týsdagur 26. mai 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 98 — 26. maí 1992
Rut"
Síða 7
Atli og Jógvan
pura samdir
Nú skulu flokkarnir hvør sær og saman taka stóðu til felags-
uppskotið hjá floksformonnunum
Seinnapartin í gjár seinasta uppskotið, sum
loysn av búskaparligu
Hetta uppskotið er up-
skuldu fólkaflokkurin og formennininir í báðum
javnaðarflokkurin halda
fund fyrst hvør sær og
sidani saman at vidgera
samgonguflokkunum,
Atli Dam og Jógvan
Sundstein hava gjørt til
trupulleikunum.
Felags uppskot
Atli Dam segdi undan
fundinum i gjår, at hann
og Jégvan Sundstein
leygardagin komu åsamt
um eitt uppskot at leggja
fyri flokkarnar.
pá umleið 250 mill. kr. í
sparingum og nýggjum
inntøkulégum.
Uppå fyrispurning um
flokkarnir ikki fara at
semjast, tå bådir for-
menninir kunnu tað, sig-
ur Atli Dam, at tað má
so tíðin vísa.
í steinslípan
4 - - -
års? og silvurarbeiði
verdur å Føroya Læraraskula
22.—25. juni 1992
Hold 1: kl. 9.00—14.00
Hold 2: kl. 17.00—22.00
Lærari:
Flemming Gejl Sørensen
600,- kr.
+ útreiðslur til silvur
Prisur:
Tilmelding: Tlf. 13501 ella 17755
i seinasta lagi 1. juni
Avmarkað luttakaratal
Aldursmark: 18 ár
Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúli
og
Føroya Læraraskúli
jan
Skrivstovu-
lærlingur
Sekt verður eftir skrivstovulærlingi við
FHS prógvi.
Viðkomandi má vera nærlagdur og køn-
ur í føroyskum máli.
Løn sambært sáttmála millum Lands-
stýrið og Starvsmannfelagið.
Umsókn, saman við prógvi og møgu-
ligum viðmælum, verður at senda
stovninum skjótast.
Matrikulstovan
Tórfinn Smith,
blaðmaður,
skrivar:
Eftir at løgmadur og varaløgmaður hava nýtt ein
stóran part av hvílidegnum í eini roynd at skapa frið
í samgonguni, sita í løtuni onnur umboð fyri hesar
somu flokkar nú og viðgera tað, hesir báðir komu til.
Í skrivandi ltu er einki frætt um hvat úrslitið
verður, men tað er bert at vóna, at ein semja fæst.
Alternativ til verandi samgongu er sum kunnugt
einki.
At senda samfelagið út í stjórnarloysi er stór
skomm. Kunnu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin
finna fram til eina semju, so ongantíð betri. Hóast
tað í mínum oyrum er ein álvarslig ábending um, at
kann ein kombinatión av Fólkaflokkinum og
Javnaðarflokkinum bjarga Føroyum er prógvað, at
allar verðsligar ideologiir hava spælt falitt.
Tað nýggjasta frá Fólkaflokkinum er, at reyðu
lastbilarnir skulu ikki vera reyðir longur. Er hetta ein
trupulleiki, kundi ein givið samferðslumálaráðharr-
anum tey ráðini, sum eitt kompromis (um hann tekur
ímóu teimum) at mála teir brúnar við reyðum
prikkum.
Fyrsti partur av leikinum: Dyrur drangur - dýrir
dreingir, er av. Framhald kemur í næstu viku. Nakað
tíðliga er enn at gera nidurstødu, men so mikið
hevur hesin fyrsti partur sagt okkum, at hugtøk sum
hvat er lógligt, og hvat er ólógligt, ikki tykjast at
galda longur. Meginreglan tykist at vera, at hevur
annar áður gjørt nakað ólógligt, kanst tú sjálvandi
eisini gera tað. So góð ráð eru til hann ella hana,
sum hereftir verða ákærd. Tað er bert at vísa á, at
eisini onnur hava gjørt seg sek í líknandi brotsverki,
heldur enn at royna at prógva, at ein sjálv/ur er
Osek/ur.
Men tad er ikki bert spurningrin um hvat er rangt
og hvat er rætt, sum vendur er å høvdid. Tad er so
mangt annað, sum tykist øvugt í hesum døgum. Nú
eigur kredittfelagið Danmark blaðhúsið hjá tjóð-
veldisblaðnum, og síðani hin stóra yvirskriftin stóð í
Sosialinum um at summar og sól verður alla vikuna,
hava vit neyvan sæð sólina.
Landsstýrið heldur annars fram við at roynda at
venda gongdini. At fáa samfelagshjólini í gongd
aftur, sum einaferð varð sagt. Døpru skýggini hava
hingið yvir okkum. Skattainntøkan minkar alsamt,
men apríl mánaður bar ein ávísan glotta í sær. Í mun
til sama mánað í fjør, eru samlaðu lønaråtgjaldingar-
nar, serliga innan fiskivinnuna og fiskatilvirking,
øktar rættiliga munandi. Vónandi ikki bert ein
stokkut gleði. Lat okkum vóna, at hetta er ein
ábending um, at tað nú eisini várar búskaparliga.
I síðstu viku kundu vit, sum starvast við tíðinda-
flutning, håtidarhalda 40 åradagin, tá so frægir menn
sum Erlendur, Eiden, Georg og Knútur og aðrir tóku
seg saman og staðfestu, at blaðmannaarbeiðið, eisini
er eitt arbeiði. Blaðmennafelagið valdi at hátíðar-
halda dagin millum annað við at lata tvær virðis-
lønir. Ulkuna lata vit fara í hesum føri, men lat meg
nevna hina virdislønina, sum varð latin Anettu
Wang, fyri virksemi hennara í felagsskapinum
Amnesty International, sum hon so ósjálvsgkin og
ótroyttilig hevur virkað fyri. Sjáldan er ein
heiðursgáva verið so væl givin sum hendan.
Í hesum døgum er næstan skomm at lata væl at
men lat okkum kortini ynskja hverjum øðrum eiu
gou Summar..