mikudagur 20. mai 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
i
Nr. 94 — 20. mai 1992
Folkid skal:
privatiserast
Ur starvi
Býráðsformaðurin í Havn sigur
í Sosialinum leygardagin, at
momsurin saboterar sínar pri-
vatiseringsætlanir. Til hetta má
sigast, at spell er, at momsurin
ikki kemur longu í morgin.
Saboterar nakar nakað, er tað
eingin annar enn býráðsfor-
maðurin,
sum saboterar eina
rímiliga vælvirkandi býarum-
stting
Landið er í kreppu. Tað
eru flestu kommunurnar
eisini. Sjálvt hin annars so
fyrimyndarliga væl rikna
og harvið eins væl kon-
solideraða Tórshavnar
Kommuna er komin í
figgjarliga trongstødu.
Hetta kemur millum
annað til sjóndar av hinum
hárhvassa spariknívinum,
sum fyrst varð sveiggjaður
yvir vaskikonurnar, síðani
skúlatænarar og onnur
timalønt í kommununi. Nú
er túrurin komin til fólk í
reinhaldinum, viðlíkahald-
inum av býnum og av
býarins ognum.
At skerja ov nógv í við-
líkahaldi hevur ongantíð
og ongastaðni verið hildið
at vera skilagott. Hetta er
bert at flyta trupulleikarnar
undan sær, soleiðis at tað,
sum í dag kann kallast
vidlikahald, um nøkur ár
meira at kalla verður
nýgerð. Hetta er vána
sparing upp á longri sigt.
Sjálvstýri til
deildirnar
Í teimum tíðum tá alt bar
til, duldi býráðsformaðurin
ikki, at hann vildi fegin
sjálvur hava ein fingur við
í spælinum í einum og
øllum. Nú er ødrvisi. Nú er
tíðin soleiðis, at einki ber
til, og at stýra og taka
avgerðir er ikki so
spennandi longur. Nú eru
boðini frá býráðsformann-
inum tí: Sjálvstýri til
deildirnar! Onkur skal jú
gera tað skitna arbeiði.
Teimum ymsu deildun-
Nú skerjast skal, skulu
deildirnar hjá býráðnum
hava sjálvstýri. Men
samstundis situr
býráðsformaðurin og
planleggur at avtaka
partar av
býarumsitingint,. Ikki
eiti á sjálvstýri, skrivar
Tórfinn Smith,
býráðslimur
um er latin avis upphædd
at húsast við. Hon røkkur
ikki til tað virksemi, sum
verið hevur, og tí hava
hesar somu deildir einki
annað at gera enn at siga
fólki upp. Men hesum
hevur býraðsformaðurin
als onga ábyrgd av sigur
hann við Sosialin hós-
dagin. Skurkurin er býar-
verkfrødingurin. Eingin ivi
um tað.
Sjálvstýri sum hvarv
Hetta sjálvstýrið, sum
býráðsformaðurin vil geva
sínum deildum man vera
eitt heilt serligt slag av
sjálvstýri. Tí longu í
leygardagsblaðnum sigur
sami býráðsformaður sína
misnøgd við tann komandi
= momsin sum ikki er serliga
heppin: -tá vit arbeiða við
ætlanum at niðurleggja
partar av teknisku umsit-
ingini. (Citat PM)
Hendan niðurlegging fer
soleiðis fram, at tá komm-
unal arbeiði skulu gerast
skulu hesi bjóðast út. Væl
at merkja, so sleppur eisini
Tekniska Deild hjá býráð-
num eisin at bjóða.
Ein tílík roynd varð
gjørd herfyri, men ólukku-
tíð fyri býráðsformannin
hevði Tekniska Deild
lægsta boð.
ten hann ið ofta rgr út,
fiskar umsíður. Nú kann
PM bjóða eina gøtu út fyri
og aðra eftur, og kanska
hendir tað einaferð, at
privat felag verður bíligari.
Tá kann hann bretta sær
afturá og spyrja hvat vit
skulu hava fólk í komm-
ununi til, tå privatir skulu
gera arbeiði. So er hetta
privatiserað. Og í hesum
eina førinum einir tiggju
mans uppsagdir við brest-
in.
Hetta má kallast sjálv-
stýri við lít.
Sjálvur eri eg limur í
Teknisku Nevnd, og so
stórt er sjálvstýri har, at
har er spurningurin ikki so
frægt sum nevndur.
