Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 94 — 20. mai 1992 Føroyska steypakappingin: Kappast við I kvold verða tríggir av teimum fýra kvartfinalu dystunum í kappingini um Løgmanssteypid spældir í Miðvági, Fuglafirði og Klaksvík. Ein fjórði dystur skal eisini spælast, men hann verður ikki fyrrenn um hálvaaðru viku í Havn. Lidini í kvartfinaluni í føroysku steypakappingini eru seks 1. deildarlid og tvey 2. deildarlið. Teir iggir dystirnir í kvold eru grannauppgerð- in millum MB og SIF, ið bert hittast hesaferð í ein- um týðandi dysti, nú MB er í 2. deild og SÍF hinvegin er í 1. deild. Í Fuglafirði hittast ÍF og NSI, ið heldur ikki eru í somu deild. IF er í 2. deild og NSÍ í 1. deild. Tridi dysturin er millum 1. deildarfeløgini KI og B68, og tann fjórði verður ikki ampdoria og Barcelona fyrr enn sunnudagin 31. mai å Sevmyri millum TB og HB. Tummas Eli Hansen ur B36 vid Løgmanssteyp- inum, sum B36 vann i fjør vid finalusigri á HB i Gundadali. I år før B36 úr steypakapp- ingini við tapi longu í ti allarfyrsta umfarinum. Mynd: Absalon Hansen Kappast við Wembley Men tað verður ikki bert kapping millum hesi átta liðini um at sleppa í hálv finalurnar. Eisini ein onn- ur kapping er, og er hon móti stórliðunum Samp- doria og Barcelona á Wembley, ið koma úr åvikavist Italia og Spania. Hetta er nevniliga EC- finalan, sum verður víst beinleiðis í sjónvarpinum, samstundis sum teir før- oysku steypadystirnir verða spældir. Kortini er at vóna, at hetta ikki fer at órógva ov nógv, so at nógvir áskoð- arar koma til dysurnar. Er veðrið í dag eins gott, og tað hevur verið í gjár og í fyrradagin, kann neyvan roknast við, at fólk setast inni, men at tey heldur fara i góðveðrinum til teir heimligu dystirnar og lata videomaskinuna taka sær av dystinum Wembley i fyrsta umfari. hj. Smáskaðar Fuglfirðingar eiga heima- vøll í steypadystinum í kveld móti runavíkingum. Tað gjørdi IF eisini í tí fyrra steypadystinum, ið var móti VB. Tann dystin vann IF við sera góðum spæli 2-1, men ivasamt er, um fuglfirðingar kunnu endurtaka ein líknandi do- minans móti NSI. Orsøkin er ein skaddur hópur >Vit hava fleiri smá- skaddar spælarar, ið vit tó mugu royna at hava vid,« sigur venjarin, John Sig- urð Joensen. >Rógvi Lar- sen er hálvskaddur, og Ken Bærendsen hava vit ikki havt við fleiri dystir, eins og Roy Róin og Ólavur Ellingsgaard hava skaðar. Kortini verður talan ikki um at fara niður í eitt nú 3. deild eftir spælarum at seta á liðið, tí hóast teir smáskaðar, ið eru, verður hópurin helst tann sami, ið hann plagar. Runavikingar høvdu enn einaferd sunnudagin stórar broytingar á liðnum, men hesaferð er líkt til, at NSI fer at halda fast við onkrar av teimum — i mun til fleiri av undanfarnu dystum, har ymsar orsøkir hava forðað fyri, at sama lið hevur kunnað spælt tveir dystir á rað. >Verjan saman við mál- manninum virkaði væl sunnudagin móti GÍ, so har koma neyvan nakrar broytingar upp á tal, með- an annaðhvort Oddfríður Gaardbo ella Hendrik Eg- holm verða við aftur hesa- ferð, nú eg sjálvur helst ikki veri við,< sigur Trygvi Mortensen, ið er annar av venjarunum, ið hevur tíkið við eftir Bobby Bolton, ið hevur sagt upp og er farin heimaftur til Onglands. Sunnudagin varð Eyðun Gaardbo við aftur, men á einum heldur óvanligum plássi fremst í álopinum. Allarhelst byrjar hann á sama stad í dystinum móti ÍF í kvold, ið runavíkingar siga seg noyðast taka sum ein venjingardyst, nú vend er kærkomin í landskapp- ingini, har NSÍ einsamalt er niðast við klárt vánalig- astu målurtøkuni og enn ongum stigi. hj. Tvær ferðir upp í slag Meðan hinir báðir