mikudagur 20. mai 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
gloyma børnini
ORDID barnafagnadur man
fyri mong av okkum kennast
eitt sindur fremmant, kanska
ti, at vit eru ikki von við hetta
orðið. Men børnini kenna vit
og tey eru í hvussu so er ikki
frammand fyri okkum. Tey
eru nevniliga ta dýrmætasta,
tað besta og tað ríkasta vit
eiga. Tað eru tey, sum eina-
ferð í framtíðini skulu taka
við og reka hetta samfelagið
víðari.
BARNAFAGNAÐURIN er eitt
sera áhugavert og spennandi
tiltak. At dagstovnarnir kring
landið við hesum vilja geva
børnunum ein møguleika at
koma út millum onnur, út um
fýra veggirnar, har tey serliga
orsakað av oftani sera
ótespuliga veðurlagnum, eru
noydd at vera, er bara gott.
At børnini sleppa at arbeiða
við sínum ímyndandi evnum
er eisini gott. Hóast hetta
stóra tiltakið sum so eisini
skal vera ein uppliving fyri
bæði børn, starvsfólk á dag-
stovnunum, foreldur og allar
aðrar føroyingar, so er helst
eisini onkur hugsan og ætlan
við hesum tiltaki, og tað skal
tad eisini vera. Tad fåa vit
helst meira at hoyra um kom-
andi dagar. Men bara tað, at
vit við hesum geva børnun-
um og evnum teirra størri ans
er í sær sjálvum eitt gott
endamál.
Í HESUM krepputíðum hava
vit kanska lyndi til at gloyma
børnini og undirmeta teirra
tydning. Tað må og skal ikki
henda. Sjálvandi mugu vit øll
bera hesa kreppu so ella so,
men hon má ikki seta ov
sjónsk spor á børnini, tí tey
hava so onga skuld í kreppu-
ni. Vit mugu fyri alt í verðini
ikki lata kreppuna raka tey,
bara fyri at sleppa upp um
garðin, har hann er lægstur.
Tverturímóti eiga vit at halda
børnunum til, vísa teimum
ans og álit, vera saman við
teimum og geva teimum fat-
an av, at hetta hóast alt er eitt
gott land at liva í.
VÓNANDI kann Barnafagn-
aðurin vera við til at minna
okkum øll — og ikki minst
politikararnar — á hesar so
týðandi spurningar. Børnini
eru nevniliga tad besta vit
eiga. Tad eru tey, sum skulu
taka vid eftir okkum.
Atli Dam, løgmadur å TB-veisluni:
7”
Ítróttarliðið ein
spegilsmynd av
-Tad eigur sínar stjørnuleikarar, sum eggja óðrum at kýta
seg, men stjórnuleikararnir eru fyri ongum, um ikki
samarbeiði, felags vilji og liðskylda greiða setningin segði
Atli Dam, lógmaður m.a. í róðu síni á stóru TB-veitsluni
leygarkvøldid. Vit prenta róðuna:
Góða samkoma.
Hóast ítróttarmál liggja
hjá eðrum landsstýrislimi,
so liggur til mítt starvseki
í landsstýrinum at vera
ítróttarverji — protektor,
sum danir siga — t.v.s.
umboða og dugna ítróttini
úti í samfelagnum og út-
eftir í lond. Hetta er nakað
av tí hugaligara at hava
skyldu til, hon er lett at
rekja.
Sum sovorðin er tað
mær ein gleði og ein heið-
ur at heilsa T.B. frá lands-
stýrinum á 100 ára deg-
num.
Hetta er so fyrsta >stór-
jubileið< fyri skipaðum
ítrótti í Føroyum, men vit
vita, at nøkur koma aftur-
at nú nakað skjótt — um
12—15 ár — og eisini vita
vit og vænta at fødingar-
dagsbarnið verður at fylla
bæði stórthundrað og 200
og meira afturat.
