týsdagur 1. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
25
C
M
Y
K
25
24
FISKIDAGASKIPAN
Í FRÍUM FALLI
Áki Bertholdsen
Vit hava nýliga fingið nýggj-
an landsstýrismann í fiski-
vinnumálum.
Og Henrik Old, sum er
formaður í vinnunevndini
hjá Løgtinginum, heldur, at
størsta avbjóðingin hjá
Jacob Vestergaard, verður
júst at byrja av nýggjum.
– Fremsta avbjóðingin
hjá nýggja landsstýris-
manninum í fiskivinnumál-
um verður at endurreisa
álitið á fiskidagaskipanina.
Formaðurin
í
vinnu-
nevndini sigur, at seinastu
tíðina er so nógv álit máað
undan fiskidagaskipanini,
at tað kann koma at seta
alla skipanina í vanda.
– Og tað er júst politiski
myndugleikin, sum hevur
ábyrgdina av hesum og tí er
einasta bjargingin hjá fiski-
dagaskipanini, at nýggi
landsstýrismaðurin tekur
betri partar fyri seg og legg-
ur umsitingina á annan
bógv.
Forpliktar
Tað, sum formaðurin í
vinnunevndini sipar til, eru
øll tey umstríddu málini
sum hava verið um at
leggja fiskiloyvi saman,
har loyvini hjá smærru
skipum eru løgd saman til
stór skip.
– Hendan mannagongd-
in, sum umsitingin í Fiski-
málaráðnum hevur brúkt í
hesum førunum er við at
máa álitið undan fiskidaga-
skipanini og tað er ein van-
lukka.
– Fiskidagaskipanin kann
bert virka, tá ið vinnan hev-
ur álit á skipanini og sostatt
eisini góðtekur skipanina.
Styrkin í fiskidagaskipan-
ini er, at øll vinnan hevur
góðtikið hana.
Hann sigur, at fiskidaga-
skipanin er ein góð skipan.
– Men tað forpliktar. Tað
forpliktar okkum at ansa
væl eftir henni.
Og tað er í hesum sam-
bandi, at Henrik Old sigur
at politiska valdið hevur
svikið.
Hann heldur, at við teim-
um samanleggingum, og
øðrum, sum landsstýrið
hevur loyvt í seinastuni, er
álitið á skipanina við at fara
fyri bakka.
Tá ið vinnan sjálv talar
so harðliga at, soleiðis sum
felagið línuskip hevur gjørt
í seinastuni, sigur tað hon-
um so mikið sum tað, at
skipanin fullkomiliga er við
at fara út á eitt skeivt spor
og át álitið á skipanina er
við at vera fokið.
Tambað út á mark
Hann sigur, at tað er onki
ónatúrligt í at vinnulívs-
menn spekulera og alsamt
royna at fáa sum mest burt-
urúr.
– Men tað má vera upp-
gávan hjá umsitingini í
Fiskimálaráðnum at syrgja
fyri, at vinnulívsmenn ikki
sleppa út um mark. Tað er
uppgávan hjá Fiskimála-
ráðnum at útinna lógina so-
leiðis at øll hava álit á
henni. Men tíverri er tað
hent, at saman við vinnu-
lívsfólkunum, hevur polit-
iska umsitingin víst stórt
hugflog til at tamba skipan-
ina ut á ytsta mark, og í
veruleikanum útum tað,
sum tey flestu halda vera
endamálið við henni.
Hetta hevur somuleiðis
ført við sær, at tað sundur-
býtið av Føroysagrunninum
ímillum ymsar veiðihættir,
sum vinnan hevur góðtikið,
eisini er við at skaklast av
kós.
– Tað, sum Fiskimála-
stýrið hevur givið loyvi til,
hevur ført við sær, at veiði-
trýst er flutt ímillum bólkar,
so at býtið ímillum bólkar-
nar verður skeivt og ikki er
í samsvari við tað, sum
ætlanin við lógini var.
– Táið lógin verður tamb-
að, sum hon er blivin í sein-
astuni, er eisini stórur vandi
fyri, at øll ikki verða eins
fyri lógini og munur verður
á, hvussu ymsir vinnulívs-
menn verða viðfarnir. Og
tað fer at skapa enn størri
ónøgd, tí tað ber ikki til at
loyva summum vinnulívs-
monnum eitt, men at nokta
tí næsta.
Henrik Old sigur, at tað,
sum hevur størstan týdn-
ingin er, at politiska umsit-
ingin fær vinnununa at taka
lut í arbeiðnum at varðveita
fiskidagaskipanina.
– Tað er ómetaliga týdn-
ingarmikið, at fáa fulla
semju um, at fiskidagaskip-
anin skal varðveitast.Men
tað fáa vit ikki, uttan at
vinnan sjálv hevur ein virk-
nan leiklut í hesum arbeið-
num, og tað hevur hon bara
so leingi, sum hon hevur
fult álit á skipanini.
Henrik Old heldur, at júst
tær minguleringar, sum eru
gjørdar í seinastuni, eru við
til at máa álitið undan skip-
anini.
– Tað, sum er hent, er, at
summir partar av vinnuni
føla, at fiskidagaskipanin
verður ikki umistin á lóg-
ligan hátt og tað er bein-
leiðis at bróta skipanina
niður aftur.
Henrik Old sigur, at tað,
sum er farið fram seinastu
tíðina hevur ført við sær, at
veiðitrýstið er økt.
– Og tað fer at føra við
sær, at onnur, sum ganga
eftir skipanini, verða skerd
í fiskidøgum, og tað skapar
mótstøðu.
Formaðurin í vinnunevnd-
ini sigur, at skal fiskidaga-
skipanin yvirlivað, má um-
sitingin í Fiskimálaráðnum
tískil beinast aftur á rætt.
– Nú hava vit fingið
nýggjan landsstýrismann í
fiskivinnumálum og tað er
bara at vóna at hann tekur
betri partar fyri seg og byrj-
ar av nýggjum, so at skip-
anin fæst aftur á beint.
– Eg haldi, at nýggi
landsstýrismaðurin eigur at
gera greitt at ongi mál
verða avgreidd, sum eru
ivingarsom, fyrrenn full
greiða er fingin á øllum
viðurskiftum.
– So gerst ikki við, at
onkur kemur at bíða nakað
leingi eftir at fáa sínar um-
sóknir avgreiddar. Men at
fáa fiskidagfaskipanina aft-
ur á beint og at endurreisa
álitið á skipanina aftur er
tað týdningarmiklasta av
øllum, heldur Henrik Old.
At landsstýrismaðurin nú
hevur sett nakrar kunngerð-
ir í gildi, heldur hann ikki
broytir støðuna nakað ser-
ligt.
– Eg veit ikki, hví tað
hevði slíkan skund at gera
tað beint nú. Og eg veit
heldur ikki, hví tað skuldi
gerast í sjálvdrátti, uttan at
nakra sum helst viðgerð, so
tað bøtir heldur ikki um,
leggur hann afturat.
Nýggi fiskimálaráðharrin
má byrja av nýggjum
– Nú mugu vit taka okkum
um reigggj so at vit ikki
forkoma fiskidagaskipanini,
heldur Henrik Old, formaður
í vinnunevndini hjá
Løgtinginum
– Størsta uppgávan hjá Jacob Vestergaard verður at
endurreisa álitið á fiskidagaskipanina, tí álitið er við at
fara fyri bakka og tað er tað ringasta, sum kann hendan,
sigur Henrik Old, formaður í vinnunevndini