Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 23. mai 1992 - ” Spenningur á Eiði Vilja ikki ; missa Tummas Nygaard Månadagin verdur lagnu- dagur fyri Eidisfélk. Tå fer Sjóvinnubankin at selja línuskipið Tummas Nygaard, sum bankin herfyri keypti á tvings- ulssølu. Eiðisfólk hava tíkið seg saman fyri at keypa skipið, sum hevur al- stóran týdning fyri alt bygdasamfelagið. Tummas Nygaard er ein av trimum linubåt- um, sum eru lívsæðrin hjá flakavirkinum Norð- ís. Við sínum 700 til 1000 tons av fiski um árið kann virkið treyðugt vera hetta skipið fyri- uttan og tí verður nú alt gjørt fyri at keypa skipið aftur. Tað eru einstaklingar, Arbeiðsmannafelagið og kommunan, sum standa aftanfyri, men enn er heilt óvist, hvat skipið endar. Tað er stórur vandi fyri, halda eiðis- fólk, at skipið endar aðrastaðni í landinum. Og tað halda tey vera ikki bert stórt spell, men ein hóttan móti sjálvum lívsgrundarlagnum hjá bygdini. Talan er eisini um nógv arbeiðspláss, ti Tummas Nygaard er næstan burturav mann- aður við eiðismonnum. Norðís á Eiði, sum er eitt av landins elstu flakavirkjum, hevur so gott sum bara dúvað uppá línufisk og hevur við hesum fiski kunnað latið so kendum fiskakeyparum sum Mark á Spenzer í Bretlandi eina dygdarvgru. Virkið hevur sum so verið slóðbrótari, tá talan hevur verið um at gera dygdarvøru úr fiskinum. Fer Tummas Nygaard nú av bygdini med alla, so verður henda fram- leiðsla hótt og tað er stórt spell halda fólk á Norðís, sum nú í mong ár hava specialiserað seg í at framleiða umrøddu voru. Virkið hevur fyri tað mesta fingið tosk og hýsu, men nú hesir stovnar eru so nógv nið- urfiskaðir, hevur tað eisini merkt framleiðsl- una. jan ; Síða 3 Þú í På Skattainntøkan bara rapar niður - og arbeiðsloysið bara veksur Inntøkan frå samtidar- skattinum å Eidi hesar fyrstu fyra månadirnar i ár er umleið 17% minni enn mett. Hetta hendir hóast bygdaráðið hevur roynt at meta skattainn- tøkuna sera varisliga. Seinastu 2-3 árini er fíggjaræætlanin minkað við umleið 16% orsakað av væntandi inntøkum. so tað er greitt, at verður gongdin higartil í ár at halda fram resuna av árinum, so kann gerast tómligt í kommunukass- anum. Kortini heldur bygd- arráðsformaðurin Hans Jákup í Kollsbyrgi ikki, at tað stendur so illa til hjá kommuni. Men hann ber ótta fyri framtíðini, nú tað vísir seg, at talið á arbeiðsleysum bara veksur og haraftrat minkar íbúgvaratalið í bygdini - eftir einum ári úr 720 niður í 690 fólk. Tær ringu tíðirnar gera, at Eiðis kommuna ongar stórar iløgur hevur gangandi í løtuni. Teir eru júst lidnir við at gera arbeiði í sambandi við 100 metra longu keiina liðugt, soleiðis, at havnagkið nú er fyrsta floks. jan Fra 30. maj til 30. august flyver Danair - som de eneste - direkte Vagar-Billund i weekenden for 1595.- kr. for en returbillet! Normalprisen er 1620.- for en enkelt. Bestiller du senest 7 dage før, får du e pris: 2450. Ungdoms- og pensionist-prisen er 1300.- for en enkelt. Ring til dit rejsebure mulighederne. Alle priser er excl. færøsk udrejseafgift. God tur. n retur-billet til Apex- au og hør mere om REE DANWUIR