Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 itrottur Nr. 102 — 2. juni 1992 u lá fyri hjá HB Tey málini, ið ikki komu í landskappingardystinum í 7 Gundadali sunnudagin millum HB og TB, komu í staðin i steypadystinum, liðini leygardagin spældu á Sevmýri TB-HB 3-4 (1-3) 1-0: Bogi Johannesen 1-1: Uni Arge 1-2: Uni Arge 1-3: Gunnar Mohr 1-4: Bogi Dam 2-4: Vilmund Michelsen 3-4: Vilmund Michelsen Tað hevði óivað hóvað fleiri av áskoðarunum í Gundadalið sunnudagin nógv betur, um okkurt mál hevði komið í tí dystinum, men har gjørdist so einki. Hann endaði 0-0, hóast eitt úrslit við meira kjøti á, hevði sæð hóskiligari út. Men heilt snýtt fyri mál skuldu viðhaldsfólkini hjá hesum báðum feløgum tó ikki vera serliga leingi. Leygardagin møttust TB og HB å Sevmyri i kvart- finaludysti í kappingini um Løgmanssteypid, og har staðfesti HB seg sum ein altid seriøsan kandidat ul vinnaraplássið i steypa- kappingini, har HB hevur nógv tær stoltastu iraditi- ónirnar í føroyskum fót- bólti, samstundis sum HB eisini staðfest seg sum eitt sterkt lið, ið ikki av ongum liggur á odda í landskapp- ingini. Vilmund vildi forpurra Men alt hetta mundi Vil- mund Michelsen forpurr- að hendan sólskinsdagin á Sevmyri, tá hann í seinna hálvleiki so ålvarsliga hótti HB, at "trygga" leiðsl- an við fýra málum móti einum av álvara stóð at rapa móti dystarenda. HB fór nevniliga til hálvleik við 3-1 leiðslu, og kom enntá upp á 4-1, so alt så út til at vera avgjørt, tá annar hålvleikur byrjaði. Tað var tað tó langt ífrá. Við fyrst einum máli eft- ir fríspæling, so hann varð púra leysur, syrgdi Vil- mund eitt korter fyri tíð fyri, at lív varð hildið í vón- ini hjá TB um at vinna upp semifinaluna. Hetta eina målid var t6 honum ei nég mikið, og vid einum aftrat stutt fyri leik- lok setti hann rættiliga spenning i sidstu minutt- irnar, har HB bert hevdi at verja sum frægast, tí TB- týstið hesa løtuna var ræðuligt. Men ikki eydnaðist. Tá teir 90 minuttirnir vóru famir og dómarin hevdi floytað dystin av, var stødan framvegis óbróytt — HB var á odda við einum máli, og hevði sostatt vunnið dystin og tryggjað sær pláss í semifinaluni, har liðið skal kappast við annadhvørt Kl, MB ella NSI um annað finaluplåss- 10. TB fekk mål fyrst Hóast HB legði harðari út í dystinum leygardagin, var tað TB, ið fekk mál fyrst, tá tann sera skjóti Bogi Johannesen tók ímóti einum longum bólti, ið hann ekspederaði í málið hjá Kaj Leo. HB helt tó fram við at royna sítt besta, og Uni Arge syrgdi fyri bæði út- javning og máli, so HB kom framum, tá hann fyrst sendi ein ripost í kassan og síðan slapp leysur at gera næsta málið. Gunnar Mohr fylgdi honum á baki og økti til 3-1, áðrenn Bogi Dam tíðliga í øðrum hálvleiki við einum góðum lang- skoti gjørdi tað til 4-1. Sum sagt eydnaðist TB og fyrst og fremst Vil- mundi at seta ein hvgkk í HB, men dysturin varð tó vunnin, so kvalitetirnir vórðu staðfestir — á báðum liðum. TB fekk so ikki Løg- manssteypið í fødingar- dagsgávu, men er okkurt eftir at vinna, og tað skal undra, um TB uttan mót- stóðu letur áttanda meist- araheitið síðani 1942 fara aftur við borðinum uttan at alt verður lagt fyri, so eing- in skal koma aftaná og siga, at TB í hvussu er ikki royndi. Men tað er ein onnur søga, og kemur hon á ødr- um sinni enn hesum. hj. Utgangsstødan verður eitt vet meira álopskend Fleiri leikarar dragast við skaðar í lands- liðshópinum, sum ikki varð fullmannaður fyrr enn seinnapartin í gjár Landsliðshópurin til dyst- in í annaðkveld varð so við og við myndaður alt vikuskiftið, og sunnu- kveldið var endaliga greitt, hverjir sekstan skulu vera við í hópinum. Hópurin sær soleiðis út: Kaj Leo Johannesen, Jens Martin Knudsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Mikkjal