Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 100 — 28./29. mai 1992 Fríggjadagin kl. 16.00: Familjan Munster Tá ið abbin verður snýttur fyri fleiri døg- urðar og oman á alt ikki vil siga, hvat er í svertu taskuni, verður Herman sann- førdur um, at hann hevur ábyrgdina av fleiri morðum, sum eru framd á sama hátt, sum hjá Jack the Ripper. Tá ið log- reglan verður biðin at hyggja í taskuna, verða teir bilsnir. Fríggjadagin kl. 18.35: The Aviator Am. filmur frá 1985. Segan fer fram í ár- unum eftir fyrra heimsbardaga. Flog- skipararnir eru hetjurnar í krígnum, og Edgar, ein teirra, er plágaður av ringum minnum um kríggið. Ein dagin noyðist hann at fara við Tilly, einari ungari gentu, í flogfarið. Tey hata beinanvegin hvert annað, og steðan verður ikki betri, tá ið tey noyðast at verða saman leingi — í einum bardaga, har tey berjast fyri at yvirliva. Fríggjadagin kl. 22.55: Kojak Kojak heldur tað vera legið, at fleiri menn, sum allir hava vitjað somu kirkju, gera sjálvmorð. Men hóast gjøllari kann- ingar, tykjast andlátini gátufer. Tað tyk- ist sum teir deyðu hava tikið ein loyni- dóm við sær í grevina. Leygardagin kl. 17.00: Airwolf HXI Ein flogvøllur fær stóran skaða og tann ótrúliga HX1 maskinan tykist at vera orsekin. Hawke heldur seg við vissu vita, at tað var beiggi hansara, Saint John, tann einasti sum dugir at fáast við ta maskinuna, sum hevur framt skaðan. Men hann skuldi verið deyður fyri fleiri árum síðani. Leygardagin kl. 19.30: Pope of Greenwich Village Am. filmur frá 1984 við Mickey Rourke, Eric Roberts og Daryl Hannah í hevuðs- leiklutunum. Charlie arbeiðir sum tænari og hevur útvegað systkinabarni sínum, Paulie, arbeiði á somu matstovu. Charlie býr saman við Diane, sum arbeið- ir sum work-out instrukterur, og ell eru illa fyri fíggjarliga. Paulie roynir at fáa fleiri pengar vid at falsa matstovurokn- ingarnar, men tað endar við at bæði hann og Charlie missa arbeiðið. Men Paulie veit ráð, hann veit hvussu teir kunnu ger- ast so ríkir, at teir kunnu liva av tí rest- ina av lívinum... Leygardagin kl. 23.50: Death Rides a Horse It./ Am. westernfilmur frå 1969 vid John Philip Law i høvudsleiklutinum. Eftir at familjan hjå Bill er myrd av nøkrum ræduligum brotsmonnum, ætlar hann undir øllum umstødum at fåa hevnd. Fimtan ár ganga, áðrenn tað eydnast at finna drápsmenninar. Men hatrið er líka stórt enn. Ryan, ein av leiðarunum, hevur sitið í fongsli í fleiri ár, tí hinir í bandanum slatraðu um hann. Hann ætlar eisini hevnd. Av tilvild hittast Bill og Ryan. Bill veit ikki, at Ryan var við at myrða familju hansara, og teir leggja saman ráð móti hinum... Sunnudagin kl. 16.00: An-Magritt Norskur filmur frá 1969. An-Magritt hevur verið úti fyri eitt sindur av hverj- um. Hon er neyðtikin inn í lívið, og mam- ma hennara varð dømd til deyða fyri at hava verið saman við einum tilvildarlig- um hermanni. Mamman leyp í ánna, og tað verður gamli abbin Klempen, sum bjargar lívinum hjá An-Magritt. Men hon er sjálv eitt barn, tá ið hon noyðist at klára seg sjálva. Hon noyðist at útvega sær og abbanum mat. Hon stendur einsa- møll millum menn, og noyðist at stridast sum teir… . Sunnudagin kl. 19.30: 79 Park Avenue Tá ið mamma Marju, Kaati, ger av at gifta seg vid Peter Markevice, dugir Marja ikki at taka eina avgerð. Fyri tíð- ina er hon saman við teimum monnum, Ross Savitch, sum hon heldur vera sera »sjarmerandi«, og Mike Koshko, sum er vinmadur hennara. Ross er sonur ben Savitch og Myrnu, sum ikki er fegin um at sonurin er saman vid Marju. Tey eru komin fram å Marju nakna inni hjå teim- um bert vid gimsteinunum hjå Myrnu uppi å sær. So fær mamma Marju tu- berklar, og Ross hjålpir Marju at fåa ar- beidi — i einum