týsdagur 1. apríl 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
31
HILMAR JAN HANSEN
Tað kendist ikki gott á Toftum, tá
landskappingin í fjør endaði við,
at besta liðið bert fekk eitt sætta
pláss. Tey bæði undanfarnu árini
fingu spælararnir hjá B68 bronsu-
merkji, so 2002 gjørdist eitt stórt
vónbrot.
Árið byrjaði annars væl, og líka
fram móti summarsteðginum var
B68 millum tey allarfremstu lið-
ini. Men so kom stígur í, og liðið
kom ongantíð so frægt fyri seg, at
nakað pláss í toppinum var upp á
tal – og tá trý umfør vóru eftir,
fekk Frank Skytte eisini sekkin
sum venjari.
Havandi í huga, at B68 við
trimum meistaraheitum hevur
verið eitt av undangongufeløg-
unum, tá tað hevur rátt um at seta
Eysturoynna á fótbóltsliga Før-
oyakortið, krevst annað úrslit í ár,
um toftafólk skulu vera nøgd.
Talvan skal vaskast rein, og
nógv bendir eisini á, at tað verður
eitt øðrvísi og nógv broytt B68-
lið, sum í ár skal syrgja fyri hes-
um.
Stór útskifting
Stutt eftir kappingarenda í fjør var
greitt, at B68 í ár fór at spæla
uttan heilar níggju av teimum,
sum fingu spælitíð í 1. deildarlið-
num í fjør.
Tað vil siga, at B68 í ár verður
uttan John Heri Dam, Arnold
Joensen, Fríðin Ziskason, brasil-
arnar Messias Perreira, Marlon
Jorge og Marcello Marcelino,
danskararnar Anders Nygaard og
Morten Skytte og polska málverj-
an Michal Kokoszanek.
Sett er út í kortið av nýggjum,
og nú verður satsað meira upp á
egið tilfeingi, men heilt uttan
styrk er liðið tó ikki. Dánial Han-
sen, sum hevur eina fortíð á Skála
og í NSÍ, er komin afturat, og
gamli kenningurin Súni Fríði
Johannesen tørnar nú aftur út fyri
felagið. Einasti útlendingur, ið er
komin aftrat, er íslendingurin Al-
bert Sævarsson, sum verjir B68-
málið í ár.
Venjarin hetta kappingarárið er
eisini ein, toftamenn kenna væl, tí
Petur Mohr var venjari hjá B68 í
1994 og 1995, tá úrslitið gjørdist
ávikavist eitt fimta pláss og bronsa.
Hjálparvenjarar hjá Peturi verða
Ingolf Petersen og Aksel Høj-
gaard, og fara teir tríggir at taka
sær av mansliðunum í 1. og 2.
deild, umframt av unglingunum
hjá B68.
Landsliðsmenn
Hóast nógv er farið burturav, er
kjarnin á B68-liðnum framvegis
tann sami, sum hann hevur verið
tey seinnu árini, tí har eru Øssur
Hansen, Fróði Benjaminsen og
Hans Fróði Hansen við sínum
drúgvu landsliðsroyndum, og
Súni Fríði Johannesen hevur fyrr
staðið fyri stórum parti av mál-
unum hjá B68.
Ungi miðvallarspælarin, Jann
Ingi Petersen, sum í vár fekk
roynt seg á venjingarleguni hjá
landsliðnum, er uttan iva eisini
ein spælari, sum í framtíðini fer at
fáa størri ábyrgd og uppgávur á
liðnum.
At B68 nú roynir seg við fleiri
nýggjum spælarum, krevur óivað
nakað av tíð og toli, áðrenn tey
stóru úrslitini koma aftur til felag-
ið. Men broytingin, ið at síggja til
er nokk so stór, kann saktans geva
B68 til eitt spennandi lið í ár –
serliga um blandingin við roynd-
um og ungum spælarum fæst at
rigga.
Í øllum førum man lítið vera at
ivast í, at toftafólk flest fegnast
um, at fleiri av teirra egnu manna
besta liðið, enn umstøður hava
verið til undanfarnu árini.