Daniel- sen, Alvi Justinussen, Jan Dam, Allan Meorkere, Magni Jarnskor, Torkil Nielsen, Abraham Han- sen, Todi Jónsson, Kári Reynheim, Øssur Hansen, Jan Allan Miller og Tor- bjørn Jensen Longu leygardagin á middegi fekk KI mál- verjin, Jákup Mikkelsen boð um, at honum ikki nýttist at meta til venj- ingina. Hann varð verandi á norðoyastevnu, har hann leikti sum útileikari í 2—0 sigrinum á B36 sunnudagin. Eingin, sum hevur sæð KÍ leikt fleiri dystir í ár, ivast í, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær Jákup eigur sjálv- sagt pláss í hópinum. Kurt sent avboð 12 menn mettu til venj- ingina leygardagin. Mill- um teirra, sum ikki mettu, var Kurt Merkere. Hann sendi avbeð seinnapartin leygardagin. Orsekin sigst vera, at hann kennir seg ikki nóg uppsettan til landsliðsuppgávur. Slíkt átti at verðið funnið fram til framman undan degnum, tá hópurin skuldi savnast. Og fyri mong man tað vera ófatuligt, at leikari, sum fyri stuttum í Oslo spældi seg til fast pláss í miðverjuni, nú sendir av- boð til fyrsta týdningar- mikla landsdystin á heimavelli. Frískir til hús — skaddir í hópinum Eftir venjingina seinna- partin sunnudagin fingu Jákup Símun Simonsen og Harley Bertholdsen boð um, at teir vóru siål- aðir frá. Ikki minst fyri hin seinna man hetta kennast meint. Hann segði fyri Sosialinum fyrr í vár, at ferð til India var útsett, tí hann hevði fingið boð um, at hann var í landsliðshópinum. Fyri uttan fyri stand- andi tykist tað ikki sort undarligt, at teir báðir oman fyri nevndu eru sendir til hús. Teir eru báðir frískir, meðan aðrir eru plágaðir av skaðum. T.d. hevur Mikkjal Dan- ielsen ikki vant saman við hinum á Svangaskarði. Meðan teir hava vant við bólti = hevur > Mikkjal runnið einsamallur. Tað er lyskuskaði, sum ger um seg. Hetta er kortini ikki álvarsligari enn so, at Mikkjal fer at ofra seg 100% í dystinum. Verri stendur til hjá nýggja sandoyinginum í hópinum. Torbjørn Jen- sen hevur fyrr drigist vid ålvarsligan liðbandsskaða i fótliðinum. Hesin skadin ger aftur so nógv vart við seg, at tað ikki ber fram- herjanum til at venja, og sannlíki fyri, at hann megnar at vera við móti Belgia er millum lítið og einki. Liðið verður sett saman við einum manni á topp- inum og nógvum á mið- vellinum. Tí hevði ikki verið meira enn rímuligt at annar av heimsendu miðvallarunum var í hópinum, og at Torbjørn varð settur á bíðilista til hann megnar at nýta góðu fótbóltsevnini. Síðsti maður at savnast í hópinum var Jan Dam. Hann var til próvteku á handilsskúlanum í gjára- morgunin og vandi fyrstu ferð saman við hinum í gjárkveldið. Teir 11 á vellinum Tá fyrsti HM dysturin varð leiktur í Bukarest dittaðu vit okkum viku undan dystinum at seta liðið upp, soleiðis sum vit væntaðu tað fara at síggja út. Tá skutu vit plett. Tað gera vit neyvan hverja ferð, men vit royna eina ferð enn: Kaj Leo Johannesen verður málverji. Hann fekk meguleikan í Oslo, stóð seg væl, og hevur í landskappingini verið steðugari enn kappingar- neytin. Tí eigur hann at fáa meguleikan. Jóannes, Mikkjal og Tummas Eli verða í mið- verjuni. Kurt spældi seg til plássið hjá Mikkjali í Oslo, men tá hann er burt- ur, ber illa til at ímynda sær annan avloysara enn kanska Alva Justinussen. Í GÍ røkir hann miðverju- uppgávu, og tá pláss neyvan verður fyri honum á vongverjanum, er hann meguleiki fyri Mikkjal, men hann verður ikki við frá fyrsta bríksli. Hvussu uppstillingin eitur matematiskt kann altíð tosast um, men tað er ikki nógv við síðuna av at rokna við, at Allan Mørkøre, Torkil Nielsen, Abraham Hansen, Todi Jénsson og Jan Dam vera vid. Jan Allan Miller verður i toppinum — ikki heilt einsamallur hesa ferð, tí Kári Reynheim Framhald á síðu 19 | |