fríggjadagur 22. mai 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
£
Orkadu ikki nóg væl
Hinvegin hevði SIF eins
gott spæl — og helst gott tað
meginpartin av dysuinum.
Men ikki tóktust sanda-
vágsmenn orka eins væl og
grannarnir handan Giljanes
gjørdu tað, og tá tað vísu
seg, at dysturin skuldi ger-
ast 120 minuttir langur, og
ikki bert teir vanligu 90,
kom úrslitið spakuliga und-
an kavi.
SÍF var tó liðið, ið kom á
odda fyrst, tá málverjin hjá
MB ikki helt nóg fast um
ein lutfalsliga lættan bólt
eftir hornaspark. Trunki var
fyri MB-málinum, og ikki
læt Búgvi Joensen tilboðið
fara framvid, tá bólturin
brádliga lá fyri fótunum á
honum, klárur at prika inn.
Hetta málið kom stutt fyri
hálvleik, so í steðginum var
tað SÍF, ið hevði bestu kort-
ini á hondini at fara til ann-
an hálvleik.
Annar hálvleikur var tó
ikki eldri enn sjey minuttir,
tá MB hevði gjørt slætt
borð, tá Bjarni Prior var
síðstur at nerta við bóltin,
áðrenn hann fór í neskarnar
hjá SIF
Hóast nógv góð álop báð-
ar vegir og somuleiðis fleiri
kjansir, komu ikki fleiri mål
eftir at vanliga leiktíðin var
úti, og so máttu MB og SÍF
gera sum Barcelona og
Sampdoria — spæla umdyst í
hálvan tíma og so fáa at
síggja, um nakað var broytt,
ella um brotssparkskapping
skuldi til.
Allar dygðir í verk
Her visti tað seg, at MB
brúkti allar sínar dygðir, og
eisini eydnaðist at fáa ikki
færri enn tvey mál burturúr.
Ein medvirkandi orsøk til
ósigurin hjá SÍF var óivað
útskiftingin av Alfred Joen-
sen afturi í verjuni, tí tá
hann var farin út, fór so at
siga alt igjøgnum, har hann
hevði spælt áðrenn.
Men sum nevnt, mundi
tað mest vera orkan og
trystið, ið gjørdi munin á
liðunum báðum.
Fyrst var tað Birgir Jørg-
ensen, sum í 97. minutti tók
ímóti og flott tamdi bóltin,
áðrenn hann smekkaði til
frá 16-metrinum, og síðani
var tað Ellef Ellefsen, ið
útnyttaði ein hin síðsta
kjansin í dystinum, tá hann í
119. minutti fekk smekkað
bóltin í netið eftir trunka-
spæl framman fyri SIF-
málinum.
Við hesum var dysturin
avgjørdur, og miðvingar
vunnu bæði pláss í hålvfin-
alunum og tann heiður at
vera besta lið í oynni. Nú
hesi bæði ikki eru í somu
deild, má ein slíkur dystur
metast sum eitt slag av ein-
um oyggjameistaraheiti, og
um so er, vann MB tað.
(hj.)
SÍF hevdi kanska
betra spælið stórar
partar av dystinum í
Miðvági, men MB-
ararnir vóru treystart,
og tað royndist til
sigurs, tá samanum
kom í dystinum
Skulaitrottar-
dagur i Vågum
Årligi skúlaítróttardagur-
in fyri allar 6. flokkar,
sum Føroya Ítróttarlær-
arafelag skipar fyri, verð-
ur í ár vesturi í Vágum
týsdagin 2. juni, og verða
tað Miðvágs-Sandavágs
og Servágs skúli, sum
verða vertir.
33 skúlar hava boðað
frá luttøku (gott 700 børn
og gott 60 leidarar) og
verða tey býtt sundur so-
leiðis, at 450 næmingar
verða á Giljanes skúla og
restin í Servági.
Á skránni verður m.a.
bóltspel, frælsur ítróttur,
kunningarrenning, svimj-
ing, riding, rógving í á
o.a.,, so tað má sigast at
hetta verður stimbrandi
ítróttur fyri heila, háls,
veddar, lungu, armar og
bein, har ikki kappingin,
men samveran verður sett
í hásæti og har smáir eins
og stórir skúlar eru á jøvn-
um feti.
Merki Litur Árg. Km Sýn Prísur fyrr
|
Nissan Cabstar DIESEL Gulur o8.87 26.000 0192 91.000
VW Jetta 1,6 TX Gråur 01.87 50.000 11.91 105.000
Mitsubishi Lancer 1,5
GLX Reyður 04.88 105.000 0192 81.000
Mitsubishi Lancer STW Bláur 07.87 51.000 01.92 86.000
Opei Ascona 1,3 Hvítur 12.82 115.000 0592 235.000
Citroén Visa Leader Gráur 11.86 67.000 07.91 37.000
Saab 900 GLI Gulur 04.79 113.000 15.000
Nissan Cherry TURBO Reyður 08.84 125.000 58.000
Ford Sierra 2,0 AUT. Bláur 08.84 — 66.000 0291 746.000
Opel Rekord 2,0 s Reyd/brun 05.82 58.000
H-
— um ongin kennir vøru
ella tænastu tygara, hvør
skal so njóta hana? :
Bøgøta 14, Tórshavn
Tlf. 18220
Avslått.
28.000 83.000
27.000 78.000
17.000 64.000
18.000 68.000
17.000 18.800
15.000 22.000
7.000 8.000
16.000 42.000
16.000 58.000
Hetta vóru bert nøkur dómi — og sjálvsagt hava vit hópin
av øðrum góðum brúktbila-TILBOÐUM.
Brúktbilakeyp er eitt
álitiskeyp. — Vit borga
fyri álitinum.
MERCEDES-BENZ Á
Hoyvíksvegur
o Box 205
Fyrimunur er, um
eingin bilur er i byti
Vanligar avgreidslutidir: Mánad. — friggjad. frå kl. 8—12 og frå 13—17.
Opið verður eisini leygardagarnar 23. og 30. mai frå kl. 10—14.
MITSUBISHI
110 Tórshavn
rr
CITROEN A
Pf. IVAN JOHANSEN
TIf. 136 66
AÐ pr FE FEE FURER
ATOR UNS
A ——— Á
|