Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 19. mai 1992 Minnist einki til Stuttu lánini Magnus Petersen, løgfrødiligi ráðgevin hjá P/F Heygum, helt tað ikki vera sína uppgávu at siga landsstýrinum frá fíggjarstóðuni hjá reið- arínum. Landsstýrið átti at havt betri eftirlit, segði Magnus, sum einki visti at siga um tey bæði lánini, Heygar læntii nakrar dagar Avhoyringin i Føroya Rætti av Magnusi Petersen, sum var løgfrødiligi rådgevin hjå P/F Heygar, er driigv. Hon vardi allan mikudagin, allan hésdagin og heldur fram i dag. Hósdagin varð hann spurdur um keypið og søl- una av Vágakletti. Magnus greiddi frá, at teir ætlaðu at fáa 14-15 mió. krónur fyri skipið. Onkur fyrispurningur var úr Nor- egi uppá 12-13 mió. krónur. Tá teir avgjørdu at byggja Heygadrang í Føroyum í staðin fyri í Noregi, av- gjørdu teir heldur at selja Vágaklett í Føroyum, tí tá var høgur prísur á fiskiskip- um, ti fiskiloyvi fylgdi við. Magnus Petersen gav lands- styrinum åbyrgdina av, at skipið ikki fyrr varð selt í Føroyum, í landsstýrið drál- aði við at svara, tá Heygar søkti um at sleppa at selja í Føroyum. Hann segði, at tå vóru fleiri áhugaðir keyp- arar i Føroyum, sjálvt um skipið ikki varð lýst til sólu her. T.d. vóru tað flakavirki, sum vildu keypa, men Heygar fekk ikki selt, fyrr enn søluloyvi varð fingið úr landstýrinum. Av tí alt tað gekk so trekt at fáa nakað at vita úr lands- stýrinum, vendi Finnbogi Christiansen sær til norsku skipasmiðjuna Volnes, og sáttmáli varð skrivaður 10.juni 1986. Magnus Petersen gav landsstýrinum ábyrgdina av, at tað kortini ikki bleiv til nakað við at byggja á norsku skipasmiðjuni. Tá kom knappliga gongd í í landsstýrinum, sum gav loyvi til at selja Vágaklett í Føroyum. Hann vildi vera vid, at landsstýrið ella fíggjar- nevndin í løgtingsarbeid- inum fingu steðga bygg- ingini í Noregi, men haetta bygdi hann tó bara á leysa- tíðindi. Ætalnin steðgaði við, at skipasmiðjan ikki fekk neyðugu fígginging- ina. So varð avgjørt at byggja á Skála. Hesa tíðina var Finnbogi Christiansen javnan á fundi við Atla Dam, Magnus var við nakr- ar ferðir. Landsstýrið vildi hava teir at byggja svart- kjaftaskip, men tað vildi Finnbogi ikki, ti onnur nýggj svartkjaftaskip vóru longu farin av knóranum. Skiftu banka Í fyrstuni brúkti Finnbogi Christiansen Føroya Banka, men hesin bankin trúði ongantíð uppá svart- kjaftin, og Finnbogi fór so til Fossbankan. Tað var tað sama við Andriasi í Hvannasundi. Teir byrjaðu við Føroya Banka men noyddust til Sjóvinnubank- an, segði Magnus Petersen. Skipasmiðjan syrgdi sjálv fyri at útvega byggi- lán. Her átti landsstýrið at havteftirlitum, um endaliga fíggingina var í lagi, áðrenn landsstýrið veitti trygd fyri byggiláni, helt Magnus Petersen. Ákærin vildi vita, hví Magnus Petersen sum løgfrødiligur ráðgevi hjá P/F Heygum ikki boðaði landsstýrinum frá, at tað vóru trupuleilkar við at fáa fíggingina. Tað var eingin orsøk til á hesysti 1986, tí Finnbogi hevði enn ikki stóðu til, um hann vildi hava skipið. Haraftrat átti landsstýrið sjálvt at funnið útav, hvat