Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Røkka ella stokka NÚ má rekka ella stokka! Sam- gongan kann ikki í tað óendaliga halda almenningi, vinnulívi og út- heimi í tí óvissu, ið stendst av polit- isku kreppuni. Tveir flokkar, ið liggja so langt frá hvgrjum øðrum sum yvirhøvur hugsast kann, finna eftir valið saman í samgongu. Hetta verður gjørt, ti floksleiðslurnar báð- ar eru sannførdar um, at júst ein tí- lík samgonga er frægasta amboðið til tess at vinna á búskaparligu trupulleikunum. Hvat vanligi floks- stuðulin heldur um hesa sjáldsomu samanrenning er ilt at gita um, men landsfundur javnaðarfloksins bendi á, at í hvussu so er virkni parturin av veljarum javnaðarfloksins tekur undir við hesi roynd at endurnýggja politiska lívið i Føroyum. TAÐ varð sagt, tå hendan sam- gongan varð skipað, at ein fortreyt- in fyri at ein so óvanlig og so hættislig roynd skal eydnast er, at flokkarnir leggja ideologisk merkis- mál til viks í fýra ár og savna alla orku sína um at loysa teir mest á- leikandi búskaparligu spurningar- nar. Hetta krevur so aftur, at flokk- arnir eru samdir um, hverjir teir mest álvarsomu og mest átrokandi trupulleikarnir eru. Hvat vandamál- ið skal hava hægstu raðfesting? Ar- beiðsloysið, hallið á fíggjarlógini, Útgevari; Uppseting: Pit Sosiefurin Prent: gjaldføri landskassans ella råvøru- trotið? Ella: hvussu stóran almenn- an sektor hava vit ráð til at hava í hesum lítla landi? Hvgrjar tænastur skulu vit frá nú av og nakað langt inn í næstu øld veita vinnulívi og borgarum? Skulu vit privatisera tað sindrið av almennum virksemi, her er, ella skulu vit lata tað blóma? HESIR eru í roynd og veru teir grundleggjandi spurningarnir, sum báðir samgonguflokkar baksast við og hvat eru hetta annað enn ideo- logiskir spurningar? Hvussu kunnu fólkafloksmenn annað enn royna at skerja tann almenna sektorin, tá teir allar sínar dagar hava verið í- móti einum stórum almennum sek- tori? Hvussu kann javnaðarflokkur- in ganga við til at aumontera tann almenna sektorin, tá flokkurin allar sínar dagar hevur gingið heitt inn fyri einum stórum almennum sek- tori? Fólkaflokkurin er ímóti, at landskassin fær ov stórar inntøkur, javnaðarflokkurin hevur altíð hildið tað vera hina fremstu fortreyt fyri at hetta samfelag skal kunna menn- ast og blóma, at landskassin hevði eitt so gott inntøkugrundarlag sum meguligt og soleiðis kundi verðið hildið fram við at nevna øll tey øki, har hesir báðir flokkar eru so langt frá hverjum ødrum sum dagur og nátt. TANN stóri spurningurin er, um so ymisk sjónarmið kunnu sameinast — og hvørt so ólíkir flokkar yvirhøvur kunnu loysa okkara búskaparligu trupulleikar? Ivin veksur manna millum fyri hvønn dag, ið gongur og ábyrgdin liggur tung á teimum, ið eftir valið sóu hesa samgongu sum einasta møguleika og sum síðan hava tvíhildið um hesa samgongu sum einasta meguleika. Hetta merkir so aftur, at ábyrgdin liggur á leiðslunum í báðum flokkum. Hesar leiðslur hava í roynd og veru bert tveir kostir í at velja: at koma til sættis ella at fara til veljaran. HESIR valkostir eru ikki mjúkir. Ein politisk loysn má uttan ideologiskar yvirtónar greiða teir mest átrokandi trupulleikarnar. Hetta merkir, at gjaldføri landskassans má verða fingið í rættlag, samstundis sum gjørdar verða nakrar sparingar á verandi fíggjarlóg, ið ikki samstund- is leiða til hópuppsagnir. Ein tílík loysn eigur eisini at fevna um tiltøk, ið kunnu stimbra búskaparliga og vinnuliga virksemið umframt heilt itøkilig tiltøk móti ungdómsarbeiðs- loysinum her og nú. Slíkar loysnir eru bert til teir mest átrokandi trupulleikarnar. Her umframt er tørvur á einum langtrøkkandi bú- skaparpolitikki, sum verður miðað- ur ímóti teimum grundleggjandi trupulleikunum innan fiskivinnu, vinnuliv sum heild, gjaldførisveiting og bygnaðin í almenna sektorinum. Er henda samgonga ikki før fyri at loysa teir mest áleikandi trupulleik- arnar, enn minni verður hon før fyri at tilevna ein langtrøkkandi búskap- arpolitikk, ið kann loysa teir trupul- leikar, ið fara at stinga seg upp alla tíðina, um ikki ein tílíkur langtrøkk- andi búskaparpolitikkur verður skaptur. ANNAR valkosturin er nyval. Øll munnu vera samd um, at eitt val nú uttan mun til úrslitið annars hevði verið vanlukka fyri landið. Alt