Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 1992síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

javnaður brødralag Helena Heinsen i evstu stund í ferð vid at seyma belgisk fløgg. Mynd Judith Johannesen Gloymdu belgiska flaggið: oftamenn måttu til seymikonu Alt var á gosi kring landið í gjár undan HM-dystinum móti Belgia. Eingin hevdi hugsað um tað belgiska flaggið og tað var næstan ikki til at "uppdríva" nakrastaðni. Toftamenn máttu fáa hjálp frá seymikonuni Helenu Heinesen Per Frimann heilsar føroyingum: Spælid sum í teimum bestu EM-dystunum Kendi danski fótbóts- spælarin, Per Frimann, sum í heili sjey ár spældi á belgiska liðnum And- erlect, og sum ti kennir belgiskan fótbólt væl, væntar ikki, at føroying- ar fara at standa seg illa í kvøld Tað ræður bara um at brúka tað rætta spælið móti Belgia og her hevur hann fleiri boð. Um belgiska liðið sig- ur hann, at teir hava nógvar góðar spælarar og hann roknar við, at teir koma vid ul HM-enda- spælið í USA. »Har eru fleiri ungir og lovandi spælarar, og eg rokni við, at teir fara at fáa eitt eins gott lid sum Holland,< sigur hann. Tikid av fótum Liðið, sum skal spæla móti Føroyum, er sera disiplinerað, men tað er ikki nakað roynt lið og kann gott blíva tikið av fótum — serliga av veik- arum liðum. Per Friman sigur, at belgiska liðið hevur mangan klárað seg illa móti smærri og minni royndum tjóðum. Eitt nú hava teir mangan havt trupulleikar av Luxem- burg, so undirmeta teir Føroyar sum onnur små- lond, kann tað koma føroyingum til góða. Eitt nú vann Belgia her- fyri bert 1-0 á Kypros á egnum vølli í sama bólki, sum Føroyar eisini eru í. Spælið sum í EM-kappingini Hvørji ráð hevur Per Frimann at geva føroyska landsliðnum í dystinum móti Belgia í kvold: >Spælið, sum tit gjórdu móti Eysturríki og Danmark í EM. Spæl- ið í blokki og tætt sam- an, spælið hart og kon- tant á mannin — tó uttan at gera nakað ólógligt. Haldið tykkum nakað afturi á vellinum. So kunnu tit vóna at fáa nøkur mótálop, tí belg- iarar vilja fara langt fram á vøllin,« sigur hann. >Belgiarum fara ikki at dåma nærdyst og kontant spæl. Serliga teknikararnir å belgiska lidnum so sum de Gryse, Oliveira-Barroso, Imm- ers, Versavel dåma illa nærdystir og hart og kontant spæl. Per Frimann heldur, at føroyingar eiga at vera sera afturhaldandi at byrja við. Vandamiklasti maður á liðnum er helst Marc de Gryse, sum liggur aftanfyri álops- spælararnar. Hann minnir nakað um Michael Laudrup. >Annars haldi eg, at Belgia fer at vinna 3-1,« sigur kendi danski spæl- arin at enda vid Sosialin. Jan