Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 19. maí 1992 Síða 13 B36 varð ovfarið og gloymdi at skora Nógu mistøk og fáir målmøguleikar á Svangaskarði Tá havnarmenn í B36 vendu nøsini inn á Toftir, fyri á Svangaskarði at hitta oddaliðið í 1. deild, vóru teir negdir við at fáa annað stigið suður aftur við. Eftir loknan dyst iðrar botnliðið seg um, at teir ikki bæði fingu í posa og sekk. Ikki tí teir vóru betri enn heimaliðið — bæði liðini gjørdu eina rúgvu av mistøkum, men heldur ti tad var meira enn vánaligt ikki at gera nyttu burtur úr risa stóru megu- leikunum, sum B36 fekk við dystarbyrjan og -enda: Góður minuttur var leiktur, tá Jens Christian Hansen (téktist annars óupplagdur) eftir miðásini dregur fram við reð av B68-arum (verjan hjá Jens Chr. aftast fyri skadda Eyðfinn hevði ikki fótað sær). Komin inn í brotsteigin sleppur hann til Regin Arge, sum kemur inn í málteigin. Kjartan tveitir seg, men í staðin fyri at puffa í tóma málið, tørvar havnarmanninum sjálvs- álitið hjá álopsleikara. Hann roynir at trilla tvers til álopsfelagan Kára Reynheim, men bólturin fer út! 80 min. seinni fær B36 aftur upplagdan møgu- leika at avgera, men Kåri misnytir: Skjøtisleyst verjuspæl hjå B68 ber i sær, at verjuleikari spælir Kåra leysan i høgru. Hann dregur móti Kjartani og komin á málteigar saman- komingina smekkar hann til, men gamli málverjin (stóð tryggur allan dystin) hevur ikki gloymt kynstr- ið, og verjir til horna. Generalurin út av spælinum Vánaliga úrtekan fyrstu umferini noyddi Petur Simonsen at royna nýggja útgangssteðu: Verjan tóktist = styrknað við Tummas Eli aftast. Hann er sterkur í luftini, og toftamenn gjørdu honum uppgåvuna lætta við høg- um skrábóltum. Dánjal Petur Johansen hevur verið /stúttasti verjuleikari = hjá B36. Hann var fluttur á mið- vøllin. Ikki fyri at skapa álopsspæl, men heldur í roynd at byrgja fyri at Abraham Hansen gjørdist spælstýrandi hjá B68. Hetta eydnaðist væl. Partvís tí Piddi rekti sína uppgávu samvitskufult, og partvís tí tað í upp- spælinum vóru trupulleik- ar at fáa samanhang mill- um verju og miðvell hjá B68. Jákup Símin hevði álitisuppgávu eftir miðás- ini. Tað var eisini á Svangaskarði stór fram- drift í honum, og hann royndi í verjupartinum at hjálpa Jan Poulsen, ið var á óvanda vongverju pláss- inum í hegru. Bogi Mid- jord var vinstrumegin, og tað tóktist sum toftamenn ikki høvdu stórar trupul- leikar at koma igjøgnum i sidunum, bædi Jåkup Eli i vinstru og Jan Petersen (fyrstu ferð i år) i høgru. Men innleggini vóru ikki nóg neyv, at Aksel og Súni Fríði kundu fáa nyttu úr teimum. Súni Fríði megnaði eftir korter at fáa innlegg úr høgru inn um Zakrewski. Herman kolldømdi fyri rangsteðu (sá út at vera í lagi), hóast rætt stadd, men ótryggi linjuverjin vinkaði fyri máli. At Abraham noyddist út skaddur korter inn í 2. hålvleik viknaði um heimaliðið. Hann loysti veteranin og liðformannin av og stóð seg rímuliga væl, men hann hevur ikki royndirnar hjá Abrahami. Kortini megnaði B68, tá Karl Marius letu undan leikloki varð rikin av velli, at økja um trýstið á B36 målid, tå uttan at opnir målmøguleikar spurdust burturúr. Teir vóru í hinum end- anu, men vóru skammi- liga misnýttir! -nn- Jákup Eli Olsen, B68, vinnur á Jens Christ- ian Hansen, B36, i eini takling. Aftanfyri stendur Jógvan Martin Olsen og bíðar eftir, hvussu dysturin mill- um teir báðar endar. INNI Í TVEIR MINUTTIR: UTKOYRDUR Í dystinum á Toftum sunnudagin millum árs- talsliðini B68 og B36, fekk fyrrverandi Kl- spælarin Karl Marius Poulsen ikki tá longu løtuna á vøllinum. Nakað inn í seinna hálvleik varð hann sett- ur inn, men honum unt- ist bert at spæla í tveir minuttir, so vóru boð efur honum. Karl Marius hevði fingið fatur á bóltinum, men varð hildin, við tí úrslitið, at bólturin fór frá honum. Hetta skuldi sjálvsagt hevnast, so Karl Marius valdi at taka í og halda, so skjótt høvi beyðst, men nú så dómarin, hvat hendi, og dømdi frispark og gult kont til Karl Marius. Heita hugadi honum ikki nakað serliga, og tað segði hann eisini dómaranum í glosum, ikki skulu verða endurgivnar her. Endin var so, at dómarin Her- mann Midjord skifu tað gula koruð út við tað reyða. Tíeydnaðist ikki Karl Mariusi at fáa gjørt nógv um seg — alt eftir, hvat einleggur í tað at gera um seg — í dyst- inum á Toftum. B36 mátti so royna at halda tørn sum frægast síðstu tiggju minuttirnar uttan hann. Og næsta dyst må B36 klára seg heilt utt- an hann… sum hj.