polit- iskt lív hevði framvegis verið lammt í mánaðir og seinasti dropin av trú- virði politikaranna úti sum heima hevði verið fokin. Tað er tí best fyri allar partar, at ein semja verður funnin sum skjótast, so beint verð- ur fyri tí óvissu, ið nú ræður. Tað er stór ábyrgd at átaka sær, at spreingja hesa samgongu og hetta eigur fólkaflokkurin at leggja sær í geyma. Nú må rgkka ella støkka og ein avgerð má og skal verða tikin áður enn næsta vika byrjar. Javnað- arflokkurin hevur toygt seg so langt sum hann kann og javnaðarflokkur- in hevur ikki nýtt støduna til at markera ideologisk merkismál, sjålvt um mong javnaðarfólk kanska ynsktu tað ødrvisi. Fólka- flokkurin eigur at gera tað sama og uppskot okkara er, at hann nýtir vikuskiftið til at ganga í seg sjálvan og í staðin fyri at veittra við ideolog- iskum signalfløggum at leggja hesi fløgg í mølposan soleingi, hann er í samgongu við javnaðarflokkin. jd »Fylkingin moti EF« Skipar fyri upplysingar- X— fundum kring landið Fyrsti fundurin verður á Tvøroyri i dag Dagliga frættist um nýggj tiltek frá EF, at skunda undir og styrkja gongdina fram ímóti EF- samveldinum. Einum samveldi, sum á ellum lív- sins ekjum skal verða yvir tingunum í einsteku lond- unum. Sum skal stýra bú- skapar-, fíggjar- og penga- politikkinum. Sum skal stýra råevnis- og um- hvervispolitikkinum. Sum skal stýra mentanar- og útbúgvingarpolitikkinum. Sum skal stýra uttanríkis- og hernaðarpolitikkinum. Og sum skal stýra al- mannapolitikkinum osfr. Øll tiltøkini miða ímóti at miðsavna avgerðirnar, at miðsavna stýringina — at styrkja sjálvan EF-. myndugleikan. Felags fyri uppskotini og tiltekini er sostatt eisini, at ávirkanin hjá stóru limalondunum skal gerast sterri, meðan ávirkanin hjá smærru limalondunum hinvegin skal skerjast. Stóru lima- londini skulu hava fleiri umboð í ráðum og stovn- um, meðan smærru lima- londini skulu varðveita verandi umboðan. Men henda gongd ger so aftur tað, at andsagnirnar í EF vaksa og mótsteðan móti EF í londum, sum ikki eru limir veksur. Eins og andsteðan móti sam- veldisgongdini í fleiri limalondum veksur. Kanska serliga í Norð- urlondum gerst EF- og samveldisandsteðan stød- ugt sterkari. Í Noregi er alsamt meiriluti móti limaskapi, og í Sveríki og Finnlandi veksur talið av fólki, ið siga nei fyri lima- skapi. Steðan í Danmark, nú beint uppundir fólka- atkveðuna 2. juni, er sera spent, og ilt er at siga, hvussu úrslitið verður. Í hesi stødu hava í Før- oyum verið reddir frammi, sum hava talað fyri, at Feroyar skulu fara upp í EF. Einasta grundgeving- in hevur verið, at vit so sleppa undan at gjalda toll av teimum verum, vit útflyta til EF. Sostatt hava forsprákararnir fyri limaskapi einans steði í einum ógvuliga ivasomum og sera lítlum tollfyri- muni. Hinvegin vísir Fylking- in móti EF á, at um Feroy- ar fara við í EF, lata vit frá okkum allar megu- leikar fyri medávirkan á, hvussu gongdin í okkara samfelag skal vera. Lata vit frá okkum rættin til sjálvi at avgera, hvussu tilfeingi okkara skal gagn- nýtast. Leggja vit land og rikidømi opið fyri út- lendskari eyðræning. Og lata vit frá okkum rættin til fólkaræðiliga menning av samfelag okkara. Fylkingin móti EF vísir á, at ongi viðurskifti, sum í 1972 gjørdu, at vit segdu nei fyri EF, eru broytt. At teir somu og verri vansar framvegis eru, meðan ong- ir nýggir fyrimunir eru. Teir trupulleikar, vit í dag berjast við, verða ikki loystir við at fara upp í EF — tverturímóti fara vit at fáa fleiri og verri trupulleikar. Tí er neyðugt at luttaka í arbeiðinum móti EF- undirlegging. At luttaka í verða við at upplýsa um veru- ligu avleiðingarnar fyri land okkara av gongdini í EF. orðaskiftinum og Á fundinum á Tveroyri í dag, sum verður kl. 15 í HF-helunum í nýggja skúlanum, verður hevi at kjakast um gongdina í EF og um steðu okkara, eins og tað verður hevi at tosa um virksemi hjá EF- andsteðuni i Føroyum og at gerast limur i Fylking- ini móti EF. Tey, sum ikki hava hevi at luttaka í teimum fund- um, Fylkingin skipar fyri, men tó vilja vera limir — limagjaldið er 100 kr. ár- liga — kunnu venda sær til okkara. Skrivið til: Fylkingin móti EF, v/ Jákup Thom- sen, Berjabrekka 67, 100 Tórshavn. Bergmenn eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og annað. TIf. 13961