Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

IRF aðalfund Arheiðið gongur seint --Neyðugt er við einum eyka- aðalfundi í heyst fyri at fáa fíggjarætlanina samtykta, sigur Jákup Birgir Mohr, neyndarformaður Seinasta fríggjadag hevdi Interkommunali felags- skapurin, IRF aðalfund i Havn. Men enn hevur felagskapurin onga figgjarætlan at arbeida eftir fyri komandi år. Nevndin hevdi lagt eitt uppskot fram um figgjar- ætlan, men hetta kundi ikki avgreidast, ti at åvis umbod fyri kommunurnar mettu seg ikki at hava havt nóg góða tíð til at umhugsa, um gjald skuldi leggjast å ruskposarnar ella ikki. Ikki ti, eg haldi, at kommunustyrislimirnir hava havt góða tíð ul at umhugsa hetta. Tað eru sjey vikur síðan vit sendu uppskot um fíggjarætlan út til kommunurnar. Arbeiðið gongur seint á hendan hátt, nú verður so ongin fíggjarætlan samtykt fyrrenn í heyst, sigur Jákup Birgir Mohr. --Nevdin hevur skotið upp, at leggja eitt fimm- krónu gjald á hvønn posan. Hetta er lágt tá vit hugsa um, at í havn rinda borgararnir 11 krónur fyri hvønn posa. Fáa vit ikki posagjald, so verður leyðugt at hækkað limagjaldið hjá kommununum, sigur Jákup Birgir Mohr. Nevndarval verður ikki i IRF fyrr enn komandi år og tá stendur øll nevndin fyri va: -Vit verða valdir fyri fýra ár og nevndarval fylgir við kommunuvalinum. Nú verður kommunuval í desember og síðan verður nevndarval í IRF á fyrsta aðalfundinum aftaná. Bert fólkavaldir kommunu- stýrislimir kunnu sita í nevndini, sigur Jálup Birgir ou justinus tíðindablaðið Russiskt rottuskip víst av landinum Aðru ferð í Foroyum Skipið hevdi rottur umborð, tá tað var í Fóroyum í september í fjór og nú er tað víst úr før- oyskum sjógvi til tað er reins- að Sótteftirlitsmennirnir hjá Tollvaldinum sóu eina ótespiliga sjón, tá teir herfyri vóru umborð á russiska skipinum, Niko- lay Kononov, sum lå å Miðvági og landaði 503 tons av rækjum til rækju- virkið. -Vit sóu rottulort alla- staðni, serliga í proviant- rúminum. Tað var soleið- is, at við næstan ikki tordu at lyfta lokið av eskjunum, fyri ikki at fáa eina rottu uppí andlitið, sigur ein tollari. --Tað sást farvegurin av rottu fleiri staðni umborð á skipinum og vit sóu eisini rottur. Skipið hevði ikki = rottusertifikat umborð. Tað er eitt sertifikat sum tryggjar "fritagelse for rotteudrydning" og tå skulu ongar rottur verða Rottusertifikat, sum tryggjar, at rottur ikki eru umborð á skipinum, skulu finnast umborð á øllum skipum, sum koma til Føroya. Rottu- skermar eru vanligir at síggja á endu- num. Myndin er tilvild- arlig umborð. Skiparin fekk loyvi at leggja lastina upp og síðan varð skipið sent avstaðaftur. Tað kann ikki koma í føroyska havn aftur fyrr enn rotturnar eru útruddaðar og sertifikatid er umborð, sigur tollarin. Spell, men skilligt Árni Dam, umboðsmað- ur hjá Skipafelagnum vát- tar at russiska skipið hevur fingið strangt bræv frá tollvaldinum. --Skiparin var rættuliga keddur yvir hendingina. Hetta líkist heldur ongum, sama skipið var í Føroyum í fjør, og tá vóru eisini rottur umborð. Nú heldur tað so leiðina heim til Murmansk og har verða rotturnar gassaðar, „Mr. 98 — 26. maí 1992 = < sigur Árni Dam. --Tá vit hugsa um, at føroyingar ikki sleppa at flyta livandi seyð millum oyggjarnar, so eigur eftir- litið við rottum at vera uppaftur strangari, sigur hann. jústinus Hans Tausen Olsen, býráðsformaður: Vit melda okkum úr kommunufelagnum —Vit fáa onki burturúr at vera í kommunufelagnum og seinasti fundurin vísti eisini hvussu lítla ávirkan teir 10.392 eystur- oyingar hava í felagnum, sigur hann Tað er greitt, at kom- munurnar við Skålafjørdin fara at melda seg úr Før- oya kommunufelag, fak- felagið hjá kommunum mótvegis landsins myndu- leikum. Kommunurnar talan er um eru Sjóvar Kommuna, Skála Kommuna, Runavíkar kommuna og Nes Sóknar Kommuna. --Vit hava alt ov lítla ávirkan í kommunu- felagnum og vit fáa einki burturúr tí peningi vit lata til hetta felag. Lima- skapurin kostaði bara Runavíkar Kommunu 93.000 krónur í fjør, sigur Hans Tausen Olsen. Onga ávirkan Kommunurnar við Skálafjørðin løgdu fríggja- dagin fram eitt uppskot á fundi í kommunufelagnum um at hvor sýsla sjálv avgjørdi hvør umboðaði hana, hetta var felt. —I dag er tað soleiðis, at ein bygdaráðslimur í t.d. Mikladali kann skjóta ein eysturing upp, og so er tað ein meiriluti í kommunu- felagnum sum avgerð um hesin skal veljast. Eitt uppskot frá limakomm- ununum í Eysturoynni vinnur bert frama, um tær fáa meiriluta, sigur Hans Tausen Olsen. Hyggja vit efur fólka- talinum, so búgva 10.392 fólk í Eysturoynni, 6094 fólk í Norðoyggjum, 5808 í Suðuroy, 4245 í Norð- streym, 2817 í Vágunum og 1710 í Sandoynni. Starvsnevndin hjá kommunufelagnum er mannað við seks limum, ein úr hvørjum av áður- nevndu økjum. Vit skutu upp, at Eysturoygin fekk tvey umboð í starvs- nevndina, men hetta var felt. Um vit hyggja eftir fólkatalinum, so búgva eins nógv fólk í Eystur- oynni sum í Suðuroy, Sandoy og Vágunum til- samans. Hesar oyggjar hava trý umboð í starvs- nevndini meðan Eystur- oyggin hevur eitt. Hetta halda vit ikki er serliga rættvíst, sigur Hans Tausen Olsen. -Fyri at vísa á hvussu lítla ávirkan vit hava í felagnum, so kann eg nevna, at í Runavíkar Kommunu búgva 2500 fólk og vit eiga bert eitt umboð til aðalfundin. Í Sandoynni búgva 1710 fólk, men har eru triggjar kommunur og sostatt hevur Sandoyggin try umboð á aðalfundinum og sostatt nógv stórri ávirkan enn fólk í okkara komm- unu, sigur Hans Tausen Olsen. Kommunurnar við Skålafjørdin løgdu eisini eitt uppskot fram um at lækka limagjaldið, men hetta var eisini felt. jústinus A