steypa- dystirnir í kvold eru mill- um bæði 1. og 2. deildar- lið, er dysturin í Klaksvík millum KI og B68 reinur 1. deildardystur. Ødrumegin eru føroya- meistararnir hjá KI, og hinumegin tað títtasta oddaliðið í 1. deild higartil í landskappingini í ár, B68 av Toftum. Tey bæði lið- ini hava ikki møtst í lands- kappingini enn, men tann dysturin fylgir steypadyst- inum tætt á baki og verður spældur sunnudagin — eis- Lokalbrak Dysturin í Miðvági mill- um MB og SÍF verður helst av álvara við í kappingini um at vera mest spennandi dysturin av teimum trimum kvartfinalunum, sum eru í kvold. Bæði liðini eru uppsett og spent til dystin, og líkt er til, at tey stórt sæð eru før fyri at seta bestu manningarnar á vgilin í Miðvági. >Hjá okkum er altí góð- um standi, og eg rokni við at kunna brúka allar teir, eg vil, burtursæð frá Peturi Eirkssyni, ið hevur leikbann,< sigur Tommy Møller Nielsen, venjari hjá MB. >„Vinjard Guttesen, ið fekk eina lítla blóðsamling í annan fótin móti EB, er helst klárur til hendan dystin, so vit fara heilt greitt á vøllin fyri at fáa eitt mál meira enn mótstøðuliðið. Og vit ætla okkum ikki at koma so- leiðis fyri, at vit mugu bíða eitt ár eftir at fáa "revansju'. Hendan dystin skulu vit vinna!« Somu tankar hevur eis- ini venjarin hjå SIF, Påll Joensen, gjørt sær. »Vit fara eins og vanligt at leggja út við álopskend- um fótbólti, men tað verð- ur kortini við máta, so vit ikki selja okkum,< sigur hann. »Eg skilji á lagnum, at teir eisini eru væl fyri, so talan verður óivað um ein góðan dyst.< SÍF hevur ongan spæl- ara, ið er raktur av leik- banni, og einasti, kanska er eitt sindur ivasamur, er tann ungi Jón Nordendal, ið av álvara er í ferð við at spæla seg inn á liðið hjá sandavágsmonnum. Hann hevur onkran skaða í fót- inum, ið møguliga kann kosta honum plássið í hes- um góða lokalbrakinum í kvold. hj. ini í Klaksvík. Tað sama ger seg gald- andi fyri fjórða dystin, ið er millum TB og HB á Sevmýri sunnudagin 31. mai. Steypadysturin er tá beint frammanundan - Kristi Himmalferðardag, ið er hósdagin 28. mai. KI-lidid er ikki rakt av kortum ella skaðum, men Allan Mørkøre verður ikki við í kvøld, og heldur ikki verður hann at síggja á Kl-lidnum tveir teir næstu landskappingardystirnar, nú hann er farin til Dan- markar í útbúgvingar- grindum. >Annars eru allir menn tøkir, og tá eg havi nóg mikið av fólki at taka av, er ikki tað at skylda uppá, hóast úrslitini á heimavglli ikki hava v erið nakað ser- lig hjá okkum enn,< sigur Petur Mohr, venjari hjá KI. >Og í einum steypaúr- sliti ræður bert um at vinna, og tað fara vit so at royna okkara besta til.« Petur Mohr er annars ikki so fegin um, at liðini skulu hittast tvær ferðir upp í slag, og heldur hann, at um landskappingardyst- urin var hin fyrri, var tað kanska frægari, men einki serligt er tað kortini. Jógvan Norðbúð, ið er venjari hjá toftamonnum, hevur eisini nakað at taka av, tá talan er um hópin. Í hópinum hjá B68 vantar eingin spælari í mun til dystin sunnudagin, ið "bert" gav javnleik móti B36. >Abraham varð skaddur í einum samanstoyti, men hann er komin fyri seg aft- ur, og tá vit vandu mána- kvøldid, byrjaði hann við knæbindi, men tað varð skjótt tveitt, og ikki sá út til, at skaðin nervar hann nakað,< sigur Jógvan. >Ei hava vit heldur nakað leik- bann at stríðast við, so vit eru væl fyri til dystin móti Kl.« Kjartan vardi málið væl i dystinum móti B36, og hann verdur trygt stand- andi á ti plássinum, nú Ol- af Magnussen er skaddur. Eisini Eyðfinn Olsen er skaddur. Hann hevur havt ein fipurspreinging at dragast við, men hann er ikki klárur enn. hj. A eee