mikudagur 27. mai 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 27. mai 1992
Síða 11
Absolutt minsta krav til Javnaðarflokkin:
Haldið tey 10 boðini
- >Javnaðarflokkurin fór til val upp á 10 boð, sum flokkurin
setti sær fyri at gjøgnumføra. Tað allar minsta vit kunnu krevja
av flokkinum, er at hann gjógnumfórir hesi boðini.
Men tað týdningarmesta av teimum er at fáa fólk aftur í ar-
beiði<, sígur Petur Páll Mikkelsen, formaður i SU í Eysturoynni
Mm. a..
Samrøda við Petur
Páll Mikkelsen,
formann í SU í
Eysturoynni
Nú eru nærum tvey ár
runnin síðani vit høvdu
val, og Javnaðarflokkurin
gjórdist nógv stórsti
flokkur á ungi. Fleiri hava
verið frammi, sum hava
víst sína misnggd við
Javnaðarflokkin, tí hann
hevur ikki hildið vallyfti-
ni, verður sagt. Serliga
andstødublødini (tey, ið
taptu valið) hava koyrt
serliga fram við hesum.
Men, eisini innan Javnað-
arflokkin, er onkur, ið
finst at.
Ikki heilt nøgdur enn
Vit hava vent okkum til
formannin i Sosialistisk
um Ungmannafelag í
Eysturoynni, Petur Páll
Mikkelsen, og spurt hann,
um hann er nøgdur við
førda politikk Javnadar-
floksins:
- Nei, tað kann eg ikki
siga. Tá vit fóru í sam-
gongu við okkara størsta
måtstøduflokk, so kanst
tú spyrja, hvat vit brúktu
valsigurin til! Fyri nógvar
javnaðarveljarar var hetta
eitt stórt vónbrot.
Javnaðarflokkurin fór til
val við einari vælskipaða-
ri valskrá. Hon var í 10
punktum:
Fyri fleiri av javnaðar-
veljarunum hava einstøk
av hesum punktum serli-
IAUVRUN-
averkinum
=
Petur Páll Mikkelsen: - Tað tydningarmesta av teim-
um 10 boðunum hjá Javnaðarflokkinum er at fáa fólk
aftur í arbeiði. Vit mugu ikki fáa eina skipan, sum
pensjonerar fólk á ungum aldri - tað vildi verið ein
syndarlig mannalagna at fingið.
gan áhuga. Serstakliga
fjórða boð, sum sigur at
vit skulu fáa fólk aftur í
arbeiði. Undir undanfarnu
samgongu vaks arbeiðs-
loysi nógv, og vóru vit
fleiri sum væntaðu, at
Javnaðarflokkurin fór at
seðga hesi gongd. Tað 10-
vaði hann - segði at tað
bar til! Hesum bíða vit
framvegis eftir - arbeiðs-
loysi veksur enn dag frá
degi!!!
Tey 10 hoðini, Javnaðarflokurin
setti sær fyri at gjøgnumføra
Vit skuldu fáa føroyska samfelagið í gongd aftur
vit skuldu fáa javnvåg aftur í figgjarstødu hins almenna
vit skuldu bjarga fiskastovnunum á Føroyaleidini
vit skuldu fáa fólk aftur í arbeiði
vit skuldu vinna álitið á Føroyar aftur í útheiminum
vit skuldu seta í verk dygga umhvørvisvernd á sjógvi og landi
vit skuldu varðveita tænastustødi hjá skúla- heilsu- og almann-
vit skuldu gera eina rættvísari skattalóg
vit skuldu loysa undirgrundarmálið og gera sjálvstýrislóg
0. vitskuidu gera fríhandilsavtalu við EF
Boðini mugu fylgjast!
Skal = Javnaðarflokkurin
gera sær nakra sum helst
vón um, til eitt komandi
val, at fáa undirtgku
millum veljararnar, mugu
hesi boð verða fylgd, men
enn vantar nógv í.
Væl veit eg, at hetta als
ikki er lætt, men gongdin
skeiva vegin er íkki
steðgað enn. Arbeiðsloys-
ið bert veksur, og tað er
størsta vandamálið í sam-
felagnum í dag. Nógv av
teimum ungu, ið komu úr
skúlanum í summar, hava
ikki fingið arbeiði enn. Úr
Danmark vita vit, at nógv
ung hava gingið arbeiðs-
leys i. 10 - 20 ár, og sam-
felagið nú bjóðar fleiri av
teimum eftirlón í úmíð
Hugsið tykkum eina slíka
mannalagnu. Hetta má
ikki henda her hjá okkum,
tí má alt gerast, ið møgu
ligt er, at fáa arbeiði til
allar hendur.
Tær skerjingar, ið hava
verið framdar innan
skúla-, heilsu- og almann
averkið mugu steðgast nú.
