mikudagur 20. mai 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
sr
Sr
Nr. 94 — 20. mai 1992
03
Nu kemur vinid
á horðið
Líkt er til, at í fyrsta lagi fáa
nakrar heilt fáar matstovur
loyvi til at skeinkja. Helst longu
í næsta mánað
Loyvisnevndin hevði sín
fyrsta fund týsdagin, har
tosað varð um hvussu nú
skuldi farast til verka. 1.
juni kemur tann parturin
av rúsdrekkalógini í gildi,
sum snýr seg um útskeink-
ingarloyvi til matstovur.
Marita Petersen, lands-
stýtriskvinna sigur, at júst
hesin spurningurin er
fyrsta itøkiliga úrslitið av
nýggju lógini. Upprunaliga
gjørdi Rúsdrekka og Nar-
kotikaráðið uppskot um
hvussu mong útskeink-
ingarloyvi skuldu vera.
Ráðið sket upp, at í
Norðoyggjum skuldu trý
loyvi verða givin. í Eystur-
oynni fimm, tvey í Norður-
streymoy, seks í Suður-
streymoy, Vágoy og Sand-
oy skuldu fáa eitt í part, og
trý loyvi skuldu vera í
Suðuroy.
Spurningurin um hvussu
mong loyvi skulu vera í
hvørjum øki er sendur øll-
um kommunum til um-
mælis, og fleiri hava
svarað. Marita Petersen
heldur, at í fyrsta lagi
verða givið nøkur heilt få
loyvi til nakrar av verandi
i matstovnum, og at spur-
ningurin verdur tikin upp-
aftur i heyst tå ummælini
frå kommununum eiSim
verda vidgjørd.
Hjalgrim Hilduberg,
skrivstovustjóri í lands-
stýrinum er formaður í
loyvisnevndini, sum gevur
endaligu útskeinkingar-
loyvini. Hann sigur, at enn
er stóða ikki tíkin til hver
skal hava loyvi og nær
loyvt skal vera at skeinkja,
men hann roknar við, at
tað verður einaferð í juni
mánað. Loyvisnevndin
hevur fingið nakrar um-
sóknir um skeinkiloyvi,
sigur hann.
tór.-
Barrin stendur klár
-nú er bert eftir at fylla í hana.
Hotel Eiði er nú tilreiðar at taka
ímóti gestum eftir stóran vatnskaða
Á Hotel Eiði eru tey við
at vera til reiðar at taka
ímóti gestum, eftir at
fleiri rúm á hotellinum
eru umvæld eftir stóra
vatnskaðan hotellið
fekk herfyri. Hol kom á
eitt rør á loftinum, og
vatn floymdi yvir stórar
partar av hotellinum.
Men tryggingin var í
lagi, og Hans Petur
Poulsen, hotellstjóri
sigur, at hotellið er nú
sum nýtt eftir
umvælingina.
Eisini Hotel Eiði
hevur eina umsókn
liggjandi í Tingnesi um
útskeinkingarloyvi, og
tað vónar hann at fáa.
Hans Petur Poulsen
roknar við at fáa í
minsta lagi so nógvar
gestir, harímillum
nógvar útlendskar, sum
hann hevur havt
undanfarin ár. At hann
helst eisini fær
møguleika at bjóða
okkurt gott aftur við
matinum skuldi ikki
gjørt tað verri, heldur
hann fyri.
Fyri at bjóða gestum
sínum okkurt heilt ser-
ligt, hevur hann keypt
sær ein tjúgutonsara,
sum hann hevur rigga
til sum ferðamannafar.
Higartil hevur Hotel
Eiði ikki verið opið um
veturin, men Hans
Petur roknar við, at tað
nú fer at bera til at hava
hotellið opið alt árið.
- tór.-
Hotel Eiði er nú sum
Bil-prát á Tekniska Skúla
Í kvøld klokkan 19 skipar
Tekniski Skúlin í Havn
fyri fundi á bildeildini, har
tey hava sett á skránna:
Hvar ber tøknin innan bilar
okkum, frá í dag og fram-
eftir, og hvussu taka vit
okkum av viðskiftafólki
okkara framyvir.
KG
Tøkniligi parturin av
fundinum varir i einar tveir
tímar, og um viðskiftamót-
tøku i ein tima. A fund-
inum fæst kaffi og te og
møguleiki er at keypa
okkurt afturvið. Tey ið
hava hug at luttaka, kunnu
boða Eiriki Simonsen frá á
telefon 11957 áðrenn
klokkan 13.00 í dag.
tór.-
1
Frítíðarhelið í Krossgøtu 15 er opið miku-
kveld kl. 19—22.
Á Tekniska Skúla í Havn hava hesir tikið sveinaprógy sum bilmekanikarar. Frá vinstru: Páll A. Berg, Tórshavn,
Jón Dahl, Oyri, Marni Eliasen, Klaksvík, Christian Johan Joensen, Sandur. Hjalgrím Joensen, Toftir, Jóhan
Magnus Johannesen, Sandur, Aron Justinussen, Tórshavn og Sigfríður Kristiansen, Leirvík. Mynd: Kalmar