Málverjar
Albert Sævarsson (ÍSL)
Grindavík
Mortan Hansen
NSÍ
Fróði Jensen
Alberg Gaardlykke
NSÍ
Verja
Oleif Joensen
13/0 (1-0)
Mannbjørn Nesá
1/0 (0-0)
Hans Fróði Hansen
17/2 (2-1)
23-1
HB
Dánial Hansen
12/1 (0-0)
Skála
Gestur Lómstein
Arni Højgaard
Jákup Djurhuus
Jan Joensen
Miðvøllur
Fróði Benjaminsen
16/2 (4-0)
18/0
Øssur Hansen
18/11 (2-0)
51/2
Bogi Petersen
14/0 (2-0)
Jann Ingi Petersen
17/0 (1-0)
Kristian Poulsen
NSÍ
Jóhan Dávur Højgaard
Alex A. Troels
Ove Magnussen
Petur Heinesen
Álop
Øssur Jacobsen
12/0 (0-0)
B36
Súni Fríði Johannesen
17/7 (0-0)
2/0
GÍ, NSÍ, HB
Jóan Petur Poulsen
NSÍ
Kristian Anton Andreasen
Tilgongd
Dánial Hansen
12/1 (0-0)
Skála
Súni Fríði Johannesen
17/7 (0-0)
GÍ
Albert Sævarsson (ÍSL)
Grindavík
Frágongd
Messias Perreira (BRA)
15/0 (2-1)
NSÍ
Arnold Joensen
17/4 (1-1)
KÍ
Fríðin Ziskason
12/1 (1-2)
KÍ
John Heri Dam
18/2 (2-0)
Hvidovre
Anders Nygaard (DAN)
14/5 (1-0)
B93
Marlon Jorge (BRA)
15/0 (4-0)
Brasil
Marcello Marcelino (BRA)
5/0 (0-0)
Brasil
Michal Kokoszanek (PÓL)
17/-23 (2-1)
Póland
Morten Skytte (DAN)
1/0 (0-0)
Danmark
Venjari
Petur Mohr
Tofta Ítróttarfelag, B68
Stovnað: 21.12.1962
FO-650 Toftir
Tlf. 448068/Fax 449050
Formaður: Niclas Davidsen
Meistarar (3): 1984, 1985, 1992
Steypavinnarar: Ongantíð
Greipuvinnarar: Ongantíð
Í 1. Deild (22 ár): 1981-
Í Europa (4): Meistarakapping 1993/94, Intertoto 1996/97, 2001/02, 2002/03
Øssur Hansen er ein av B68 spælarunum við drúgvum royndum frá altjóða fótbólti.
Mynd: Álvur Haraldsen
Leikarahópur
Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði.
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Kappingarárið í fjør var eitt stórt vónbrot
hjá toftamonnum, ið endaðu á sætta plássi,
og tí roynir felagið við egnum kreftum koma
aftur á slóðina, ið plagdi at geva felagnum
plaseringar í betra endanum
B68 vaskar talvuna reina
HILMAR JAN HANSEN
Føroysku slóðbrotararnir í altjóða
landsliðsfótbólti vóru flestallir
uttan nakrar sum helst altjóða
royndir. Størstu fótbóltsligu av-
bjóðingarnar høvdu verið onkrir
dystir móti Íslandi, og bara onkur
hendinga spælari hevði roynt seg í
fótbólti uttanlands.
Í so máta er nógv broytt, tí teir
ungu spælararnir, sum í dag verða
slúsaðir inn á landsliðið, hava so
at siga allir royndir frá ungdóms-
landsliðunum, ið hava havt nógv-
ar uppgávur seinnu árini.
Tí stóð 19 ára gamli B68-arin,
Jann Ingi Petersen, ikki á berum
og heilt uttan royndir, tá boð vóru
eftir honum at koma til venjing á
Svangaskarði saman við 24 øðr-
um spælarum mitt í januar mán-
aði.
