týsdagur 2. juni 1992síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
brødralag
Hesin smådrongurin var millum teir mongu,
ið smidadu sær bát á vøllinum vid Venjing-
arskúlan fægrasta summardagin i år. Mynd jan
Nógmikið tosað
-nú skal okkurt gerast skulu vit
samskipa og menna ferðamanna-
vinnuna í Fóroyum sigur Oli Hamm-
er, stjóri í $myril Line
Síða 6
Belgiska landsliðið kom
fyrrapartin í gjár til Føroya
við leiguflogfari beinleið-
is úr Bruxelles.
Móttgkan í Vágum var
stutt. Fótbóltssambandið
hevði sent Jens Erik Magn-
ussen og Julian Eliasen at
taka ímóti, og av tí at toll-
ararnir gjørdu sera skjótt
av, vóru belgiski hópurin,
pressan og áskoðararnir
longu frammi í Havn fyri
miðdag.
Men tóktust hava hug at
fílast á veðrið, ið fyrrapart-
in í gjár var heldur gráligt
við vindi, men so líðani
batnaði, og lagið gjørdist
betri.
Einasta umboð fyri før-
oyska pressu, ið var og tók
ímóti, var Sosialurin. Men
meðan okkurt gekk eftir
vild, var ikki alt so líkatil,
sum væntað var framman-
undan.
Eitt nú var stóra stjórnan
á belgiska liðnum, Enzo
Scifo, hvorki til at høgga
ella stinga í. Hann var tig-
andi, og skundaði sær ein-
samallur fyrstur inn í tann
fremsta av teimum trimum
bussunum.
Tað eydnaðist tó at fáa
eina mynd av manninum,
men meira læt seg ikki
gera. >Don't speak eng-
lish!< kom frá honum, tå
tykkara útsendi spurdi, um
hann hevði stundir til eitt
líuið prát, nú hann kortini
var komin í bussin, og ein
løta var, til hinir vóru klår-
ir.
So har var einki at heinta.
Hinvegin var belgiski
landslidsvenjarin Paul van
Himst fittur og blidur at
tosa vid, og segdi hann seg
siggja fram til dystin miku-
kveldið: >Allir mínir menn
eru klárir, og í hópinum eru
eingir skaðar, ið gera for-
red, og vónandi gongur
okkum framhaldandi so
væl, at eg kann stilla tað
allarsterkasta liðið upp til
dystin.«
Saman vid adalskrivar-
anum i belgsika fótbólts-
sambandinum var Paul van
Himst i vår i Føroyum og
kannadi umstødurnar.
Hvussu dåmar tær um-
stødurnar å Svangaskardi
og vøllin sjålvan?
>Tá vit vóru her i vår, var
kavi, so eg sá ikki heilt, í
hvørjum standi vøllurin er,
men mær er fortalt, at hann
er í góðum standi og lítið
brúktur, so eg vænti ikki, at
vit fáa nakrar trupulleikar
har,< sigur hann. >Um-
stødurnar á Svangaskarði
eru í lagi, so alt skuldi tala
fyri einum góðum dysti
mikukveldið.<
So langt vid ti tigandi
Enzo Scifo og ti talandi
Paul van Himst. Síðsta orð-
ið verður so ikki sagt fyrr
enn mikukvgldið... hj.
LESIÐ MEIRA
INNI Í BLAÐNUM