At menn tóku seg sam-
an um at skipa fótbóltsfe-
lag einans 13 ár aftan á at
fyrsta av slíkum slag var
stovnað í Danmark —
Københavns Boldklub
(KB) — er tekin um tað
framfysni og tann fram-
takshug, sum eyðkendi
hesa bygd um aldarmótið.
Á hesum eki, sum
mongum eðrum innan
vinnulív, mentanarlív, ja,
samfelagslív samanum-
tikið, slóðbrótandi stig,
sum fingu týdning fyri all-
an útvikling og framburð í
Føroyum sum heild.
Hugsið bert um fakfelags-
lívið, sum spratt her á
plássinum og, hóast orsek
til mangt stríð menniskju
ímillum, hevur skapt regl-
ur og karmar um mann-
semiligar samvirkistreyt-
ir, sum nú gagna okkum
ollum.
Hvat fylgdi í kjalarverr-
inum av hesi stovnan av
fótbóltsfelag, og hvussu
felagsskapir síðan tóku
seg upp um landið, skal eg
ikki siga nógv um, tað
vilja tær mongu heilsanir
til TB í dag siga meira um,
og heldur ikki skal eg
tríva í einstakar hending-
ar úr segu T.B., men
minna á tær stóru broyt-
ingar, sum eru hendar við-
víkjandi vilkorum og um-
steðum at íðka ítrótt síð-
an menn á fyrsta sinni
fóru at sparka og til í dag,
nú vit nýta ein heilt stór-
an part av samfelagsork-
uni til vellir, ítróttar- og
Atli Dam, lógmaður
heldur rødu á TB-
veitsluni. Við lið
hansara konan Sólvá
fimleikahallir so væl sum
aðrar hallir, neyst og venj-
ingarhøli og til eina sam-
ferðsluskipan, sum loyvir
eini umfatandi kappingar-
skipan innan nær sagt all-
ar ítróttar- og ítrivsgreinir
árið runt.
Hetta er ikki legið, tí
flestu eru í dag samd um
at hetta er ein partur av
okkara mentanarlívi og av
tí, sum evnar og skapar
okkum sum menniskju og
borgarar. Ein sera týðandi
siðmenningarligur táttur í
uppaling okkara.
Meguleikarnar at fáa
lut í samveru og samgleði
og skapan av vinarlagi og
vinarbondum fyri tann
einstaka ikki at for-
gloyma.
Sum alment umboð skal
eg leggja serligan dent á
tað, sum eg meti samfe-
lagið fær aftur í teim borg-
arum, sum í felagsskapan-
ini innan ítrótt lærdu at
seta sær mál at loysa,
noyddust at lata seg sálar-
og sinnismýkja og noydd-
ust at ganga undir felags-
skapstreytir fyri at rekka.
Loyvi mær at endurtaka
tað, eg segði í minnisriti
T.B. um hetta, nevniliga:
mat ítróttarliðið er ein
spegilsmynd av samfelag-
num. Tað eigur sínar
stjørnuleikarar, sum
eggja eðrum at kýta seg,
men stjørnuleikararnir
eru fyri ongum, um ikki
samarbeiði, felags vilji og
liðskylda greiða setningin.
Letur ikki hver av lut-
takarunum sínar eginleik-
ar brýna, soleiðis at hin
frægasti og hin veikasti
bera lutfalsliga eins, skap-
ast ongi úrslit.
T.B. dró okkum ungu at
sær og dregur framvegis
bygdarinnar ungu, mýkir
tey, brýnir tey og sleppur
teim sterkari.
Hetta heldur fram og vil
hesin 100 ára gamli fram-
vegis liva sum unglingi, tá
ongin av okkum orkar
annað enn at siga frá
minnum um ríku ung-
dómstíð okkara, m.a. í
T.B.«
Takk fyri, T.B., sigi eg
persónliga. Takk fyri, TB,
sigi eg vegna landsstýrið
fyri Feroya land.
Hjartaliga tillukku.
—