– Eg má tó viðganga, at eg
gjørdist sera bilsin, tá eg varð út-
tikin. Sjálvandi gangi eg og
droymi um eitt pláss á landslið-
num, men eg hevði als ikki vænt-
að, at nøkur úttøka skuldi koma
upp á tal longu nú, sigur saltnes-
maðurin, ið eisini hevur vunnið
sær fast pláss á miðvøllinum hjá
B68.
– At eg havi verið við øllum
landsliðunum, frá U-14 og upp til
U-19, kom mær avgjørt til góðar,
tí so kendi man eitt sindur til,
hvussu hesar venjingarnar ganga
fyri seg og hvussu tað er at vera
við í einum landsliðshópi.
Byrjaði inni
Heilt burturvið mundi heldur ikki
fótbóltsliga avrikið vera undir
venjingunum, ið tilsamans vóru
einar tríggjar í tali, tí tá landsliðið
mitt í februar skuldi til Malaga í
Spania á venjingarlegu, var Jann
Ingi við í ferðalagnum.
Har spældi landsliðið ein dyst
móti norska Bryne og ein móti
einum russiskum liði, og Jann
Ingi hevði pláss í byrjunarupp-
stillingini báðar ferðir.
– Tað var ótrúliga stuttligt at
sleppa upp í part har, og at eg so
eisini byrjaði inni báðar venjing-
ardystirnar har niðri, var nógv
meira, enn eg hevði væntað, sigur
Jann Ingi, sum eisini letur væl at
teimum eldru og royndaru, ið
hann har vandi saman við, og
hann kendi seg væl í „selskapi-
num“.
Sum longu nevnt, er landsliðs-
fótbóltur ikki fremmandur fyri
hann, og eitt nú er Jann Ingi lið-
formaður á U-19-landsliðnum,
sum í oktober var í Georgia til
EM-undankapping.
Tann eina av dystunum spældu
ungu føroyingarnir framman fyri
2.500 áskoðarum, umframt at
dysturin varð sendur beinleiðis í
georgiska sjónvarpinum. Alt slíkt
er við til at mynda og menna ungu
spælararnar, so teir eru betur førir
fyri at taka við avbjóðingunum, ið
koma seinni.
Royna at vera væl fyri
Avbjóðingarnar tróta heldur ikki
hjá Jann Inga Petersen, sum í ár
fer undir sítt fjórða kappingarár í
1. deild, um alt verður talt við.
– Tað fyrsta árið spældi eg bara
tríggjar dystir, men vildi heldur
satsa upp á dreingjaliðið hjá okk-
um. Hevði eg ikki gjørt tað, hevði
eg kanska fingið fleiri dystir, men
soleiðis valdi eg at gera, greiðir
hann frá.
Síðstu tvey árini hevur tó verið
øðrvísi, tí í fyrraárið var Jann Ingi
við í trettan dystum og í fjør spæl-
di hann allar uttan ein – og byrj-
aði inni ellivu av ferðunum.
Fyrireikingarnar til hetta kapp-
ingarárið hava verið tær vanligu,
men av Toftum frætta vit, at Jann
Ingi hevur gjørt rættiliga nógv við
at fyrireika seg til fótbóltin í vet-
ur. Sjálvur heldur hann seg ikki
gera so nógv meira burturúr enn
aðrir:
– Eg havi runnið eitt sindur og
vant styrkivenjing saman við hin-
um. Serliga hava vit yngru spæl-
ararnir gjørt nokk so nógv við
styrkivenjingina, sigur hann.
– Tá man er ungur, er tað helst
eitt sindur lættari at koma í form,
men so spældi tað eisini inn, at eg
varð innkallaður til landsliðsvenj-
ingarnar her heima og fór við á
venjingarleguna í Spania. So
mátti eg sjálvandi royna at vera
væl fyri.
Satsa upp á toppin
Hóast tað hevur gingist so sum so
hjá B68 teir fyrstu dystirnar í
steypakappingini, hevur Jann Ingi
góðar vónir um kappingarárið, og
hann heldur liðið síggja spenn-
andi út, nú eitt sindur av útskift-
ing er og fleiri ungir spælarar
liggja framvið.
