Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ve OOS UD TL Nr. 98 — 26. maí 1992 ítróttur HB stóð royndina i oddinum Gøtumenn megna ikki at skapa møguleik- ar, og hava ótryggari málverja enn havnar- liðið 1. deild GÍ-HB 1—2(0—0) 0—1: Gunnar Mohr 1—1: sjålvmål 1—2: Niels Pauli Jacobsen HB liggur i oddinum. Í Serpisgerði slerdu teir fast við tíggju tumma seymi, at hetta er ikki til- vildarligt og ikki úrslit av, at mótsteðuliðini higartil hava verið úr slakara end- anum. Próvtekan móti oddalið- num vísti, at HB-ararnir stóðu royndina við ein glans. Teir megnaðu í mann móti manni steðum at spæla upp til Glarar- nar, og teir megnaðu í sterri munn enn gøtu- menn at spæla seg igjøgn- um til upplagdar skor- ingsmeguleikar. Ferðin var egilig alla tíðina, men long leta gekk, áðrenn nøkur eftiransing loysnaði so mikið, at meguleiki stóðst av: Góður hálvur tími var leiktur, tá Uni (alla tíðina óferur í luftspælinum) vinnur luftbólt eftir langt Kaj Leo útspark. Ólag er í GÍ verjuni, Leivur gerst leysur í hegru, men Jens Martin verjir væl. Nógv av álopsspælinum hjá HB var í vinstru, har miðvellurin (Leivur, Jens Erik og Sámal Erik) hjálptir av verjuleikarun- um við tolni miðvíst tómdu síðuna fyri at skapa pláss fyri forstopp- aranum Niels, sum smoygdi sær í tómrúmið, uttan at nakar ansaði hon- um. Í hesi síðuni spyrst meguleiki burturúr, tá Bogi, sum var konstruk- tivur vongverji til hann skaddur noyðist út mið- skeiðis í 2. hálvleiki, strýkur til baklinjuna, dregur inn í brotsteigin, AAA men út frá bólturin verður illa hagreiddur. Letu seinni ger Jens Martin, sum annars 1. hálvleik tóktist stak settur upp at vinna mál- verju stríðið við Kaj Leo, fyrsta mistakið: Jens Erik (arbeiddi nógv á miðvell- inum) sendir fríspark úr 21 metra fjarsteðu. Bólt- urin stiklar frá GÍ mål- verjanum, men retururin Anton Skoradal, GI jagstrar Gungar Mohr, HB. Mynd: Brandur varð illa viðgjerdur. Kostnaðarmikil mistøk GÍ fekk sterri leikliga yvirvág undan vindinum, og tað var um reppið, at hornasparkssteða og lang- skot frá Paula góvu úrslit. Tað vóru ábendingar um málmeguleikar, men óneyvleiki í avgerandi steðunum bar í sær, at álopsleikararnir ikki komu inn um væl eftirans- andi Heðin og Niels, upp- bakkaðir av Niels Paula. Í samanspælinum gjørdi GÍ-ararnir ov nógv mistek gjørd á veg fram. Slikt bar møguleikar fyri snarålopum vid sær til vandamiklu Una og Gunn- ar. I slikari stødu kom hol å. Trunki stendst av utt- anfyri GI brotsteigin eftir innlegg, Jens Martin loyp- ur púra óneyðugt langt úr málinum, og Gunnar potar fram við honum. HB leikurin gjerdist eitt vet varisligari, og leikligu 2. deild HB—KI 2—2(0—1) Klaksvíkingar | megnaðu at varðveita frásteðuna til hitt felagið, sum bæði hevur lið í fremstu og næstfremstu reð. Og KÍ leikararnir iðra seg um, at teir ikki megnaðu at vinna, tí teir vóru á odda 2—0, tá tað restaðu 11 minuttir. Leikliga hevði tað verið forgjert hjá heimaliðnum, um KÍ fór við báðum stig- unum. HB hevði mest sum alla tíðina meira skip- aðan leik móti einum klaksvíksliði, sum íkki hevur sýnt vánaligari fót- bóltsspæl á árinum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki kom KÍ á odda: Serin Petersen spælir í vinstru miðverjan Heina Hansen, hann dregur í brotsteigin og skjýtur fram við Bárði Johannesen. Í 64. min. økir Aksel Johannesen. Eftir álop í hegru dregur hann inn í brotsteigin og lyftir upp KÍ heppið um Bárða. Tað var um reppið, at KÍ kom upp á 3—0 eftir hornasparks- steðu. Fríðin stútar, men klaksvíkingur steðgar bóltinum, tá hann er á veg í HB málið! HB álopið var óhvast hóast alt greiðari leikliga yvirvág sum 2. hálvleikur leið. 10 min. undan leik- loki dregur Eyðun Sam- uelsen fram við fýra hálv- sovandi klaksvíkingum, John William hálvbjargar skotinum, og Suni Reinert er fyrstur á returinum. Fýra min. undan leik- loki verður javnað sum natúrlig avleiðing av stór- um HB trýsti: Leikandi venjarin, Kári Nielsen, er hægstur eftir diagonal- bólti úr hegru og stútar í handara horn. (-nn-) ———————————Í8E<Jqyð | —|——""""— fyritreytirnar versnaðu, tå bådir Dam brødurnir noyddust út. Men skiftis- leikararnir, Grimur og Petur Hans, stóðu seg væl. Ov lítið hugflog GÍ satsingin fyri útjavn- ing gjerdist alt meira strongd og hugflogsfátek: SGS HERSKE eee SY Svend og Sámal vórðu settir inn fyri Justinussen brødurnar og lítið vanda- miklir skrábóltar vórðu oystir í hevdið á HB verj- uni. Lukkutíð fyri GÍ vendi hevdið á Nielsi skeivan veg eftir skrábólt úr høgru, soleiðis at ann- ars stinni verjuleikarin stútaði fram við Kaj Leo, ið var á veg fram. Javnleikur og meiri GÍ trýst fyri sigrinum. Men í síðsta HB álopinum kom menustingurin: Uni vinn- ur luftdyst við Jens Martin eftir diagonalt frí- spark frá Jens Erik í vinstru, og Niels Pauli flytur bóltin um linjuna. Annar útisigurin til HB, sum tekur móti TB í Gundadali, meðan GÍ í Sandavági skal fóta sær eftir tveir taptar heima- dystir. -nn- HB hevur skorad, og i uppgevandi stili standa landslidsspælarin Alvi Justinussen og fyrrver- andi landsliðsmálverjin Jens Martin Knudsen framman fyri GI-mål- inum. Mynd: Brandur