Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 in frá, eru Trygvi Morten- sen og Jóan Petur Lang- gaard settir sum venjarar av 1. og 3. deildarliðunum. Trygvi hevur annars virkað sum eitt slag av hjálpar- venjara hjá bretanum, og Jóan Petur hevur eisini drúgvar royndir — millum annað vandi hann NSÍ saman við Peturi Mohr, ið nú er við KÍ. >Eg haldi í hvussu er, at tað man vera frægasta loysnin sum er, at Trygvi og Jóan Petur taka hond um venjingina, og ynski eg bæði teimum og NSTalt tað besta í restini av kapping- imi,« sigur Bobby Bolton. >Í Runavík havi eg fingið nógvar góðar vinir, sum eg eri glaður fyri at hava lært at kenna, og ynski eg ollum tað besta.< »Uttan tólk sum hesi, datt NSI niðurfyri!< Uttan, at Bobby so fegin vil fara út í smálutir og taka persónar fram um aðrar, sigur hann, at ikki slepst undan at nevna menn sum Trygva Mortensen, Arna Midjord, Hendrik Egholm, Jóan Petur Langgaard og Oddfríð Gaardbo. >Uuan fólk sum hesar, eri eg bangin fyri, at NSÍ vildi dottið niðurfyri, men júst tað, at hesir eru ålitini, heldur vónini um fram- gongd livandi í NSÍ < sigur tann nú fyrrverandi NSÍ- venjarin. >Ég havi nógv at takka hesum monnum fyri. Eisini vileg nevna Hendrik Egholm sum ein sera evna- ríkan spælara, id eg ikki iv- ist i fer at koma langt bædi å landslidid og sum einstaklingur.« Bobby Bolton fór úr Før- oyum leygardagin heim til Liverpool í Onglandi, har hann býr. Har býr kona hansara og tey trý børnini. Ein dóttir hansara úr tó í løtuni í Los Angeles, har hon starvast sum modell. Nu hann kemur aftur til Onglands, byrjar hann beinanvegin sum venjari hjå felagnum Marine Foot- ball Club, sum er eitt lið við hålvprofessionellum spæl- arum, sum spæla í einari deild, sum svara til 6. deild har niðri. Onkuntíð hevur hetta liðið tó fingið góð úr- slit móti betri liðum — mill- um annað hevur Marine Football Club herfyri tapt við bert einum máli móti Liverpool! hj. Stóð sum ber Nr. 93 — 19. maí 1992 Runavíkingar tykjast nú hava fingið loyst tann stóra mál- manstrupulleikan. Alberg Gaardlykke av Nesi stóð sera væl, og syrgdi stórt sæð fyri at aumarkað ósigurin móti GÍ NSÍ-GÍ 0-1 (0-0) 0-1: Símun P. Justinussen »Kom so, GÍ. Minnist til, at hatta er eitt botnlid, tit spæla ímóti!< Nakað so- leiðis ljóðaðu fleiri av róp- unum úr niðaru síðu á vøll- inum í Runavík sunnudag- in, har gøtumenn nú vóru komnir á vitjan. Attað var eitt botnlið, ið GÍ spældi ímóti, var eisini so satt sum tað var sagt. I ár hevur NSÍ higartil átt botn- plássið. Einki stig er vunn- 10, og bert tvey mál hevur NSÍ skotið, meðan fjúrtan nú eru farin inn. Tað fjúrtanda málið fekk Símun Petur Justinussen år GI tikið sær av, tá dyst- urin var komin gott og væl tjúgu minuttir inn í seinna Jens Martin Knudsen stóð seg væl sunnu- dagin. Tó kom hann at standa í skugganum av sínum eftirmanni í NSÍ-málinum, Alberg Gaardlykke av Nesi. hålvleik. Gøtumenn fingu eitt frispark nærhendis horninum á NSI-brotsteig- inum í høgru síðu. Hagani sendi Pauli Jarnskor bóltin inn fyri málið. Símun Pet- ur varð hægstur í rúgvuni, og snittaði hann bóltin víð- ari í mótsatta málhorn. Nýggi málverjin Nýggi — og í ár wiði málverjin hjá NSI, Alberg Gaardlykke, fekk hend- urnar á bólun, men fekk ikki hildið, og so hevði GI fingið løn fyri fleiri brend- ar kjansir — ikki minst ti nevndi málverji hevði spælt sera væl. Hóast hann bert hevur royndir úr ung- lingadeildini, spældi hann sunnudagin við stórum myndugleika, sum var hann gamalur í garði har. Ikki kann sigast annað, enn at Alberg stóð sum bergið. Fyrri hålvkeikur var ann- ars merktur av ótryggum og trilvandi spæli frá vert- unum, ið nú høvdu Eyðun Gaardbo við aftur — tó á óvonum plássi sum álops- spælara, har hann ikki fekk so