– Eg eri øgiliga spentur upp á
hetta árið, og eg haldi eisini, at
tað er blivið eitt sindur stuttligari
at spæla við B68, nú fleiri tofta-
menn eru við. Sjálvandi eru eisini
aðrir við, og eg haldi eitt nú, at
Hans Fróði og Dánial Hansen
hava riggað væl í miðverjuni hjá
okkum, sigur hann.
– Tað er eisini eitt sindur øðr-
vísi við samanhaldinum og øllum
tí, sum er rundan um liðið, tá teir
flestu eru føroyingar og kennast
væl. Tað verður meira sosialt, og
vit hugna okkum meira saman all-
ir, enn vit kanska hava gjørt okk-
urt annað árið.
Einasti útlendski spælarin, sum
er við á liðnum, er íslendski mál-
verjin Albert Sævarsson, men
hann er fallin væl til og tykist
trívast millum allar hinar hjá B68.
– Sjálvt um byrjanin ikki hevur
verið heilt so góð, sum vit kundu
hugsað okkum, síggi eg ljóst upp
á tað og havi eina vón um, at tað
skal eydnast okkum at røkka eitt
pláss millum fýra tey fremstu lið-
ini, sigur Jann Ingi, sum ikki
heldur hevur fótbóltsevnini frá
ongum.
Tveir pápabeiggjar hava verið
við í fremstu røð fyri B68, Jógvan
Petersen og Ingolf Petersen, sum
nú er hjálparvenjari hjá B68.
– Eg havi sjálvandi sæð eitt
sindur upp til teir, tí teir vóru á
besta B68-liðnum míni barnaár,
og tað hevur kanska drivið meg
fram, so eg alla tíðina havi havt
hug at gera nógv við fótbóltin,
sigur hann.
Vil uttanlands
Ungir spælarar kunnu í dag loyva
sær at droyma um at koma víðari,
tí møguleikin er at sleppa uttan-
lands at spæla, og Jann Ingi dylir
ikki, at tankin tiltalar hann.
Longu nú hevur hann fingið
smakkin av, hvussu tað er at vera
við A-landsliðnum, og tí kundi
hann hugsað sær meira av, sjálvt
um hann sigur seg hava tol at
bíða, um boð ikki eru eftir sær
hvørja ferð.
– Sum so nógvir aðrir føroyskir
fótbóltsspælarar havi eg eitt ynski
um at sleppa av landinum, fyri at
royna meg á onkrum liði uttan-
lands. Tá hugsi eg ikki bara um
royndarvenjing, sum eg havi roynt
í eitt nú enska Derby fyri tveim-
um árum síðani og hollendska
PSV Eindhoven fyri hálvumtriðja
ári síðani, sigur hann.
– Málið er heilt avgjørt at koma
á eitt útlendskt lið. Eg veit, at tað
er hart arbeiði, ið skal til, men eg
vil fegin royna tað, so tað er bara
at spenna seg út og gera nógv við
tað.
Fyribils er tað so B68, tað heila
snýr seg um, og hóast toftamenn
ikki hava nakra europeiska upp-
gávu at síggja fram til í ár, so eru
aðrir sýnisgluggar.
Jann Ingi Petersen hevur fram-
vegis aldur til U-19-landsliðið,
har hann hevur verið liðskipari -
og so kundi tað hent seg, at Hen-
rik Larsen aftur gevur boð…
Jann Ingi er ímyndin
av nýggja ættarliðnum
Ungi miðvallarspælarin hjá B68 byrjaði árið
við tveimum venjingardystum á landsliðnum.
– Sjálvt um eg havi spælt á fleiri
ungdómslandsliðum, gjørdist eg sera bilsin
av at verða úttikin, sigur Jann Ingi.
– Málið er heilt avgjørt at koma á eitt útlendskt lið. Eg veit, at tað er hart arbeiði, ið skal til, men eg vil fegin
royna tað, so tað er bara at spenna seg út og gera nógv við tað, sigur Jann Ingi Petersen.
Mynd: Álvur Haraldsen
2003
2003