hósdagur 28. mai 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tiðindablaðið
Karstin Hansen, sýslumaður í Klaksvík:
Meira ófriður undir .
føroyskum dansi
--Og vit rokna eisini við meira ófriði, tá lýst verður til gamla-
mannadans, sigur hann
Hóast ólvenaður og ófrið-
ur ofta verður tengdur at,
at ung hittast í dansi, so
eru royndirnar hjá poli-
unum í Klaksvík ørvisi.
-Tað er oftast slagsmál,
tá lyst er ul føroyskan
dans og gamlamannadans.
Tá lýst er ul gamlamanna-
dans er ofta rok. Eg veit
ikki hví hetta er, men
orsøkin er helst, at meir
mannfólk er savnað saman
á, sigur Karstin Hansen.
-Tað var ikki føroyskur
lansur fyrr, uttan at onkur
før til hendurs. Í dag er
ikki nógvur harðskapur í
lansi, men tá menn bresta
saman í dag, so er tað
oftast ógvusligari enn fyrr,
sigur sýslumaðurin.
Svav tríggjar
ferðir á stødini
Detentiónin á politistød-
ini í Klaksvík verður nógv
nýtt á Nordoyarstevnu.
--Fólk koma inn her og
sova rúsin út. So skjótt tey
eru so fræg, so verða tey
koyrd útaftur. Tað er eitt
sindur ójvant hvussu nógv
fólk yvirnátta hjá okkum,
men talið liggur vanliga
frá 15-30 fólk, sigur Kar-
lr
vv
Karstin Hansen, sýslumaður situr her í tí eina klivanum á politistødini í Klaksvík
stin Hansen.
A poliustødini i Klaks-
vík eru tvær detentiónir
ella klivar, sum tað eitur á
føroyskum. Ti er neyðugt
hjá politiðnum at reiða
upp aðrastaðir á stødini á
Norðoyarstevnu.
—Vit hava nakrar mad-
rassur og so leggja vit fólk
ymiskarstadir.
-Fyri nøkrum árum síð-
an minnist eg, at ein mad-
ur svav triggjar ferdir å
stødini innan eitt sam-
døgur. Hann kom
ongantid av havnaøkinum
og fekk ikki nógv burturúr
stevnuni. Vit eygleiddu
hann, so skjæott hann var
farin útaftur. hitti hann
onkran kenning, sum
bjóðaði honum snaps og
so datt hann av, beint har
sum hann stóð, sigur
Karstin Hansen.
Nr. 100 — 28. /29. mai 1992
yndir:
Kalmar
Eykamanning
Á Norðoyarstevnu fær
fasta manningin á politi-
stødini í Klaksvík hjálp úr
Eysturoynni og úr Havn.
Tað er serliga norðoyar-
stevnuaftan, at nógv er at
gera og tá er ikki nóg-
mikið við teimum níggju
politistunum, sum hoyra
til støðina.
—Vit kanna nógvar bilar
á Norðoyarstevnu, eg
haldi, at hetta virkar fyri-
byrgjandi uppá rúsdrekka-
koyring og fær fólk at seta
bilin við hús, sigur Karstin
Hansen.
-Men seinnu árini eru
alt fleiri ung, sum koma á
Nordoyarstevnu við bili,
tey búgva í bilinum og har
verður ballast. Annars er
Norðoyarstevnar broytt í
dag. Í dag kemur nógv
fulkt fólk á stevnuna, tá
hon byrjar, félk sum ikki
eru før fyri at vera á
stevnu. Men nú fer eisini
ein stórur partur av fólk-
inum avstaðaftur bein-
anvegin aftaná kapp-
róðurin. Teistin siglir
beinleiðis til Havnar. Og
hetta førir við sær, at
sunnunåttin verður frida-
ligari, sigur Karstin Han-
sen.
jústinus
John Reid Bjartalíð:
Nr. 100 — 28./29. maí 1992
tíðindablaðið
Ikki slepst utt-
anum John Reid,
tá tosað verður
um Norðoyar-
stevnu. Hann er
"the grand old
man" og hevur
åtroyttiliga
stríðst fyri fri-
tíðarvirkseminu
m í Klaksvik.
Ein onnur mentan
--Andin yvir NorØoyatstevnunum nú er ikki tann
sami sum fyrr, mentanin er broytt, eg helt
stevnuna vera hugnaligari fyrr, tá fólk lógu nátt
sigur hann
Tá ein skal skriva nakað
um Norðoyarstevnu, so er
ringt at sleppa uttanum
"the grand old man" innan
ítrótt og annað frítiðar-
virksemi í Klaksvík, John
Reid Bjartalíð. Og hann
hittu vit eisini týsdagin, tá
vitjaðu. Fittur og blíður
sum altíð og hóast upp-
gevandi, tá vit spurdu
hvussu visti við, so
hoppaði hann í kring í
stovuni sum ein 76 ára
gamal unglingi, og kom
rættuluga í essið, tá vit
fóru at tosa um norð-
oyarstevnur fyrr.
