Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 96 — 22. mai 1992 Hóast bjargingarroyndin, sum ímyndaði eina álvars- liga flogvanlukku vesturi í Vágum, vísti, at mangt kundi verið gðrvísi og betri, eru allir partar sera væl nøgdir við royndina. Tað var júst at finna fram ul tey brek sum eru í okkara úlbúgvingarskipan, sum bjargingarroyndin skuldi hjálpa til við. Og tað gjørdi hon eisini. Hóast ongar frágreiðing- ar enn eru skrivaðar, er longu komið fram, at ávís meira og minni álvarsom brek eru í skipanini. Eitt av teimum er tørvandi kunn- leiki til at geva fyrstuhjálp á flogvglinum. Bjargingararbeiði gekk eisini nakað seint, og fyri- skipanin av bjargingarar- beiðinum á vellinum kundi eisini verið betri. Fyrstu tveir tímarnir Finnbogi Niclasen, flog- vallarstjóri, er sera fegin um bjargingarroyndina. Ikki tí, nógv kundi verið ødrvisi og betri, men tað var júst tað, kanningin skuldi vísa, og alt hetta fara vit at taka til eftir- tektar nú hvor í sinumlagi fer at skriva frágreiðing, sigur Finnbogi Niclasen. Hann sigur, at fyrstu tveir tímarnar eftir at ein tílík vanlukka hendir í Vágum mugu tey klára seg Bjargingar- royndin vísti fyrst og fremst at neyðugt er við skeið í tíðindablaðið AS i, on — Síða 7 við tað fólk, og tey amboð sum eru ul at taka í oynni. -Ég eri fegin um, at slekkiliðið var á staðnum beinanvegin, og at so mong sjálvboðin fólk lut tóku, men fyrstahjálpin kundi verið betri, heldur flogvallarstjórin ye Vánalig frámerking Finnbogi Niclasen held- ur, at ein av trupulleik- unum var, at ilt var at síggja hvør hevdi hverja uppgåvu i bjargingarar- beidinum. Hvør var brand- madur og hvør var politi såst tå, men hvør var lækni, hver var sjúkra- systur og hverjir vóru úr bjargingarfeløgunum var ilt at síggja. Finnbogi Niclasen heldur, at hesi fólk eiga at hava eitt tíðuligt frámerki, so eingin ivi er um, hver er hvor. Betri samband Flogvallarstjórin heldur eisini, at ein betri samtalu- skipan millum allar partar í bjargingini hevði hjålpt munandi um. Sum er, hava brandmenn og tornið eina skipan, soleiðis at tey kunnu tosa saman, men ikki ber ul við hesi skipan at tosa við eitt nú politiið. Hann sigur seg rokna við skjótt at fáa eina nýggja samtaluskipan, har allir partar kunnu tosa hver við annan. Finnbogi Niclasen held- ur, at skipað eigur at verða fyri eini tílíkari bjarging- arroynd triðja ella fjórða hvort ár.