Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 25 EYÐUN KLAKSTEIN Tá ið GÍ og HB herfyri spældu týðandi steypadyst í Gøtu, kláraði GÍ at vinna dystin við máli í evstu løtu. Ungi maðurin, sum gjørdi hetta málið, skoraði fyri fyrstu ferð í 1. deild, men var tað rætt, átti hann at gjørt mál fyri VB. Men Símun Samuelsen gjørdi í januar av, at nú skuldi hann royna fótbóltseydnuna í Gøtu. – Eg helt ikki, at eg rættiliga slapp upp í part í Vági, tí eri eg komin norðureftir at royna meg, sigur 17 ára gamli spælarin, sum hevur verið við á trimum ung- dómslandsliðum. Tað var ikki nóg mikið fyri hann at spæla á næstbesta liðnum í Vági, og hann vil meira enn at verða skiftur inn í trimum lands- kappingardystum í eitt heilt ár, so- leiðis sum tað var í fjør. – Ein týðandi orsøk til, at eg eri komin til Gøtu at spæla, er venjar- in. Krzyztof vandi meg í Vági, og hann gav onkran kjansin á besta liðnum. Hevði tað ikki verið fyri hann, so var eg neyvan komin til GÍ at spæla, sigur hann. Gera mat og vaska klæði Símun Samuelsen býr nú í Gøtu, og hann gongur í fyrsta flokki í Studentaskúlanum á Kambsdali. Stórur partur av frítíðini fer til fótbóltsspælið, sum hann brennir so nógv fyri. – Í fyrstu tóku tey meg ikki rættiliga fyri fult í Vági, tá ið eg segði, at eg fór norður eftir at spæla fótbólt, men tey funnu út av, at tað var álvari í tí, tá eg fór avstað í januar, sigur hann. At fara úr heimbygdini sum 17 ára gamal og í aðra bygd at búgva, hevur eisini nógv nýtt við sær. – Tað er ein stór broyting at fara úr Vági og koma norður til Gøtu at búgva. Her passi eg meg sjálv- an, geri mat og vaski klæði. Tað er ikki akkurát nakað, sum eg tími so væl, men eg verði noyddur at gera tað, sigur hann. – Eg eri væl móttikin í Gøtu, og nú havi eg eisini fingið nýggjar vinir, so eg angri ikki, at eg fór avstað. Tað ber altíð til at fara suðuraftur, og í øllum førum fái eg nakað burtur úr hesum. Eg verði uttan iva meira sjálvstøðug- ur, og vónandi kann eg eisini menna meg sum fótbóltsspælari. Stórur áhugi í Gøtu Símun heldur, at tað er eitt sindur av muni millum Vág og Gøtu, tá ið tað snýr seg um fótbólt. – Fótbóltsáhugin í Vági er stór- ur, men tað virkar, sum um áhug- in fyri fótbólti er eitt sindur størri í Gøtu. Her hava tey ikki so nógv- an annan ítrótta at ganga uppí, og tí hevur fótbólturin sera nógv at siga. Eg haldi eisini, at GÍ er eitt betri skipað felag, enn VB var í fjør, heldur hann. Krzyztof Popczynski er venjari hjá gøtumonnum, og hann er høvuðsorsøkin til, at Símun valdi at fara til GÍ at spæla. – Eg kenni Krzyztof har suðuri frá, og mær dámar hann sera væl sum venjari. Hann roynir at gera alt so professionelt sum gjørligt, og hann hugsar nógv um tey smáu tingini. Um at eta rætt, hvíla, liva sunt og hava skil á bóltum og út- gerð, sigur Símun, sum vónar at pólski venjarin hjá GÍ kann menna hann sum spælara. – Málið hjá mær fyri hetta árið er at koma á besta liðið hjá GÍ og at gera tað so gott, sum eg yvir- høvur kann. Málið er at koma víðari Símun Samuelsen hevur stóra ambitiónir við fótbóltinum. Hann hevur roynt seg við trimum ym- iskum ungdómslandsliðum – U-14, U-16 og U-19 – í altjóða fótbólti, og tað smakkar av meira. – Sjálvsagt vil eg koma víðari sum fótbóltsspælari, og eg droymi sjálvandi um at koma á A-lands- liðið einaferð í tíðini. Men fyri fyrst ræður tað um at betra meg sum spælara her í GÍ, sigur hann. – GÍ hevur ein breiðan hóp, og her eru nógvir góðir ungir spælar- ar. Hetta liðið kann avgjørt fara at gera vart við seg næstu árini, heldur Símun. Sjálvur er Símun ein av teimum ungu spælarunum, sum longu hevur roynt seg á besta liðnum hjá GÍ í ár. Og hann fekk eina ser- stakliga góða byrjan, tá ið hann spældi steypdyst ímóti HB í Gøtu fyrst í apríl mánaði. Tá gjørdi hann sigursmálið í seinastu løtu. – Tað var deiligt. Hatta var fyr- sta málið hjá mær í 1.deild, og at tað var sigursmálið í einum dysti ímóti HB, gjørdi tað bara betri, sigur hann. Símun Samuelsen hevur sett hol á eina nýggja tíð sum fótbólts- spælari. Ivaleyst verður hann ein spælari, sum tað verður meira at frætta um komandi árini. Símun rýmdi úr Vági 17 ára gamli ungdómslandsliðsspælarin Símun Samuelsen helt seg ikki fáa tann kjansin, sum hann hevði uppiborið í VB, og tí leitaði hann í januar norður til Gøtu, har hann longu hevur gjørt vart við seg á besta liðnum – Tað er ein stór broyting at fara úr Vági og koma norður til Gøtu at búgva. Her passi eg meg sjálvan, geri mat og vaski klæði. Tað er ikki akkurát nakað, sum eg tími so væl, men eg verði noyddur at gera tað, sigur Símun Samuelsen. Mynd: Eyðun Klakstein 2003 2003