Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Argjavegur 26 Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: post@sosialurin.fo Heimasíða: www.sosialurin.fo BLAÐSTJÓRN: Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo BLAÐFÓLK: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen info@einslistir.com LÝSINGAR: Durita Simonsen durita@sosialurin.fo ÚTGEVARI: Sp/f Sosialurin UMBRÓTING: Sp/f Hestprent ÚTKOYRING Á FILM OG PRENT: Dansk Avistryk A/S UPPLAG: 11.000 eintøk Evstamark 7. apríl 2003 Endurgeving av tilfari úr hesum blaði er bert loyvd við loyvi frá útgevaranum 2003 2 3 Nógv liggja fram við at vinna landskappingina í fótbólti, men tað kann bara verða ein vinnari. Vegurin til gullið er langur, og ein gyltur oktober kann bert upplivast, um alt árið eydn- ast væl Tað skulu nógvir bólkar sparkast ella stútast í meskarnar, nógvar takklingar gerast, og nógv- ar bjargingar somuleiðis, áðrenn vinnarin av 1. deild hjá monnum ár 2003 kann prýða seg við øðrum enn lántum fjarðum. Tað skal nógv til fyri at vinna eitt FM-heitið í fótbólti nú á døgum. Tíðin er langt síðani farin frá, at 16 teir bestu lokalu spælararnir troppa upp á vøllinum í februar, venja tríggjar ferðir um vikuna, og so vinnur eitt av liðunum. Nú verður nógv meira gjørt burtur úr á øllum økjum. Onkur feløg halda spælararnar í gongd um veturin, og flestu feløgini fara undir venj- ingina tíðliga í januar mánaði. Tann fyrsta tíðin er ikki stuttlig, tí her verður dentur lagdur á harða kropsliga venjing, og ofta kann veðrið vera ótespiligt. Nógv skal rennast, sveittast og berjast fyri at fáa kropsliga formin betur. Men spælararnir vita, at um hesin parturin av venj- ingini ikki verður tikin í álvara, so verður rest- in av kappingini heldur ikki so stuttlig, tí kropsliga orkan, førleikin og treisknið er av- gerandi fyri, um bóltsspælarar skulu kunnu trívast á einum vølli í 90 harðar minuttir hvørt vikuskifti. Dreymurin um ein gyltan oktober fær eisini feløgini at leita út um bøgarðarnar fyri at finna nýggjar spælarar til liðið. Høvuðsstaðarfeløg- ini plagdu at siga, at so nógvur spælarar kom til Havnar at lesa og í øðrum ørindum, og tí var tað sjálvsagt, at hesir spælarar fóru at spæla við feløgunum í Havn. Men hesa frá- greiðing kunnu hvørki havnafeløgini ella hini feløgini í landinum nýta longur. Tað snýr seg um at manna eitt sterkt lið, og so er stundum neyðugt at fáa nýggjar spælarar til felagið. Og teir kunnu bert lokkast við góðum treytum – eisini fíggjarligum. Ofta er størsta stríðið at royna at halda sínum monnum í egnum rekkjum, tí tað eru nógv, sum royna at lokka teir góðu spælararnar til sín. Stundum skal meklast og eggjast, og onkuntíð blussar onkur ósemja upp millum tvey framtakshugað feløg. Summir spælarar hava sáttmála við okkurt felag í meira enn eitt ár, men tað er púra vanligt í Føroyum, at spæl- ararnir taka eitt ár í senn. Tí skal myrka tíðin ofta nýtast til at fáa viðurskifti millum spælarar og feløg upp á pláss, og sum gongdin hevur verið í Føroyum, vita feløgini sjáldan fyrr enn venjingin byrjar, hvørjir spælararnir í roynd og veru eru. Fyrst í mai mánaði byrjar landskappingini í fótbólti, og nú munnu tey flestu feløgini hava fingið eina hóming av, hvussu teirra felag kann fara at standa seg. Men fyrsta tíðin vísir ikki altíð røttu myndina. Ein bragdlig byrjan nýtist ikki altíð at merkja ein gleðiligur endi, og tað er meira undantakið enn reglan, at tað felagið, sum er á odda í 1. deild í summar- steðginum, eisini er á odda, tá ið kappingin er av. Tað er neyðugt við støðugum spæli og hepni, skal meistaraheitið fáast heim. Ketan skal vera sterk, og neyðugt er við profilum, sum kunnu taka sakina í egnar hendur og avgera tættar dystir. Tá ið tað leikar á, má eingin gevast á hondum, og stundum skal hóttandi tap vendast til sigur við hørðum stríði og nakað av hepni. Soleiðis eru treytirnar fyri at vinna gull, tað skal nakað eyka til. Tað er ikki nóg mikið at spæla væl ein part av kappingarárinum, og tað er ikki nóg mikið at gera tað nóg gott. Tú skalt vera bestur, og tú skalt halda eitt høgt støði ígjøgnum eitt hálvt ár. Nú bjóða 10 feløg seg fram til kappingina í 1. deild. Nógv feløg stíla eftir tí stóra sigrinum – gullinum og luttøkuni í Champions League – og tað er nervin og kjarnin í landskappingini. Síðani eru tað onkur feløg, sum eru meira be- skeðin, og málið er heiðursmerki, eitt pláss í betru hálvuni ella heilt einfalt plássið í bestu deildini. Vit ynskja øllum eitt gott kappingarár og má besta liðið vinna! Vegurin til gullið er langur Jákup á Borg og Hallur Danielsen stríðast í slagi um Havnina. B36 og HB eru favorittar til at vinna meistaraskapin í ár. Mynd: Álvur Haraldsen 2003 2003