Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 20. mai 1992 Tilboðini streymaðu inn Ikki færri enn 20 ; virkir vilja leggja ljós í tunnilin Tilboðini at leggja ljós og gera ávaringarskipan í bergholið millum Kald- baksbotn og Signabø vóru latin upp á landsverkfrød- ingsskrivstovuni í síðstu viku. Ikki færri enn tjúgu stórri og smærri føroysk virkir buðu seg til at gera arbeiðið, og lógu tilbodini millum 1,6 og upp í 2,5 milliónir. P/F Leif Mohr í Havn var bíligast. Dávur Reinert Hansen hjá landsverkfrødinginum sigur, at nú kanna teir tilboðini, og so skjótt stóða er tíkin til hvør skal gera arbeiði, og tað verður helst seinri í vikuni, kann farast til verka. Hann sigur, at elarbeiði skal vera liðugt um hálvan september. Mynd: Kalmar Dávur Reinert Hansen Sigur, at teir eru væl nøgdir við kostnaðin, sum verður hildin at vera bíligur. Ætlanin er, at koyrandi skal vera gjøgnum berg- holið fyrst í november. tór.- Heilt skjótt verður farið undir at gera elarbeidi, og fyrst í november verður roknað við, at bergholið er liðugt at taka í nýtslu. Býráðið rættir borgarunum sína grónu hond fyri trøunum Helst beint at býta enn fleiri trø út næsta ár, heldur býráðsfor- maðurin Herfyri lýst Tórshavnar Býráð við, at fólk vóru vælkomin at fáa eitt træ frá býráðnum at seta í urta- garðin. 500 ug hevði bý- ráðið bilagt ul endamálið, og tað gekk bert lítil løta, ul einki var eftir. Poul Michelsen, býráðs- formaður sigur, at hetta tiltakið hjá býráðnum var at gera sítt til, at varðveita og menna Havina sum hin grøna býin í bláa Atlants- havi, soleiðis sum stendur skrivað í ferðafólka- skránni. Hann sigur, at havnafólk zltíð hava havt stóran ans fyri vøkrum og vælhildnum urtagørdum, og tí er ikki annað enn rímiligt, at eisini komm- unan royn:r at rætta eina hjålpan« i. Byråd nadurin sigur, at nóg fyri skeyti av illveðri nýggjir býar- partar e: inir, har fólk ikki há vi møguleika at gera tc: jogva uttan um húsini. Hetta kann so vera ein byrjan, heldur hann. At býráðið gjørdi av júst at lata 500 trø var meira ella minni av tilvild, ti eingin visti hvussu áhugin fór at vera. At áhugin var stórur sást beinavevgin, og tí heldur Poul Michelsen, at hetta eigur at gerast ein fastur táttur á hvørjum vári. Hann sigur, at bý ráðið eigur eina gávu frá Det Danske Hedeselskab, og tað var tí kanska vert at umhugsa næsta ár, at lata Tað gekk bert ein lítil løta, og so var einki træ eftir. Mynd: Kalmar / } Stórur áhugi Á hesa gávu, saman við eini líknandi sum býráðið nú lat, til fólk, sum hava hug at seta sær eitt træ niður í urtagarðin. Á hendan hátt kundi tey havt eini 1000 irg at býtt út millum fólk. tór.- Hendan bilrødin uttan fyri gr6durstødina í Hoydølum sigur eitt sindur um áhugan fólk hava í at fáa eitt træ í urtagarðin. Mynd: Kalmar — um ongin kennir veru ella tænastu tygara, hver skal so njóta hana? FT LÝSING Bøgøta 14, Tórshavn TI. 18220