At Fólkaflokkurin vil
skerja á hesum gkjum,
undrar meg ikki, men
Javnadarflokkurin, ið skal
eitast at vera verji teirra
veiku í samfelagnum,
kann ikki ganga við til
slíkt.
Steðgið
lokalpolitikki!
Tann ofta sera kostnaðar-
mikli lokalpolitikkurin
sær enn út til at hava fast-
atøkur á okkara politikk-
arum. Tiverri hava vit
eisini í hesi samgongu
sæð, at 17. maðurin spæl-
ir við vøddunum, fær
hann ikki hetta ella hatta.
Í hesum sambandi slepst
ikki undan at nevna und-
irsjóartunnilin. Eg skilji
sera væl, at vágafólk vilja
hava fast samband um
sundið, og eg vænti eisini,
at tunnilin kemur fyrr ella
seinni. Tó er tað vælskilj-
andi, at fólk flest kring
landið eru ivasom, serliga
eftir allar tær dýru iløgur,
gjørdar vóru í 80'unum, t.
d. Gamlarætt v. m. Hesar
ílógur fingu vágafólk
lítlan lut í, men fyri tað er
ikki sagt, at rætt er at fara
undir hetta arbeiðið nú.
Kunnu vit vera vís í, at
kostnaðarmetingin fer at
halda, og hvussu er við
vandanum fyri lekum? -
Kunnu teir ikki gera, at
tunnilin verður ónýtilig-
ur? - Í øllum fórum er
týdningarmikið, at alt er
væl og virðiliga kannað út
í æsir, áðrenn nakað
arbeiðið fer í gongd.
| Meiraúr —
arsfragreidingini
Norðurlendskt samarbeiði
Samarbeiði okkara úteftir við brødrafelags-
skapir er eftir hondini vorðið rættuliga gott.
Vit hava nú í 13 ár verið limir í Foreningen
Nordens Socialdemokratisk Ungdom, FNSU.
Eisini eru vit limir í UISY, sum er tað heim-
sumfatandi ungmannafelagið, sum svarar til
Sosialistiska Internationala. Hetta samarbeiði
er ikki so stórt, av góðum grundum, tí
høvudssætid liggur í Wien, og okkara fíggjar-
ætlan setir her sínar nátúrligu avmarkingar. -
Men vit hava kortini verið við til onkrar sum-
marlegur, sum felagskapurin skipar fyri á
hvørjum ári.
1 fólk, sum vit
y, sum í framtíðini
koma at mynda norðurlendsku javnaðarflokk-
arnar, og
Her kann eisini nevnast, at fyrsti for-
Vid
jå VÁ a 11 NArÁð lend " e føl
Narvið elsini norðurlendsku samfei-
øgini
SVENSKI Íorsætismalari Ingvar Carls-
son
Á ráðsteynu í Finnlandi
I februarmánað vóru so trý fólk úr SU í Fin-
landi á ráðstevnu hjá FNSU. Á hesi ráðstevnu
var tosað serliga nógv um EF. Júst tá hevði |
finska stjórnin tikið avgerð um at søkja um
limaskap í EF. Hetta var rættuliga fag
javnaðarungdóminum, serliga úr
Svøriki og Finlandi.
Har var skipað fyri pallborðsfundi, har yms-
ir javnadarmenn úr Danmark, Svøriki og Fin-
landi royndu at sannføra okkum um, hvussu
gott tad er at gerast limur i EF.
Vit royndu, saman vid islendingunum, at
grundgeva fyri okkara sjónarmiðum um at
standa uttanfyri. Nakrir av okkara norðurlend-
sku vinum skilja støðu okkara - men enn ikki
allir - so her gera vit eitt miðvíst arbeiði.
Kortini, so mugu vit viðganga, at trýstið
gerst stórri og størri, tí øll Norðurlond, eisini
Ísland og Grønland nærkast EF og undirtøkan
er vaksandi - eisini í javnaðarflokkunum. Vit
kunnu kanska skilja, hví vinir okkara á fast-
landinum vilja gerast limir í EF. Hetta nýtist
ikki at nerva samstarv okkara. Men okkara
stóra uppgáva er at fáa teir at skilja, hví tað er
best hjá okkum at standa uttanfyri. Hetta ar-
beiði er í gongd og tað fer at eydnast!
Á umhvørvisstevnu í Íslandi
I oktobermánað skipaði brødrafelag okkara í
Íslandi, Samband Ungra Javnaðarmanna, fyri
eini umhvgrvisstevnu, har serligur dentur va-
rd lagdur á havumhvørvid. Á hesi stevnu tóku
fimm umboð úr Føroyum lut, saman við
grønlendingum og íslendingum. Hetta skeiðið
var figgjad gjøgnum norðurlandaráðið.
Burtur úr hesi stevnu kom ein rapport,
sum helst skal liggja sum grundarlag fyri ein
felags nordurlendskari umhvørvisstevnu fyri
javnaðarungdóm.