týsdagur 2. juni 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Summarið
komið
TAÐ er ikki bert góðveðrið hesar
seinastu dagarnar, sum sigur okk-
um, at summarið er komið. Tey
mongu fremmandafólkini í gøtun-
um bera eisini boð um, at summar-
tíðin er komin. Og í gjár kom so
ferðamannaflaggskip føroyinga,
Norrøna, å Havnina å fyrsta tårin-
um i år. Just hesin túrurin hjá Norr-
ønu markerar eisini nakad serligt,
nevniliga, at tað eru liðin 10 år, síð-
an Smyril Line fór undir siglingina
millum Feroyar og grannalondini.
SMYRIL Line er ein av teimum fyri-
tøkunum her á landi, sum hevur
havt góðan byrð og sum so spaku-
liga hevur ment seg til eina rættiliga
vælskipaða og sunna forrætning.
Hóast kappingina frá oðrum skipa-
feløgum og ikki minst flogfeløgun-
um, so má sigast, at tað hevur
eydnast fødingardagsbarninum at
røkka langt. Vid undantaki av i år er
sølan av ferðaseðlum bara vaksin.
Smyril Line hevur vid sinum vaks-
andi virksemi eisini havt stóran
týdning fyri ferðamannavinnuna
her á landi, og tað er torført at í-
mynda sær eina framhaldandi og
møguliga eisini vaksandi ferða-
mannavinnu í Føroyum uttan Smyr-
il Line og Norrønu.
HETTA verður ikki sagt fyri at taka
nakað frá ødrum ferðamannafyri-
tøkum, sum takast við at flyta fólk
millum lond, men tað er greitt, at
júst Norrøna við síni fjølbroyttu og
spennandi ferðaætlan skapar for-
treytir fyri øktari ferðamannavinnu í
Føroyum. At Norrøna kann flyta
ferðafólk millum Føroya og fýra av
okkara grannalondum sigur ikki so
lítið. Hetta skuldi kunnað givið
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Ljósmyndari: Kalmar Lindanskor
Ábyrgdarblsðstjóri: Jen Møller Blaðfólk: Randi Jøcnbeen - Tórfinn Smith Útgevari; PIF Sonislurin Bústaður: Argjavegi 28 mage
Hilmar Jan: Hansen - Uppseting: Pit Sosiskorin Argjum 116 Tórsha
Jústínus Eidesgaard Prent: P4 Pressan 1981 Tølaton: 1320 Tølafax: HB
mongum fremmandafólki bæði i Ís-
landi, Danmark, Noregi og Hetlandi
umframt gðrum londum møguleik-
an at vitja oyggjar okkara uttan
stórvegis trupulleikar.
LÍTA vit aftur um bak, nú Smyril
Line kann hátíðarhalda 10 ára dagin
fyri siglingina hjá Norrønu, so
kunnu vit bert fegnast um, at hetta
tiltakið ikki datt niður fyri á sinni, tá
hetta siglingarmálið var nógv
frammi í tí politiska orðaskiftinum.
Tá var nevniliga um reppið, at ikki
fleii av okkara egnu politikarum
beindu fyri hesi sigling og í staðin
lótu aðrar fara við henni. Tað hendi
tíbetur ikki. Tær kreftir, sum sóu
eina framtíð í hesum felag og hesi
sigling. vóru sterkari enn aftur-
haldskreftirnar.
EIN kann so spyrja, hvgr menning
er farin fram á gkinum hesi 10 árini.
Smyril Line hevur framvegis sama
skipið, hóast vgksturin í ferðafólka-
flutninginum er øktur. Onkur held-
ur, at tíðin er komin til at fáa nyggi-
ari skip og kanska eisini tvey skip.
Her má tó sigast, at Smyril Line
hevur valt at bíða og klára seg við tí
sum er. Helst er hetta rættur poli-
tikkur, tí øll vita vit, hvussu mangar
fyritøkur her á landi hava brent
fingrarnar, tí tær hava bara bygt út
og bygt út í teimum sokallaðu góðu
tíðunum, uttan at hugsa um fram-
tíðina.
TAÐ er tó greitt, at fyrr ella seinni
so verður tørvur á nýggjari skipum!
Ti einsamallur at rekja eina so fjøl-
broytta og áhugaverda rutu sum
hesa krevur, at tú eisini fylgir við og
livir upp til nútíðarinnar krøv og
tørv. Tað ræður um at røkja hesa
rókina so mikið væl, at aðrir, sum
kundu hugsað sær at farið inn í
somu sigling, ongan livandi møgu-
leika hava, so gott materiell og so
drúgvar royndir hevur tú sjálvur.
