mikudagur 27. mai 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobuen - Tósfinn Smith
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hilmar Jan Hansen -
Jústinus Eidasgasrú
Eitt heitt før-
oyskt summar
SUMMARFRÍTÍÐIN nærkast
og mong eru tey, sum aftur
hava fingið blóð á tonna:
ferðahugurin dregur. Ljósari
tíðir, sól og summar ljóma
sum kirkjuklokkur í oyrum
okkara. Aftan á eitt ár við
regni og ódnarveðri vilja
mong av okkum bara sleppa
burtur — burtur í onnur lond
at njóta hitan og eitt heilt
annað umhvørvi. Hetta okk-
ara váta og larmandi veðurlag
er orsøkin til, at føroyingar
uppá seg kanska ferðast
meira enn onnur. Mong velja
at fara í Suðurlond, men tey
flestu leggja sær leiðina til
okkurt av grannalondum okk-
ara, helst Danmark og Noreg.
Tær torføru tíðirnar í Føroy-
um í dag fara uttan iva at
minka um ferðingina. Hugur-
in man neyvan vera broyttur,
men møguleikarnir at ferðast
burtur í onnur lond, vegna
pengaloysi, eru nógv, nógv
minni í dag. Ein kann bara í-
mynda sær støðugt vaksandi
Radarstødin á Sornfelli:
Vit hava —
einki sæd
Ton
re
rð
Útgevari; — P/E Sosískurin
Uppseting: Pit Sosialurin
Prent: Pit Pressan 1981 Tsiafon:
Bústaður: Argjavegi 28 Postsdresss: Postsmogu 76
Argjum 118 Tórshern Í
1820 Telafux: 1472 Í
i
1
talið á arbeiðsleysum. Hesi
hava neyvan teir stóru møgu-
leikarnar at fara burtur. Og
hjá mongum av teimum, sum
hava arbeiði, verður eisini tor-
førari at fáa endarnar at
røkka saman, nú alt fer at
dýrka við momsi o.g. tiltøk-
um.
NÚ er tað ofta sólin og eitt
heilt nytt og ødrvisi um-
hvørvi, sum dregur, tá fólk fer
av landinum. Sjálvandi eru
eisini møguleikar at ferðast í
egnum landi, men her spælir
óvissan inn. Nevniliga óviss-
an um veðrið. Besta gávan,
føroyingar kundu fingið í
summar var tí eitt sólríkt og
heitt summar, sum gav teim-
um mongu, ið ikki hava ráð
ella tørv á at fara av landin-
um, meguleikan at njóta og
uppliva okkara egna land.
OG tað er ein sannroynd, at
hóast land okkara er lítið, so
er tað eitt av teimum ríkastu,
tá vit tosa um náttúruvakur-
leika, men aftur her hevur
veðrið so nógv at siga. Hvørja
gleði hevur tú at vitja eitt nú
Viðareiði í summarfritidini,
=
Ho sama
rad galdandi fyri
kvoldið leivdir av fylgisveinum
fungerandi stjórin á Hanr. sigur víðari, at
stødini Mjørkadali tað annars er sera sera
Smidt. Hann sjáldsamt, at partar av
sigur, at um talan hevði = fylgisveinum detta niður
verið um eitt flogfar um hesar leiðir. Tað -Eg må ti siga, at eg
ella ein stórri flúgvandi = plagar at henda í Kyrra- — havi einki boð uppá, hvat
lut so sum partar av havinurm og sum sagt, so hesi fólkini hava sæð
einum fylgisveini, so brenna teir fyri tað sigur Smidt at enda við
høvdu teir sæð hetta á mesta upp í sjålvari Sosialin.
radaranum. Men har atmosferuni. jan
"“TIM4
um har bara er grátt og vátt
veður! Men er veðrið gott, so
er einki sum at uppliva okk-
ara egna land. Og júst gott
veður vildu vit unt serliga øll-
um teimum mongu, sum enn
ikki hava vitjað kring landið
alt. Hugsið bara um teir
mongu náttúrugripir, vit eiga í
hesum lítla oyggjalandinum!
Hevur tú ikki upplivað pláss
sum Mykines, Viðareiði,
Gjógv, Elduvík, Tjørnuvik,
Saksun, Fjallavatn, Dal,
Hvalba, Famien fyri bert at
nevna nøkur av teimum vakr-
astu, so eigur tú nakað til
góðar, nakað tú kanst síggja
fram til at uppliva.
FARA veðurgudarnir ikki at
forbarma seg yvir okkum í
summar, so ber tó eisini til at
ferðast bíliga til grannalond
okkara Danmark, Noreg og
Ísland. Hetta eru eisini frálík
lond at vitja. Og er ferðasam-
bandið eisini sera gott bæði
sjó- og loftvegis.
TAÐ kann minna ikki sørt um
eina sjålvmétsøgn, tá tosað
verður um at troyta ferða-
møguleikarnar í summar, um
Lýsið i sosialinum
somu tíð, sum búskaparligu
trupulleikarnir merkjast al-
samt harðari og landsins
myndugleikar kenna seg
noyddar til at leggja fleiri
byrðar á fólk! Hvussu er og
ikki, so vita vit, at oll fólk
hava brúk fyri at kobla frá so
ella so av og á. Og her skuldi
eitt gott føroyskt summar
verið tann besta úrkoblingin
og harafturat tann bíligasta.
SO fyri tey mongu, sum í dag
hava sera avmarkadar møgu-
leikar at ferðast í onnur lond,
vilja vit bert vóna, at vit fáa
eitt heitt og gott føroyskt
summar. Kanska tað eisini
kundi tikið nakað av broddin-
um av tí dapurskygni, sum er
við at fáa fastatøkur í alsamt
fleiri av okkum. Harvið verð-
ur ikki sagt, at vit ikki eiga at
vera realistisk og lata eyguni
aftur fyri veruleikanum. Men
sum sagt: eitt gott og heitt
summar hevði komið væl við,
hóast alt. Tað kundi havt lekj-
andi ávirkan og kanska tendr-
að í aftur bjartskygnisneist-
an, sum hjá mongum er
slóknaður ella er um at
slókna.