mikudagur 27. mai 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 27. mai 1992
: Sida 3
Tað vóru bjartar vónir, tå Strandferðslan stovnaði deild í Klaksvík, har trý fólk arbeiða. Ein partur av arbeiðinum er
at veita norðoyingum tænastur, t.d. at fólk skuldu koma til teirra, tá tey biløgdu sær ferðaseðil uttanlanda. Nú eru
útlitini, at hesin partur av virkseminum í Klaksvík skal niðurleggjast. Á myndini starvsfólkini á deildini í
Klaksvík. Schumann Hansen, leiðari , Annika Petersen og Sonja Høj, skrivstovufólk
Mynd: Tórfinn Smith
Havnin fer
við ollum
- um bókingarskipanin heldur fram, missa vit
arbeiðspláss, sigur Schumann Hansen, leiðari á
Strandferðsluni í Klaksvík, í viðmerking til
málið, at flyta bókingaryvirlitið frá
Strandferðsluni til Smyril Line
Tað verður bert dupult-
konfekt hjá okkum, at
bókingaryvirlitið yvir
ferðafólk nú skal flytast
yvir á Smyril Line, sigur
Schuman Hansen, leiðari
á Strandferðsluni í Klaks-
vík.
Okkara viðskiftafólk
eru m. o. tey, sum fara
uttanlands at ferðast,
t.v.s. við Smyril, Norr-
ønu og flogfeløgunum.
Nordoyingar koma inn
til okkara, og so skipa vit
fyri ferdasedlum og gør-
um í sambandi vid ferð-
ina.
Missa viðskiftafólk
Henda umlegging hevur
við sær, at vit missa hesi
viðskiftafólk - Havnin fer
við teimum.
- Tað er neyvan nøkur
sparing í hesum. Fólk
ringja til okkara, og so
Skulu vit ringja til Smyril
Line, og síðani geva við-
skiftafólkum boð um bí-
leggingina.
Tað er alt meira sjón-
ligt, at ferðafólkastreym-
urin skal stýrast úr
Havnini. Vit hava onga
kunningarstovu í Norð-
oyggjum, og tí verða allar
ferðir hjá ferðafólki
bílagdar og lagdar til
rættis í Havn, har eini
tríggjar kunningarstovur
eru.
Ferðafólk goldið
forút í Havn
- Tá ferðafólk koma
hendavegin, hava tey gold-
ið fyri ferðaseðilin, og
fara við bussrutuni til
Viðareiðis - og annars
síggja vit tey ikki aftur.
- Tað er greitt, at heldur
henda skipan fram, so
missa vit arbeiðspláss,
sigur Schumann Hansen.
Ætlanin við deildini hjá
Strandferðsluni í Klaksvík
var upprunaliga tann, at
Kunningarstova skuldi
stovnast aftur, við tilknyti
til Strandferðsludeildina í
Klaksvík.
Ferðamannaráð
Føroya gjørt uppskot
Ein arbeiðsbólkur innan
Ferðamannaráð Føroya
hevur gjørt uppskot um,
hvussu hetta skuldi mynda
seg kring landið alt, men
nú verður tað helst av
ongum, vegna sparingar.
- Urslitid verdur helst
eisini, at ferðafólk ikki
fara at ferðast so nógv ult-
an fyri Havnina - undan-
tikið tær ferðir, sum verða
skipaðar, bílagdar og gold-
nar í Havn.
Dagny
Framsýningin
Ull og Skinn
- seinasta freist at lata lutir
inn, er 17. juni
Áhugin at 1ata lutir til
framsýningina Ull og
Skinn, sum verður á
ólavsgku, er stórur.
Hetta sigur Súsanna
í Jákupsstovu, sum er
limur í arbeiðsbólki-
num fyri tiltakið.
17. juni er dagurin,
tå allir lutir til fram-
sýningina skulu verða
sendir arbeidsb6lki-
num, og í hesum sam-
bandi hava nógv fólk
vent sær til limir í ar-
beiðsbólkinum, av tí
at tey ivast um, hvørj-
ar treytir eru fyri, at
luttaka å framsyning-
ini.
I lysingini fyri fram-
syningini stendur
m.a.: "ávís krøv verða
sett til formgávu og
góðsku, og mett
verður, um veran er
egnað tl hóp-
framleiðslu". Hetta
hevur skapt ein ávísan
iva millum áhugaði,
og ti vil arbeiðs-
bólkurin greiða nærri
frá, hvat hugsað verður
um í hesum sambandi.
Súsanna í Jákups-
stovu: - Formgáva er
føroyskt orð fyri "de-
sign", Lv.s. at nevnd-
in, sum velur lutir út
til framsyningina,
metir um útsjónd,
brúk og góðsku.
Tað er eingin treyt
at veran skal hópfran-
leiðast, ella bert
framleiðast. Tað ber til
at senda staklutir, eins
væl og lutir, sum
longu eru i
framleidslu, ella hugs-
andi verða tað í fram-
tíðini.
- Eitt endamál við
framsýngini er eisini
at vísa á nýggja voru,
sum kann seljast m.ø.
ferðafólki í Føroyum,
og tá er ivaleyst eisini
rætt at hugsa um rími-
liga hópframleiðslu,
sigur Súsanna í Ják-
upsstovu.
Einasta treyt fyri at
iuttaka í framsýningini
er at lutirnir eru gjørdir
úr føroyskari ull ella
føroyskum skinnum.
Øll tøkni er loyvd,
t.v.s. at tú kanst binda
í hond, veva, hekla,
spinna á vanligum
rokki, tøva, heimabar-
ka rod, seyma i hond,
eins og tå kanst nyta
maskinur tl hetta ar-
beiði.
Endamálið við fram-
sýningini "Ull og
Skinn" er at vísa á
nýggja vøru, og satt at
siga ahva vit eisini
tosað um nógv annað
tilfar, men nú
framsýningin og kapp-
ingin skal verða á
fyrsta sinni í ár, hildu
vit tað verða rættast at
avmarkað til áður
nevndu evni.
- Verður tiltakið væl
eydnað, er ætlanin lon-
gu í vetur at hava
fjøllbroyttari
sølusyning, og
vónandi seinni - eina
fasta sølusølubid, við
væl merktum verum,
evnað úr føroyskum
tilfari, og kanska
eisini at slíkar sølu-
búðir kunnu stovnast
kring landið.
Arbeiðsbólkurin fer
undir hetta tiltakið, av
tí at tey vita, at bæði
einstaklingar og bólkar
ymsastaðni arbeiða við
líknandi málum, og
halda, at tað bert er at
fegnast um.
- Øll tey, sum longu
arbeiða vid ætlanum
um framleidslu, vil ar-
beiðsbólkurin fegin i
samband við, og eru
tey eisini hjartaliga
vælkomin at senda lut-
ir inn til sýnis ella /og
sølu. Vit halda, at júst
okkara arbeiði er neyð-
ugt at samskipa so-
leiðis, at øll í felag
kunnu menna og
mennast, sigur
Súsanna í Jákupsstovu
í tíðindaskrivi.
Lutir, sum í seinasta
lagi skulu verða ar-
beiðsbókinum í hendi
17. juni, kunnu send-
ast til: Ragnu Nicla-
sen, á Heygnum Mikla
13, Tórshavn og Fíu
Petersen, Dalagøtu 27,
Tórshavn.
Dagny