týsdagur 1. apríl 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
31
C
M
Y
K
31
30
TÍÐINDI
Jan Müller
Millennium Maersk er eitt
av teimum størstu og nýggj-
astu skipunum í Mærsk-
flotanum við sínum 300.000
tonsum. Skipið eiga Mc-
Kinney Møller hjúnuni
privat. Við umborð í løtuni
eru tveir føroyingar, skip-
arin Árni Joensen úr Gjógv
og Petur Juul Samuelsen úr
Klaksvík. Skipið hevur júst
verið í Persaraflógvanum
eftir olju og kom nú um
dagarnar til Japan við full-
ari last. Í Flógvanum vóru
teir í trimun havnum.
Jebel Dhanna, Mina al
Ahmadi og Zirku Island.
Mina al Ahmadi er tann
stórsta oljuhavnin í Kuwait,
og har vóru teir 30.-31.
mars.
Nú skipað verður fyri
stórari fiskivinnuráðstevnu
í Føroyum heldur Petur
Juul Samuelsen, at tað kun-
di verið gott hjá fólki at
vita, hvaðani føroyingar,
sum sigla úti í stóru verð
fáa tíðindi bæði heimanífrá
og úr stóru verð annars.
Talan er um eina av nýggj-
astu tænastunum hjá Sosi-
alinum, nevnd »Skipssosi-
alurin«.
Vit geva Petur Juul
Samuelsen orðið:
»Vit eru júst á veg til Japan
við fullari last. Vit sóu sera
nógv hernaðarskip, líka
mikið hvar tú hugdi, so sá
tú at har var kríggj.
Vit merktu tó einki til
kríggið sum so. Tó fortaldi
losurin hjá okkum, at tá ið
hetta kríggið var 3 dagar
gamalt lendi ein missilur
(Silkiomurin) bert 1 fjórð-
ing frá tí kajuni har vit
lógu. So tad er eitt sindur
undarligt, at hetta ikki er
»krigsomåde sum danskar-
ar plaga at siga«.
Annars so er Millennium
Maersk tað skipið nýggj-
asta tangaskipið hjá AP
Møller.
Skiparin hjá okkum er
føroyingur og eitur Árni
Sofus Samson Daniel Joen-
sen og er frá Gjógv. Ein
sera gódur skipari, men er
ikki so nógv til at úttala
seg.
Skipssosialurin er ein
partur av okkara gerandis-
degi. Vit koma nærrri heimi-
num hjá okkum. Eg kannn
næstan ikki seta orð á tað
gleði, sum vit báðir – skip-
arin og eg, hava av hesum
tiltakinum heimanífrá. Vit
kunna bert móttaka vanlig-
an tekst, men tað er eisini
nokk fyri okkum.
Vit eru sera nógv av-
byrgdir frá heiminum, tí
skipið er 300.000 tons til
støddar. Samanbera vit við
t.d. Magn hjá Shell, so er
tað einans 4 800 tons og vit
heima halda tad verda stórt.
Ikki koma vit til nakra
havn, bert terminalar, sum
eru sera langt fra landi. Eis-
ini lasta vit til SPM boyur,
sum liggja langt úr landi.
SPM stendur fyri Singul
Position Morring Booy.
Annars vóni eg, at føroy-
ingar fara at velja hesa
skipan, tá tørvur verður á tí
í framtíni, tí tað er lættast
at fortoya og krevur ikki so
stórar ábøtur sum ein
terminalur.
Ímynda tær at tú ert burt-
uri frá Føroyum, við einum
donskum,
enskum
ella
norskum skipi ella einari
heilt aðrari tjóð og tú ert
staddur so langt úr Føroy-
um, at útvarpið ikki røkkur.
Í dag eru tað ráð fyri tí. Tú
kann tørna út umborð og
áðrenn tú fert á vakt kanst
tú standa vid einum feskum
Sosiali í hondini ja sama
dag sum hann kemur út
heima í tí fyrstu kioskini.
Ein lesur hann á tamb, og
man livur seg inn í lívið
heima. Tað er sjálvandi ym-
iskt, hvat hevur størst
áhuga at lesa.
Men ítrotturin hann er
bara veldigur, eisini eru
góðar greinar, og ja føðing-
ar, andlát, ja sjalvt veðrið
hjá Petur Skeel hevur ein
áhuga fyri.
Tá man er burturi eru
kenslunar fyri heimlandi-
num og øllum heima sera
sterkar, og áhugin at frætta
heimanífrá er stórur.
Eg havi upplivað, at vit
hava verið tveir føroyingar
umborð og tá er tað serliga
stuttligt at fáa Skipssosialin
sendandi, tí at tá verður
prátið ímillum tveir føroy-
ingar meira aktuelt.
Eg vil fegin enda hesa
heilsan við at siga, at
Skipssosialurin knýtur teg
nærri Føroyum og tú ert,
um vit brúka telduorðið
»Uppdatera«, ja so er ein
uppdateraður, tá ið tú kem-
ur heim, um tú hevur hildið
Skipssosialin.
Í dag hava tey flestu skip
samband við fylgjusvein,
og henda vegin ber til at fáa
teldubrøv og Skipssosialin,
og tað skal verða mín vón,
at fleiri og fleiri sjómenn
fara at halda Skipssosialin
endar Petur Juul Samuelsen
sína teldubrævaheilsan úr
fjareystri.
Føroyingar í Persaraflógvanum:
Fylgdu krígnum í Skipssosialinum
Tað er alt meira vanligt, at føroyskir sjómenn úti í heimi,
halda Skipssosialin um fylgisveinasambandið. Ein av
teimum, sum sigur seg hava notið nógv gott av hesi
tænastu, er Petur Juul Samuelsen, sum siglur við
nýggjasta og størsta skipinum í AP-Møller-flotanum,
Millennium Maersk. Hann mælir øllum øðrum
sjómonnum til at taka av tilboðnum úr Føroyum bæði
fyri at fylgja við, hvat hendir heima og úti.
Millennium Maersk er eitt
tað størsta skipið í AP
Møller flotanum. Tveir
føroyingar eru við í løtuni.
Mynd: Petur Juul Samuelsen.
Petur Juul Samuelsen fylgir støðuna burturi
sum heima gjøgnum Skipssosialin hvønn dag