Hetta verður ikki sagt, tí vit eru í-
móti kapping, men tí at ein tílík sigl-
ing neyvan ber fleiri konkurrerandi
fyritøkur.
TAÐ skal vera vón onnara, á hesum
10 ára degi, at Smyril Line verður lív
lagað langt inn í næstu øld. Nú vit
síggja hvussu fáar fyritøkur her á
landi bera so, so eiga vit at fegnast
um, at tað kortini eru nakrar, sum
klára seg og sum veruliga eiga eina
framtíð.
TAÐ er greitt, at hetta hevur eisini
nakað við ein framtíðar ferða-
mannapolitikk at gera: tvs. hvat vit
veruliga vilja á hesum økinum!
Skulu vit veruliga satsa uppá ferða-
mannavinnu sum eina alternativa
vinnu og hvussu nógv skulu vit
satsa! Tað eru tey, sum halda, at
okkara samfelag er so mikið lítið og
viðkvæmt, at tað tolir ikki ov nógv
ferðafólk. Men tað eru so onnur, og
serliga tey, sum arbeiða í vinnuni
og royna at menna hana, sum siga,
at vit í hesum tilfeingisfátgku tíðum
eru noydd til at hugsa um alterna-
tivar vinnuvegir. Og høvudskravid
hjá hesum fólkum er — sum eisini
er natúrligt — at vit skapa tær neyð-
ugu umstødurnar fyri í heila tikið at
kunna taka ímóti og hýsa ferðafólk-
inum.
JÚ betri skipað viðurskifti, vit hava,
tess rímuligari verður hesin hugsun-
arhátturin. Norrgna er so ein av
brikkunum, sum skal til fyri at fáa
hetta puslispælið at ganga upp,
men so avgjørt ein av teimum mest
týðandi brikkunum. Tí við hesum
skipinum og tess fjølbroyttu sigl-
ingarleið eru skaptir møguleikar hjá
nógvum fólkum í nógvum londum
skjótt og lætt at koma til oyggjar-
nar í Norðuratlantshavi. Men hetta
er sjálvandi ikki nøktandi einsa-
malt. Tað mugu so sanniliga eisini
vera skipað viðurskifti í landi at
taka ímóti ferðamanninum.
VIT skulu við hesum ynskja Smyril
Line og starvsfólkinum har tillukku
á hesum 10 ára degi og vóna, at
hetta tiltakið ikki fer at enda í somu
veit, sum so mangar fyritøkur í
landinum tíverri eru endaðar í. Men
for Guds skyld, troytið allar møgu-
leikar fyri samarbeiði við aðrar fyri-
tekur innan ferðamannavinnuna,
soleiðis at vit, so fáment vit eru,
kortini kunnu vísa á góð úrslit. Tað
var tann tíð, tá menn bóru ótta fyri,
at øll ferðamannasigling millum
Føroyar og útlandið fór at vera ven
saga blot« og at einasti møguleiki
hjá eitt nú føroyingum at koma út í
onnur lond var loftvegis. Hetta
hendi til alla lukku ikki. Bæði Smyril
Line og DFDS hava hildið tørn og
varðveitt henda fyri so mong týð-
andi møguleikan, biliga og lætt at
fara út at ferðast á kjøli. Just hetta
at byrja frítíðina við einum fyri sál
og likam avstressandi siglingartúri
er ofta tað, sum telur mest.
VÓNANDI verða komandi 10 árini
ein eins gróðrarrík tíð fyri Smyril
Line og fyri ferðamannasiglingina
sum heild sum tey 10 árini, ið eru
farin, síðan Norrgna legði til brots
fyri fyrstu ferð. Sleppið ikki spenn-
andi farleiðini millum Føroyar og
hini londini — skuldi tað verið nak-
að, so gkið um hana, tá tørvur og
ráð eru til tess. Men vælsignaðir,
leypið ikki framav, umhugsið hvert
nýtt stig. Latið tó ikki óttan fyri at
endurnýggja seg og royna nýggjar
»leidir« ella manglandi dirvi taka
tykkum av fótum.
Tangin, ið aldri tomist.
Tað syrgir STATOIL fyri!
Tú vaknar ikki við kaldan dreym,
„ Um tu hevur automatiska áfyllingar-
skipan frá Statoil. Og so er tað
Ókeypis at vera við.
| Lat okkum eisini minna á Hitakonto
3 og Oljufyrtænastuna.
Betri fært tú ikki!
—— NN