dansihøli, har hon skal dansa vi monnunum. Fosturpåpi henn- ara er ónærisligur ímóti henni, og hon må nýta harðskap fyri at sleppa undan hon- um. So fer hon á ein skúla fyri ung, sum hava trupulleikar, og tá ið hon er liðug við skúlan, uppdagar hon, at tað at »Strippa« gevur ikki nóg mikið av peng- um at gjalda sjúkrahúsrokningar við. Hon fer til madan Vera í Park Avenue, sum rekur eitt horuhús... Mánadagur kl. 22.45: Fótbóltssgga Bretskur dokumentarfilmur í trimum pertum um fótbóltssegu. Farið verður langt aftur í tíðina, fleiri túsund ár, til Kina og Hellas, at síggja, hvussu alt byrjaði. Mánadagin kl. 23.50: Twilight Zone Melanie Mayron í leiklutinum sum tann illa viðfarna húsmóðirin, sum fær eina gávu, sum fær eði í hana — og sum elvir til nakað ræduligt… Týsdagin kl. 18.35: The Funelli Boys Am. sendireð frå 1991. Tann sum sigru, at ein ongantíð flytur heimaftur, eftir at hava flutt úr reiðrinum, hevur ikki hitt brødurnar Funelli. Fýra vaksnir beiggjar úr einari italskari familju, sum flyta heim aftur til mammu sína, tá ið alt annað mis- eydnast. 1. partur. »Mamman« Theresa Punelli ynskir sær eina róliga pensiónistatilveru í Florida, eftir at hava selt húsini í Brook- lyn. Men hjá henni gongst ikki eftir ætlan. Hon eigur fýra synir, sum allir hava roynt seg sum vaksnir menn, men tað gongst illa hjá teimum... Mikudagin kl. 19.05: Wiseguy re Stjørin, har Vinnie arbeidir, hevur sagt upp, og Vinnie verdur bodid starv sum leidari i granskingardeildini. Men hon hevur ikki åhuga, og sigur nei takk. Mc- Pike sigur, at hon må taka av ella fara. Hon fer til sitt heimliga umhvørvi at hugsa um steðuna... Mikudagin kl. 20.00: Bludveien Norskur filmur frá 1955. Týskararnir gera eina fangalegu nærhendis garðinum hjá Ivar. Eitt kveldið koma nakrir jugo- slaviskir krígsfangar. Millum teirra er partisanleiðarin Miljan og ungi sonur hansara, Junko. Ivar og starvsfelagi hansara, Ketil, hjálpa fangunum so frægt teir kunnu, at fáa mat og drekka. Junko eydnast at flýggja, og týskararnir seta alt á ein enda at finna hann... Hósdagin kl. 19.05: Capital City Tað er mánamorgun, og eftirsum mark- naðurin seinastu tíðina hevur verið ótryggur, er steðan spent. Declan Mc- Connochie hevur trupulleikar við nekr- um virdisleysum partabrevum, sum hann noyðist at finna ein keypara til, annars fær hann trupulleikar við leiðslu- ni. Talbot hevur eisini trupulleikar — men av eðrum slag. Kona hansara er farin frá honum — og hann noyðist einsa- mallur at ansa barninum samstundis sum hann arbeiðir. John Wayne. Hósdagin kl. 20.00: The Cowboys Am. western frá 1972. Gullfepurin er byrjaður, og teir vaksnu menninir fara at leita, noyðist Wil Andersen, ein eldri bóndi at leiga ellivu unglingar at hjálpa sær at reka 1200 neyt 400 fjórðingar. Á vegnum gerast allir vaksnir menn... Hósdagin kl. 22.20: Paradise Club Leslie KGrantham og Don Henderson. Ensk sendirød i tiggju pørtum, sum fer fram i London. Brødurnir Kane hittast fyri fyrstu ferð í fleiri år til jarðarferðina hjá mammu teirra. Frank er ein góðhjart- aður maður og er prestur, men honum dámar væl at spæla um pengar, serliga í hestakappingum. Yngri beiggi hansara, Danny, hevur livað hinumegin lógina... Útvarp Føroya Sunnudagur kl. 13.00: Lómurin hevur vorpið Fuglaáhugað fylgja væl við lóminum kring landið. Perini reu bara eini 12-15 í tali og spennandi er, um nakar ungi kem- ur undan. Petur Mortensen hevur sein- astu árini fylgt væl við lóminum í tjarn- unum oman fyri Eiðisbygd. Vit hava ver- ið ein túr á heiðini saman við Peturi. Hetta er eisini tíðin, tá menn gera bát- in út. Motorurin er álitið í bátinum og vit hava tosað við Jákup Olsen um viðlíka- hald av bátamotori. Jóhann Mortensen leggur til rættis.