mikudagur 3. juni 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroyar
i KVØLD verða neyvan nógvir føroyingar
at siggja i gøtunum. Flestu teirra fara at
sita sum å nålum framman fyri sjånvarps-
skiggjan ella teir hava leitad sær inn å
Svangaskarð á Toftum. Orsøkin: Føroyar
spæla í kveld sín fyrsta heimadyst í heims-
meistarakappingini i fótbótti móti Belgia.
HETTA kann ikki sigast at vera annað enn
ein stórur dagur í okkara itrottarsøgu.
Hver hevði fyri bert fáum árum síðani tor-
að og dugað at ímyndað sær, at Føroyar
longu í 1992 fóru at vera við í eini heims-
meistarakapping í fótbólti á jøvnum feti
við heimsins bestu fótbóltstjóðir! Í dag er
hetta veruleiki.
FØROYAR hava longu spælt ein dyst í
HM-kappingini, og tað var móti Rumenia.
Tann dystin taptu vit so dyggiliga. Nú
skulu vit so royna okkum móti Belgia, sum
eins og Rumenia telist millum heimsins
frægastu fótbóltstjóðir. Men munurin mill
um hesar báðar dystirnar er tann, at vit í
kveld fyri fyrstu ferð skulu spæla HM-dyst
í Føroyum. Hetta er sjálvandi ein stór av-
bjóðing fyri okkara spælarar, men fyri á-
skodararnar er hetta helst tann størsta fót-
bóttsavbjóðingin nakrantíð. Tað er tí held-
ur ikki so legið, at tað er so gott sum útsett
til dystin á Svangaskarði í kvold.
HETTA verður so fyrstu ferð, at ítróttar-
stadion hjá toftamonnum verður roynt av
álvara. Spennandi verður at síggja, hvussu
tað fer at rigga til henda stórdystin. Vit
kunnu so bara banka undir borðið< og
vóna tað besta.
FOTBOLTSFEPURIN er nakað minkaður,
síðani vit á sinni vunnu á Eysturríki. Við
onkrum undantaki hevur tað nevniliga
gingið niður á bakka. Men dysturin í kvold
er -nakað serligt. Hann verður nevniliga
spældur heima hjá okkum sjálvum, og
hetta kann hava stóran týdning fyri úr-
slitið. Hvat hevur tað ikki at siga fyri spælt-
ararnar at hava meira enn 5000 rópandi og
syngjandi áskoðarar rundan um seg! Kann
tað fáa nakað av adrealininum út í æðrar-
nar og verða brúkt rætt. so kunnu vit fáa
eitt heiðurligt úrslit. Sjálvandi fara vit á
vøllin fyri at vinna, men vit eiga eisini at
vera realistisk. Vit skulu nevniliga spæla
móti nøkrum av heimsins bestu spælar-
um, og vit mugu minnast til, at belgiararnir
hava fétbélt sum livibreyð. Teir gera ikki
annað. Og so hava teir alla ta rutinu, sum
ein kann ynskja sær og krevja av einum
fótbóltsliði í heimsflokki.
NÚ at tosa um, hvervítt tað var rætt ella
ikki at fara upp í hesar stóru kappingar, er
ikki rætt. Vit hava tikið hetta stigið og
mugu nú royna at fáa sum frægast burtur-
úr. Eingin ivi er um at slík luttøka mennir
fótbóttsstaði okkara og at tað eisini er við
til at eggja nýggjum og ungum kreftum at
gera meira við fótbóttin. Vit kunnu so bara
vóna, at fyrireikararnir fáa økonomi í hesa
luttøku, soleiðis at tað ikki kemur at nerva
Marknadarføra |
= Randi Jacobsen - Térfinn Smith Útgevari;
Uppseting: Pit Sosialurin
Prent: Pit Pressen 1981
GR
TAÐ er greitt, at slík luttøka í altjóða kapp-
ingum snýr seg ikki bara um fótbótt. Hon
kann brúkast at gera vart við Føroyar sum
ferðamannaland og annars koma væl við í
sambandi við solu av fiski. Tað er givið, at
duga og vilja vit, so kann okkara luttaka í
bæði EM og HM-kappingum brúkast til at
marknadarføra Føroyar við bæði so og so.
Bara hetta at umheimurin verður varugur
við land okkara kann fáa týdning uppá
longri sikt. Her er so ikki bara talan um
ferðamannavinnu, fiskasølu 0.i., men talan
er so sanniliga eisini um at vekja ansin hjá
ødrum tjóðum fyri okkara mentan og sið-
um og tí fólki, her býr. Her er veruliga talan
um at byggja brýr um lond — og so sanni-
liga eisini at vidka okkara egna horisont.
TAÐ er nevniliga greitt, at hetta at mark-
nadarføra eitt lítið land sum okkara og ein
útflutning av hesum ella hasum slag er
sera, sera kostnaðarmikið. Vánaligari re-
klamu hava vit fingið nóg mikið av. Vit vita
nevniliga øll, hvat tað vil siga at fáa vána-
liga reklamu og her hugsa vit ikki minst
um arbeiði, ávísir umhvørvisfelagsskapir
hava útint fyri at koma okkum í ringt orð.
Men við luttøku okkara í altjóða fótbólts-
kappingum hava vit vent hesi vánaligu re-
klamu, og kunnu vit fáa í bæði posa og
sekk.
FYRI tað fyrsta verða vit umrødd í teimum
londum, vit spæla móti og vit koma í
heimsítróttarpressuna — tá vit klára okk-
um væl. Hetta er nakað, sum vit ikki skulu
gjalda nakað fyri. Við øðrum orðum
marknadarføra aðrir Føroyar fyri okkum
og tað ókeypis. Harnæst tekur henda re-
klaman broddin av tí herferð, sum ávísir
umhvervisfelagsskapir reka móti okkum.
TAÐ ræður ti um at brúka teir møguleikar,
sum eru í luttøku okkara í altjóða fótbóltti,
rætt. Vit kunnu bara ímynda okkum huga-
heimin hjá teimum fimm milliónunum
belgiarunum, skuldi føroyska landsliðið
vunnið á Les Diables Rouges, ið belgiska
landsliðið eisini verður kallað! Hvussu stór-
ur åhugin tá ikki hevði verið fyri Føroyum
— positivt! So fyri tey, sum arbeiða innan
ferðamannavinnu og fyri tey, sum halda,
Pt Sosislurin Bústaður: Argjavegi 28
Tøleton:
Argjum 110 Tór
1182 Tølafax: 194
at vit eiga at satsa meira upp á hesa vinnu
sum eina alternativa vinnu til fiskivinnuna,
kann luttøka okkara í altjóða fótbótti verða
ein sera kærkomin gáva: nevniliga tann
besti og bíligasti måtin at marknadarføra
land okkara.
HETTA setir sjálvandi krøv til okkara spæl-
arar, ja, uttan iva alt ov stór krøv, ti teir eru
ikki professionellir. Men vit eru so við og
mugu tí royna at fáa sum frægast burturúr.
Helst hevði tað verið eitt gott hugskot, um
ávísar fyritøkur her á landi so ella so studl-
aðu fótbóltslandsliðnum, soleiðis at spæl-
ararnir kundu vant í stórri mun alt árið og
harvið verið betur førir fyri at tryggja okk-
um góð úrslit.
KANSKA hesi bæði fyrstu árini í altjóða
fótbólti kunnu verða eitt gott grundarlag
at byggja víðari á. At vit læra av royndun-
um. Vit ynskja okkara monnum á Svanga-
skarði ein góðan dyst í kvøld. Allez — Les
lles Feroe — komið so Føroyar!
A eee Terre