Sannleikin og endamálið
við hesi herðferð móti
fólkinum sum starvast í
kommununi er bert, at
eingin skal kenna seg
tryggan. Kann momsurin
steðga hesum ótespiliga
leiki er bert spell, at hann
ikki kemur longu í morgin.
Tórfinn Smith
Lesarabrøv
Nýggjar trupulleikatidir í Føroyum
Tad er harmuligt at
hoyra, at fólkaflutningur-
in frá Feroyum til onnur
lond, er so stórur sum
hoyrst hevur, tað er nakað
sum feroyingar munna
koma í veg fyri, Feroyar
hevur ikki ráð at missa
hetta lærda fólk úr landi-
num, hetta er fólkið sum
skal taka við, og er mest
lært, eg troysti á tað enn,
at ogur eiga gott fólk í
Føroyum, sum kunna
stjørna landinum, tad er
tíanverri nógvir tingmenn
sum gera meiri ógagn enn
gagn, og tað er ikki gott í
so lítlum landi sum Feroy-
ar er, standi heldur saman
í ellum teimum vigtigastu
málunum, tildemis, at
royna at avstýra tí at
Frystihúsini fara undir
hamaran, royni heldur at
styrkja og stuðla við bak-
ið á teimum sum illa eru
settir, Feroyingar liva jú
bara av fiski, so at tað er
so líka til at styrkja flest
alla útgerð í landinum, við
tí má fyribyrgja alt ar-
beiðsloysið í landinum,
noyði ikki ungdómin av
landinum, bert fyri arb-
eiðsloysi, tí tað er megu-
leiki at koma í veg fyri
slíkt, skeri niður alt annað
í landinum, so sum berg-
hol bæði undir og á jerð-
ini, tí tað er ikki so neyð-
ugt sum fiskivinnulívið í
landinum, handil endiliga
fólkinum í landinum, tí
tað er tað royndasta og
lærdasta fólki, eingin ann-
ar enn feroyingar kunna
stýra landinum og liva í tí,
tømi ikki landskassan i
óærbarðar gerðir, sum
ongum verða til gagns.
Íslendingar skóru fiski-
kvotuna niður hjá føroy-
ingum og keyptu so alla
laksakvotuna hjá feroy-
ingum fyri spottprís, fer-
oyingar vóru so lítið vit-
andi hvat ið íslendingar
ætlaðu sær, tá teir keyptu
kvotuna upp, tygur kunna
ikki líða við tað, tað ýður
av laksi í havinum, men ís-
lendingar vildu friða alt
havið, til at fáa laksin at
ganga upp í áirnar, og nú
sita teir einir at veiðuni.
Um feroyingar skulu
byggja upp fiskivinnulív-
ið í Feroyum aftur, sum
tað var, so má landskassin
taka undir við teimum,
um tað er meguligt.
Stødgid ollum fólkaflutn-
ingi av landinum, og
styrki og menni fiski-
vinnulívið, upp aftur har
tað var, tá man tykkum
farnast væl.
Gleðiligt summar.
Sandagerði 13. mai 1992
Eskhild Jóhannesson
Norðurgetu 20
Sandgerði
NÚ er at spenna
BELTINI
Gera meininga-
kanningar
| Samfelagsfreðingar og
edv-fólk kring landið hava
skipað samtak nevnt
Fynd við tí endamáli at
samskipa virksemið at
gera meiningakanningar.
Stovnarnir, ið eru um-
boðaðir, eru handilsskúl-
ar, studentaskúlar, HF-
skeið kring landið og
Fróðskaparsetrið.
Umframt at skipa fyri
granskingarligum
virksemi fer samtakið
Fynd at bjóða seg fram at
gera spurnarkanningar so
sum veljara- og marknað-
arkanningar fyri stovnar,
virki, feløg og fjølmidlar.
Granskingarúrslitini
verða savnað í felags
dátugrunni á Fróðskapar-
setri Feroya. Ætlanin er,
at skúlar og fjelmiðlar
skulu fáa atgongd til
henda dátugrunn.
Navnið Fynd er valt, tí
tað skal vera fynd í kann-
ingunum hjá samtaki-
num. Men navnið skal eis-
ini benda á, at hildið verð-
ur, at tað er fynd í at
spyrja um áskoðanirnar
hjá fólki.
meder
FENENENRNNNNNNENENANANRERFREN AAN RENARBRAANNNNT
Gevið børnunum
HJÅLM!
sg Få |
.
Børn duga ikki so
væl at taka
hendurnar fyri seg,
detta tey á súklu.
VERJIÐ HOVDIÐ!
hunnerne ane