tað - gjørdi, segði Magnus Petersen. Læna Í november mánaði 1986 gera skipasmiðjan á Skála og P/F Heygar avtalu um, at Heygar skal læna tvær milliónir krónur frá skipa- smiðjuni. Avtalan varð send tl undirskrivingar gjøgnum advokatskriv- stovuna hjá Magnusi Pet- ersen. Magnus segði í rætti- num, at tað átti at verið Finnbogi og íkki P/F Heygar, sum lænti hesar pengar. Magnus Petersen visti ikki at svara, hví Finnbogi Christiansen skuldi læna hesar pengar. Um tað hevði samband við Vágaklett ella annað. Helst hevði tað nakað við byggilánið hjá skipasmiðjuni at gera, segði Magnus Petersen. Ákærin hevði ilt við at góðtaka, at Magnus Peter- sen sum advokatur og løg- frødiligur rådgevi íkki skuldi vita, hvat endamálið var við láninum, ið bara var fyri nakrar dagar. - Vit fáa so nógv skjøl. Tað eru seks ár síðan, og eg kann ikki minnast alt, segði Magnus Petersen. Hann mintist ikki annað um hetta enn, at Finnbogi hevði sagt, hann skuldi hava hetta lánið frá skipasmiðjuni. Tá Finnbogi varð spurdur um lánið, visti hann heldur ikki, hvatendamálið var við láninum. Hann segði seg hava fingið boðini antin frá Magnusi ella frá Óla Zach- ariassen á skipasmiðjuni. Magnus segði seg ikki hava givið boðini. Akærin kom ikki nærri við sínum spurningumum hetta. Hann spurdi síðan um tær 5 mió. krónurnar, Finn- bogi lænti frá motorverk- smiðjuni MWM. Magnus segði seg ikki hava sæð nakra lániavtalu, men hann visti bara frá Finnboga sjálvum, at hann skuldi hava lánið, ið hevði samband við byggilánið hjá skipasmiðjuni.. Anbnars kendi hann einki tiltað, ti Avhoyringin fer fram á tann hátt, at tað er ákærin , id avhoyrir, men verjarnir kunnu eisini seta spurningar. Teir báðir donsku verjarnir, Manfred Petersen (v.m.), verji hjá Finnboga Christiansen og Thomas Rørdam, verji hjá Magnusi Petersen, eru royndir sakførarar Finnbogi hevði sjálvur samráðst um lánið, segði Magnus Petersen. Akærin spurdi eisini Magnus Petersen, hví. danski Handilsbankin skuldi hava váttan um inn- standandi hjá P/F Heygum í Fossbankanum. Tað visti hann ikki, men helt, at hetta eisini mundi hava samband við byggilánið hjá skipa- smiðjuni. Kravdi íkki Ognaruppgerð Magnus Petersen kom seinni inn á treytirnar hjá landsstýrinum fyri egin- peningini. Tå pauli Ellefsen kom til sum løgmaður, vórðu reglurnar broyttar, so landsstýrið skuldi hava ognaruppgerð frá parta- felagnum, men hetta broytti landsstýrið hjá Atla Dam aftur til bara at krevja våttan um innistandandi pengar. Magnus Petersen hevði fleiri = atfinningar móti landsstýrinum. Hann kom inn á, at allur egin- peningurin til Global-skip- ini var læntur, og at einasta prógv hjá partafelagnum um eginpening var ein av- skrødd A4-sida við einum tali á. Tað Sxtox lands- stýrið. Han nevndi skipini Vínlar og Markland. Tað reiðaríið lænti allar peng- arnar frá skipasmidjuni. Jógvan Sundstein gjørdi roknskapin. Magnus Peter- sen helt tað vera løgið, at ein maður kundi læna so nógv- ar pengar trá eini skipa- smiðju. Jógvan Sundstein hevði tá sagt, at hetta var eitt reelt lán, segði Magnus Petersen. randi