Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 94 — 20. mai 1992 | Hetlendsku gestirnir settu vartaðu upp. Alt gekk sum fótur í hosu. Spæl- ararnir í 1. og 3. deild hjá TB vóru skonkjarar. Umframt snaps fingu gestirnir eisini veðragl frå Føroya Bjór, sum hevði gjørt eina serstaka TB-etikett til hetta há- tidarkvøld. Nógvar reður og gávur Fyrstur at tala var Knút- ur Nygaard, formaður í TB, síðani kom ISF- forsetin Heðin Mortens- en og triðjur Dánjal av Rana, býráðsformaður umframt ein hópur av ødrum, teirra millum løgmaður. Ein rúgva av gávum varð latin TB undir borðhaldinum. Felagið fekk 350.000 kr. í reidum peningi umframt ein hép av ødrum gåvum, eitt nú nógvar úr gróti. Millum peningagevararnar var oljufelagið Statoil, sum lat felagnum ein tjekk uppá 20.000 kr. um árið komandi fimm árið og sum er ætladur ungdómsarbeiðinum hjá TB. Millum gávurnar var so eisini ein heldur sjáld- som frá ISF. Nevniliga ein ókeypis venjari til ungdómsarbeiðið hjá TB í ein mánað í 1993. Hetta verður ein svii. -Hetta eru vit sera sera takksamir fyri sigur Knútur Nygaard við Sos- ialin og sjálvandi eisini fyri allar aðrar gávur, men henda var so ein av teimum spennandi og sjáldsomu. Eingin ófriður Hóast so mong fólk vóru saman og nakað varð drukkið, so varð eingin ófriður av nøkrum slag. Øll vóru í góðum hýri frá byrjan til enda. Sjáldan hava so nógv tvørafélk ymsa staðni frá í landinum verið savnað sum hetta kvgldið. Tey komu eru Knútur Nygaard og Dánjal av Rana á pallinum sín dám á borðhaldið. Við lið teirra Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður øllum ættum. Eisini úr Danmark. Har komu tveir fyrrverandi |. deildarspælarar, sum nú í dag eru koknir nakað væl upp í árini og tískil munnu vera millum elstu núlivandi límir felagsins. Og úr Hetlandi komu eisini tveir mans. Tveir av fyrrverandi spælarunum hjá vinafelagnum hjá TB í Hetlandi, Spurs. Teir vóru ov seinir at røkka Smyril, men her kom tyrlan væl við. Báðir hetlendingarnir vórðu fluttir við tyrluni á Tvgroyri og komu teir beint til borðhaldið, sum júst varð byrjað. Har var sera mikil fagnaður, tá teir komu innar í høll- ina. Henda løtan setti sín serstaka og kensluborna dám á veitsluna. Gerandisdagurin Aftaná eina slíka veitslu kemur vanligi gerandis- dagurin. Leiðslan í TB fer nú at stinga út í S íða 11 kortið kósina fyri TB komandi - kanska ikki 100 árini - men so hesi komandi 5-10 árini. Annars verður fødingar- dagurin hildin alt hetta árið og her verða nógv tiltgk. Hvat vidvdikur ynsk- inum hjá mongum tvøra- fólki, at TB-skal gerast føroyameistari i ár og at hetta hevði verið tann besta fødingardagsgåvan, so er formaður felagsins rættiliga avgjørdur í síni viðmerking. Ikki krevja men vóna -Eg haldi ikki vit skulu krevja meira enn gjørligt av okkara spælarum við at seta fram krøv ella ynski um, at teir skulu Einar Larsen riggar seg til at halda rødu Tær hugnaðu sær frálíka væl Umboð fyri Statoil handað TB stórfingna gåvu lata felagnum meistara- heitið í fødingardags- gávu. Eitt er tað, at vit vóna tað, men alment vil eg bert siga, at eg vet, at teir fara at gera sítt besta. Meira er ikki at siga um tað. -Mítt størsti ynski er, at tað kemur at ganga TB væl tey næstu 1000 árini um tað skal vera. jan