nógv burturúr, nú form- urin enn ikki er komin í hæddina. Á hansara annars traditionella plássið heilt har aftur røkti Tummas Magnussen allar sínar Skyldur til lítar. Men var spælið hjá NSÍ trilvandi og ótrygt, var tað heldur ikki alt ov gott hjá GI. At runavíkingar fyri fimtu ferð í ár royndu seg við monnum á nýggjum plássum dugdu gøtumenn ikki nóg væl at útnytta hendan greida veikleika. Magni ikki vid Aftrat ti er so at nevna, at landslidsspælarin Magni Jarnskor ikki var á 1. liði. tí hann fyrr í vikuni varð skorin í ein fingur. Hetta merkti sjálvandi, at GÍ- midvøllurin ikki var eins sterkur, og hann er vanur. GÍ hevði tó onkran mál- kjans í fyrra hálvleiki. Ta einu ferðina átti Per Dal- heim at havt skorað, tá hann kom púra leysur og skjeyt. Eitt NSI-bein kom fyri, so skotið snýtti mál- verjan, og bólturin helt stillisliga og spakuliga kós móti málinum — hildu øll. Men á ein ella annan ófati- ligan hátt fekk Arni Mid- jord sloppið sær inn á strik- una at sparka burtur, so tað varð bert hann, ið endaði í málinum, meðan bólturin fór út til innkast. Sum dystur leið varðveitt GÍ stórt sæð eina ávísa yvirvág, men mundi tveitt alt burtur, tá ein hart kroystur verjuspælari varð noyddur at leggja bóltin aftur. Afturleggingin minti mest av øllum um eitt høgt skot móti málinum, og tá Jens Martin Knudsen stóð nakað langt úti, var líka við, at GI forerdi runavík- ingum eitt avgerandi mál. Knudsen fekk tó fatur á bóltinum, og so var mesti vandin av á hesum sinni. Løtu seinni fekk Simun Petur einsamalla GI-mål- 10, 10 avgjørdi dystin, beint eftir at beiggin Rúni Justin- ussen hevði havt ein risa- møguleika, tá hann tveitti seg fyri at stúta eitt gott innlegg frá Per Dalheim. Stútið fór beint við síðuna av. Ikki so stórur munur á Tað, sum eftir var av dystinum, tå GI hevði fing- ið málið, var meira at kalla javnt spæl, har NSÍ spaku- liga vaks við uppgávuni, hóast tað ikki rakk til út- javning. Størsta møguleik- an hevdi Meinhard Han- sen, tå hann fekk driblad seg leysan inni við 5 -met- urin, men bert fekk eitt for- kølad skot burturúr, sum Jens Martin ikki hevði ringt við at taka. Sum gøtumenn helst høvdu væntað —hóast stóra lopið millum topp og botn — gjørdist talan fyri teirra viðkomandi um ein torfør- an dyst, har rópini frá við- haldsfólkunum um botn- liðið als ikki tóktust koma teimum til hjálpar. Men hóast GI onga løtu spældi sum eitt sannfør- andi topplið, var sigurin var tó uppiborin, og við meira hepni, kundi hann eisini verðið størri. Tí syrgdi tó Alberg Gaard- lykke fyri, at hann ikki gjørdist. hj. Fótbóltur 2. deild menn: IF vid i oddinum iF—Skåla 2—9 (0—0) 1—0: Olavur Ellin 2—0: Eydun Klakkstein gsgaard IF er millum topplidini i 2 deild enn, Skål slitnaði afturúr. Tað var úrslitið eftir dystin leyg ardagin í Fuglafirði mill- um ÍF og Skála. Skála legði betur fyri og hevði fleiri vandamikil álop. Men ÍF verjan stóð stinn. Skála hevði yvirvág í fyrra hálvleiki, sum end- aði 0—0. Hevði Skála yvirvág í fyrra, so hevði ÍF so sanniliga yvirvág í seinna hálvleiki. Teir løgdu hart út. Bert 3. minuttir vóru farnir, tá Ólavur Ellings- gaard takkaði fyri og legði IF á odda 1—0. Hann fór avstað við einum bólti, sum Skála-verjan drálaði við at sparka burtur. 2—0 bleiv tað 10 min. seinni, tá Eyðun Klakk- stein slapp leysur og skor- aði trygt. Aftur hesaferð var galið í Skála. verjuni hjá Skála hevdi onki at siga í seinna hálvleiki og vóru tað umframt Ólavur og Eyðun í álopinum Roy Róin á vongbakkinum og Torfinn Nén í miðverjuni, sum vóru bestir hjá IF. Hjá Skála vóru Agnar Højgaard í álopinum og Kristmund Johannesen í verjuni bestir. Uppiborin sigur til ÍF, sum megnaði at skora, tá teir høvdu leikliga yvir- vág — tað megnaði Skála ikki. áh