týsdagur 2. juni 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 2. juni 1992
Térshøll og hinir ølklubbarnir mugu søkja um
skeinkiloyvi, skulu teir verða lógligir eftir 1.
oktober. Søkja teir ikki, ella fáa teir ikki loyvi, verða
teir ólógligir, eru boðini frá fútanum
Ólklubbarnir:
Mugu sekja
um loyvi
I. oktober er freistin, øl-
klubbarnir hava fingið til
at sókja um skeinkiloyvi
Einki kemur av sær
sjálvum. Heldur íkki
skeinkiloyvi.
Leygardagin og
sunnudagin fingu for-
menninir í glklubbunum
kring landið bræv hand-
að frá fútanum, sum
boðar frá, at ætla klubb-
arnir sær at vera lógligir
í framtíðini, mugu teir
søkja um skeinkiloyvi.
Umsóknarfreistin er sett
til 1. oktober. Til ta tíð
kunnu klubbarnir undir
øllum umstødum halda
fram.
Nýggja rúsdrekkalóg-
in kom í gildi í gjár, men
klubbarnir hava fingið
tríggjar mánaðir at taka
stóðu ul, um teir fara at
søkjaum loyvi, og um so
er at tillaga seg treyt-
iunum.
Tað er ikki nóg mikið
at sýkja fyri at fáa loyvi.
Eitt ávíst tal av skeinki-
loyvum verður tillutað
hvgrjari kommunu, og
ein nevnd avger, hvør
fær loyvi.
Haraftrateru treytir, ið
skulu lúkast, viðvíkj-
andi brunatrygd og ødr-
um.
randi
Vilja keypa biligari
S/ða 3
Fiskasølan roynir nú at fáa fiskin frå útlendsku skipunum fyri lægri
prís
Í løtuni gongur væl hjá
Fiskasgluni, ella rættari
dóttirfelagnum Faroe Se-
food Supply, at fáa út-
lendskar trolarar at koma til
Føroya. Hetta fer at bera til
út í august mánað, væntar
Liggjas Joensen, sum
stendur fyri fiskakeypin-
um.
Men flakavirkini vilja
treyðugt gjalda so nógv fyri
fiskin, sum tey higartil hava
gjørt, og tí er Liggjas Joen-
sen komin við nýggjum
útspæli fyri at lækka keyps-
prísin. Hann veit enn ikki,
hvat útlendsku reiðaríini
fara at siga til hetta, men tað
noyðast tey óivað at góð-
taka, tí prísurin, ið fæst fyri
fiskin nú á meginlandinum,
er lægri enn tað, føroyingar
vilja lata.
Virkini lata væl meira fyri
føroyskan fisk. Tey eru ikki
serliga væl nøgd við, at
prísurin skal vera so høgur,
men tey keypa hann fyri at
hava arbeiði. Føroyski fisk-
urin er sum heild eisini bet-
ur hagreiddur.
Fiskurin frá útlendsku
skipunum er misjavnur í
dygd. Men tey virki, sum
hava fingið fisk frá somu
skipum aftur og aftur, hava
gjórt skipunum greitt,
8
hvørji krøvini eru, og tað
hevur bøtt um góðskuna.
Leygardagin komu 540
tons av frystum alaskatoski,
sum Fiskasglan hevur
keypt, og Líggjas Joensen
væntar, tey fáa 1500 tons
aftrat. Hesin fiskur verður
býttur út til virkini.
Tað er óvist, hvussu fer at
ganga í heyst at keypa frá
útlendskum skipum, ú í
summar verða kvotur teirra
her norðuri uppi, og tey
leggja um til annan fiska-
skap aðrastaðni. Men
reiðarí, ið Líggja Joensen
hevur samráðst við, hava
sagt seg vera sinnað at
Flakavirkini um alt
landið keypa fisk frá
útlendskum skipum.
Summi virki kunnu ikki
taka ímóti so stórum
nøgdum. Tey hava so
keypt lastir í felag við
ødrum virkjum
koma aftur til Føroya næsta
ár at avreiða, um tað tá eis-
ini loysir seg líka væl sum
nú fyri tey.
randi
NK
Havnar Róðrarfelag gevur sær
sjálvum stóra fóðingardagsgávu:
Eitt nógv
størri neyst
Ikki bert róðrarfólkið fær betri
umstødur. Tað gera eisini teir
mongu limirnir, sum nú trívast
betri uppi á turrum
Fyrsta dagin fer byggi-
felagið Byggitek undir at
útbyggja felagshúsini hjá
Havnar Róðrarfelag í Ála-
keri. Magni, Nieslen, for-
maður í Havnar Róðr-
arfelag sigur, at tvær lonir
skulu byggjast uppí suð-
ureftir. Møguleikarnir at
goyma båtarnir vera betri,
og felagid fær samstundis
størri og betri felagshøli.
Hann roknar vid, at bygg-
ingin verður liðug einaferð
í heyst, og tå er eisini
ætlanin at hátíðarhalda 60
ára dag felagsins sum
annars er 25. juni.
Dúgliga verður vant til
stevnurnar. Her flotar
manningin á Ørvi bátin.
Mynd: Kalmar
Útbyggingin fer at kosta
einar triggjar milliónir.
Felagið hevur fingið ein
part sum stuðul frá býráð-
num og landsstýrinum.
Magni Nielsen sigur, at
felagið er rímiliga væl fyri
peningaliga, so hann óttast
ikki fyri, at byggingin
verður felagnum ov tung.
Í Havnar Róðrarfelag eru
í dag stívliga hálvthundrað
róðrafólk. Seks manningar
á fýra bátum, men um-
framt hesi hevur felagið
einar 300 limir, sum
millum annað við lima-
skapi sínum, stuðla felag-
ið. Magni Nielsen vónar,
at felagið, við teimum
størru hølunum, eisini kan
hava tilboð til onnur enn
ley, sum rógva.
tór.-