Heimið hjá John Reid er
áhugavert í sær sjálvum, tí
hann hevur altíð livað við
ødrum beininum i for-
tíðini, væl at merkja tað
positiva í fortíðini, og ikki
bara myndirnar á vegg-
inum,og bøkurnar vísa, at
vit eru millum høgt
mentað fólk. Eisini prát-
ingarlagið hjá fyrrverandi
Kl-bossinum. John Reid
Bjartalíð er eitt barn av
ríku og positivu háskúla-
tíðini. Hendan tíð hevur
merkt hansara hugburð og
skriving og ger tað fram-
vegis.
Byrjaði í 1936
Norðoyarstevnan varð
fyrstu ferð hildin í 1936.
Og at Norðoyarstevnan
júst verður hildin mánað-
arskiftið mei/juni er ikki
av tilvild.
-Hetta kemur frå ti
tidini, tå islandsmidini
vóru álitið hjá føroy-
ingum. Skipini vóru júst
komin heim av Suður
landinum um hesa tíðina
og fólkið var heima. Tað
vóru Hákun Djurhuus,
Sámal Petersen, Petur
Joensen, Símun Andreas-
sen og Jóhan Rasmussen
sum skipaðu fyri, sigur
John Reid Bjartalíð.
-Fyrstu ferð er kom
uppi at skipa fyri Nord-
oyarstevnu var i 1946.
Hetta var eisini fyrsta årid,
at fritidar og
ítróttarfelggini i Klaksvík
skipaðu fyri. Eg róði eisini
kapp hetta árið við einum
seksmanna
fari, men vit taptu. Við
fótbóltinum gekst betri.
Vit spældu móti TB og
vunnu 2-1. Av temum
sum tá vóru við á KÍ
liðnum eru vit bert fýra
eftir á lívi, sigur John
Reid Bjartalíð.
Friðarstevna
Ongin Norðoyarstevna
varð hildin undir krígnum
og Hákun Djurhuus skip-
aði so fyri stevnu í 1945.
Hesa stevnuna minnist
John Reid Bjartalíð sera
væl, tí tað var nakað ser-
ligt yvir hesi stevnu.
--Kríggið var júst av og
fólk vóru glað í sinninum,
ein myrk tíð fyri sjófólkið
var av og tað setti dám á
stevnuna, sigur hann.
Fólkafundir
Tíðin aftaná kríggið og
til fimtiårini byrjaðu var
fólkaháskúlatíðin mikla
hjá John Reid. Hann var
eitt ár á Vallekilde og
fleiri á Askov og hetta var
ein rík tíð.
Síða 15
-Í 1948 hildu vit fyrsta
fólkafundin á Norðoyar-
stevnu og hesir fundir
hava síðan sett sín serliga
dám á stevnuna, sigur
John Reid Bjartalíð.
Og hvat fer so John
Reid at gera á Norðoyar-
stev-nu?
-Nú eri eg so gamal, so
eg veit ikki, men til
kappróðurin farið eg, og
fólbóltdyst, hver veit.
Annars ætli eg mær á
midnáttarsamkomuna og á
fólkafund. Annars plaga
nógv fólk at støkka inná
gólvið, tað er eisini ein
hugnaligur partur av
stevnuni, sigur John Reid
Bjartalíð.
jústinus
Hendan myndin
verður sega
Hetta verður seinastu ferð at
klakksvíksingar loysa rúsdrekka
út á hendan hátt til Norðoyar-
steynu
Myndin ertikin klokkan
trý týsdagin. Fólk frá
posthúsinum í Klaksvík
eru í ferð við at tóma eina
bingju við rúsdrekka til
norðoyarstevnuna.
Hetta verður seinastu
ferð, at rúsdrekka kemur
til norðoyarstevnu á
hendan hátt. Við nýggiu
rúsdrekkalógini kann ein
fara inná einkarsøluna o;,
keypa tað ein hevur brúk
fyri og skamtingin fellur
burtur. Tú kann keypa
eina ella túsund fløskur.
Er nógv rúsdrekka
komið til stevnuna i år?
--Fyrst í vikuni sá tað út
sum lítið var bestilt, men
nú hava brøvini streyma
inn, so tað verður
nógmikið av brennivíni á
Norðoyarstevnu, øll fáa
nokk, sigur Jóin Sigurð-
sson, leiðari á posthús-
inum.