.
Danir gjalda 25% av
veitingum í forsorgarlóg-
ini, og tí er neyðugt at
gera broytingar í heimild-
ini í hesi lóg, um vit
skulu fáa skipað arbeiðs-
tiltøk, ístaðin bert at geva
ungfólki peningaligan stu-
dul, sigur Jóannes Eides-
Hvor skal at skipa fyri ar-
beiðstiltókunum, og hvar
skulu fólk venda sær, sum
søknast eftir arbeiði?
- Fyribils verður hugsað
um at skipa tiltøkini undir
almannastovuni, um
neyðugu broytingarnar
kunnu gerast i
heilmildunum.
Arbeidsåvisingin
stýrisamboð
Annars er ætlanin at ar-
beiðsávísingin skal nýtast
sum stýrisamboð. Helst
verður tað neyðugt at
samskipa arbeiðið um al-
mannastovuna, arbeiðs-
loysistryggingina og ar-
beiðsávísingina.
Gongst sum ætlað, ver-
ða partar av arbeiðsskap-
andi tiltøkunum sett í
verk, eftir summarfritid-
ina.
Dagny