týsdagur 26. mai 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tíðindablaðið
Mynd: Brandur
itfagur
stevnudystur
Skála—SÍ 4—2(2-1)
1—0: Jógvan Óli á
Fríðriksmerk
1—1: Hilmar Hansen
2—1: John Petersen
3—1: John Petersen
4—1: Agnar Hejgaard
4—2: Arnjohn Petersen
Bygdarstevna var á Skála
um vikuskiftið og leygar-
dagin var borðreitt við
einum frálíkum stevnu-
dysti. 6 mál, 2 brotssperk.
2 reyð og okkurt gult kort
vóru ymiskt av tí, sum
var at síggja.
Bert tríggjar min. vóru
farnir, tá Jógvan Óli á
Fríðriksmerk ódekkaður í
SI brotsteiginum fekk
bóltin úr hegru, og legði
Skála á odda 1—0.
Men í 15. min. bleiv ein
skálamaður skumpaður í
ryggin og vísur í at fáa frí-
spark, tók hann bóltin tá
hann datt, men dómarin
dømdi frispark til SÍ, tí
skálamaðurin tók bóltin.
Frísparkið, sum var beint
uttanfyri brotsteigin,
sendi Hilmar Hansen
beinleiðis í málið, til javn-
leik 1—1.
Bert letu seinni, í 25
min., tók John Petersen
bóltin niður við bringuni
og fluktaði hann í netið til
2-1, sum eisini var hálv-
leikssteðan.
3—1 bleiv tað tá 4 min.
vóru leiktir. Dómarin
demdi brotsspark til
Skála fyri hands. Bíligt
brotsspark, tí bólturin
stekk í hondian uttan at
málmeguleiki fór fyri
skeytið. Men John Peter-
sen sendi málverjan til
høgru og bóltin til
vinstru.
Bert stutta letu seinni. Í
8. min. hálvbjargaði SÍ
málverjin ein hevdara frá
Asbjern Mikkelsen, men
Agnar Højgaard fylgdi
væl upp og ekti til 4—1.
Um miðjan seinna hálv-
leik. Dømdi dómarin
brotsspark móti einum
skálamanni fyri at steðga
bóltinum á mállinjuni við
arminum. Reytt kort og
brotsspark, sum Arnjohn
Petersen sendi í netið til
endaliga úrslitið 4—2.
Eftir hetta vóru bert nøk-
ur kort havd á lofti. Eitt
gult til Skála og eitt reytt
til serving fyri hart spæl.
Til tíðir í seinna hálvleiki
vóru menn heldur harðlig-
ir, og átti dómarin ikki at
givið so langar teymar
sum gjert var.
Servingar vóru ikki væl
mannaðir. Fyrrverandi
málverjin, Heini David-
sen, var í álopinum. Talan
var um fimm skaddar leik-
arar. Men sjálvt um Hilm-
ar Hansen leikti ein góðan
dyst, so vóru servingar ov
stuttir. Verjuleikararnir
eru ov seinir.
Skála leikti serliga í
fyrra hálvleiki góðan og
undirhaldandi fótbólt,
næstan bert við avlever-
ingum fyrstu ferð.
Ein fult uppiborin sigur
til Skála, sum enn ikki er
slitnað heilt úr toppinum.
B36 hevði hepni
Nr. 98 — 26. mai 1992
— VB hevði ikki
Hóast munurin á B36 og VB i Gundadali ikki var so stór-
ur, sum úrslitið sigur, so er einki at liggja omaná, at B36-
viðhaldsfólkini vóru nøgd við at fáa tvey kærkomin stig
B36-VB 3-0 (3-0)
1-0: Jan Poulsen
2-0: Jan Poulsen
3-0: Dånjal P. Johansen
Tað, sum ofta hevur roynst
sum størsti tryggleikin og
skansin hjá vágbingum —
nevniliga verjan — var í
dystinum sunnudagin
móti B36 í Gundadali tað
veikasta punktið á liðnum
— kanska tað einasta veru-
liga veika punktið.
Tað vóru nevniliga í VB-
verjuni, at teir stóru brølar-
arnir vórðu gjørdir, ið
kostaðu málini — í hvussu
er tey bæði fyrstu málini.
Fyrst sleppur tann altíð
vandamikli Jan Poulsen
fullkomuliga ódekkaður at
hóreiggja sær inni móti
málstrikuni, sum hann vil
eina ferð, og tá bólturin
verður sendur fyri føturnar
á honum, misbrúkar hann
ikki risamgguleikan, men
knallar í netið til 1-0. Enn
vóru ikki tíggju minuttir
farnir av dystinum.
Knappliga tíggju min-
uttir seinni er sami Jan
Poulsen — framvegis full-
komuliga ódekkaður —
púra leysur og klårur at
taka ímóti einari smoygd-
ari avlevering, so hann við
fáum fintum sleppur leys-
ur og gkir til 2-0.
Eftir stóðu vágbingar
sum kánus. Teir áttu at
kent sumbingin betur.
VB hevði annars í aðrar
mátar spælt væl, og í hin-
um endanum hevði eisini
leikað hart á, tóat mál ikki
var komið burturúr.
Spæl — men eingi mål
At hava spælt væl, og
kortini vera komin aftur
um við tveimum málum,
var ikki leikur, ið hugaði
vágbingum — og tað skilir
ein og hvør! Men uppgev-
andi vóru vågbingar ikki,
og treystliga hildu teir á í
teirri trúgv, at hepni ikki
bert kundu vera at finna hjá
ðrum partinum.
Hendan triigv var teim-
um tó ikki nóg mikið, og
hóast til tíðir greiða yvir-
vág í spæli, megnaði VB
ongantíð í hesum dysti at
fáa nakað mál. Onkur
kjansur var, men ongantíð
tað stóra.
Hinvegin satsaði B36 við
Kára Reynheim á odda
sum eitt slag av 'play-
maker” við avleveringum í
eystog vest. Kári átti eisini
uppspælið ul síðsta málið
hjá B36, tá hann hegnisliga
spældi bóltin ul Dánjal
Petur Johansen við langari
avlevering tvørtur um vøll-
in. Bólturin lá væl, og
Dánjal Petur smekkaði
hann við dundrandi ferð
upp í trikantin til endaligu
støduna 3-0.
Fantasiloysi
Hetta hendi alt samalt í
fyrra hálvleiki, og vid ti
fantasiloysi, ið valdadi VB
hendan dagin, kundi ikki
annad spyrjast burtur år,
enn at B36 i seinna hålv-
leiki kundi økt enn meira.
Hóast Egil Steintórsson
og hinir á VB-liðnum
royndu at strekkja seg
alt tað teir kundu, rakk
tað ikki til annað enn
ein ísigur móti B36.
Mynd: Jens Kristian
Men tað hendi ikki, hóast
okkurt hendinga tilboð var.
Við hesum sær B36 út til
at hava funnið seg sjálvt
aftur, hóast málini í tveim-
um teimum fyrstu førunum
vóru reinar gávur í verjuni.
Hinvegin er verri vorðið
hjá VB, ið tó vanligaplagar
at klára verjuskyldurnar
betri.
Og longu hósdagin skulu
mistøkini vera rættað, tí tá
kemur KÍ suður á vitjan. Í
so máta fellur hósdagurin
óivað lættari hjá árstals-
liðnum úr Gundadali, sum
Skal til Runavíkar at gesta
botnliðið. Ein garvaður
veddari hevði óivað sett
eitt tveytal fyri tann dystin.
(hj.)
SU LEE.