Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— A — A — Nr. 103 — 3. juni 1992 So var boð aftur eftir læk- nahjálp í Nólsoy í farnu viku, tá eitt ferðafólk varð fyri óhappi og breyt beinið. Einki hóvasták var tó at fáa tyrluna at koma eftir ferðafólkinum, sum varð flutt á Landssjúkrahúsið. Hjálparleys - So trygg kenna vit okkum ikki, sum búgva í Nólsoy, sigur ein lesari við Sosialin. Fleiri ymisk dómi eru um, at nólsoy- ingar hava kent seg hjálp- arleysar, tá okkurt er áfatt: Ein smágenta brendi seg á nýttárinum, og læknin varð boðsendur, men hann segði seg ongan bát kunna fáa út í Nólsoy hetta kvøl- dið, og foreldrini fingu boð um at skaffa sær bát sjálvi og koma á skaða- stovuna við smágentuni. Eitt óhapp hendi við gðrum barni herfyri, og tå segði læknin tað sama. Hann hevði ikki møgu- leikar at fáa bát at føra seg um fjørdin, og tí fingu foreldrini eisini boð um onkusvegna at koma til læknan. Bangin foreldur Talan var um smábarn, sum hevði havt fepur- krampa. Foreldrini fingu boð um, at um barnið aft- ur fekk fepur upp um 38 hitastig, so skuldi barnið til lækna. Barnið fekk fep-' ur, og foreldrini vóru sjálvandi bangin um tað, og fóru til Havnar við barninum. Tey tordu ikki at líta á, at avgerð lækn- ans um telefon. So hendir tað, at eitt ferðafólk er áhaldsið og brýtur beinið, men nú er einki ført. Trylan kemur beinanvegin, og ferðafólk - ið fær røttu hjálp. Hví eru vit í Nólsoy so illa fyri, at tyrlan ikki er tók, tå vit hava brúk fyri henni. Síða 3 Nólsovingar ikki somu sømdir sum útlendingar - Torført at fáa læknan at koma út á sjúkra- vitjan, men tå ferðafólk hevur brúk fyri læknahjålp, so er einki ófórt og tyrlan kemur beinanvegin Somu rættindi Um t.d. læknin skal boðsendast, so tekur tað drúgva tíð, áðrenn hann kemur fram - um hann yvirhøvur jåttar at koma. Vit kenna okkum ótrygg i Nólsoy av hesum umstød- um. Tað er kortini ikki møguligt hjá læknunum um telefon at avgerða, í … . - t hvørji stóðu ein sjúkling- ur er. Hóast vit ikki hava nakað móti at ferðafólk fáa røttu hjálp tá á stendur, so eru vit hørm og ótrygg, at vit ikki hava somu rættindi, sum búgva í Nólsoy, sigur lesarin. Fyri ngkrum árum síð- ani var eingin trupulleiki, um læknahjálp varð neyð- ug í Nólsoy. Sjúkrabát- urin "Reyðu Krossur" var tøkur, og nólsoyingar vóru nøgdir við hesa skip- an. Síðani yvirtók Strand- ferðslan sjúkraflutningin út í Nólsoy, Heystoy og Sandoy. Hetta var í 1986. Reiðupening Fyri at tryggja, at bát- arnir hjá Strandferðsluni vóru tøkir, eisini uttan fyri vanliga siglingstíð, kravdi Strandferðslan, at sjúkrahúsverkið veitu mannskapinum sáttmála- bundna upphædd fyri reiðutænastu. Avtalan kom eisini at umfata rutuna um Vest- mannasund. Henda tænasta hevði annars higartil verið rgkt uttan reiðugjald. Tyrlu til bráfeingishjálp Ein fyrispurningur í Tinginum um sjúkraflut- ning í Nólsoy, Sandoynni og Hestoy í februar 1992 til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í heilsu- málum, verður 17. mars 1992 svaraður. Har stendur m.a. at um tað er neyðugt við bráðfeingishjálp í Nóls- oyar og í Heystoy, skal tyrlan nýtast. Samstundis verður upp- lýst, at leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum í løtuni er við at gera eitt álit um sjúkraflutning í Føroyum, har ætlanin er at fáa ein rímiligan sjúkraflutning, sum er á sama stødi fyri alt landið. Kommunulæknin tekur stødu Høgni Joensen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sig- ur við Sosialin, at hann skilir væl, at nólsoyingar kenna seg ótryggar. - Við teimum sparing- um, sum eru farnar fram innan sjúkrahúsverkið, minkar tænastan. - Tað er tó kommunu- læknin, sum tekur stóðu, tå læknaboð koma til hansara, og vit halda, at teir í flestu fórum meta rætt. Um brúk er fyri bráð- feingis hjálp, so ringir kommunulæknin til Landssjúkrahúsið, og vit senda tyrluna á staðið. Til heystar verður álit um sjúkraflutning um landið alt, lagt fyri á felagsfundi í sjúkrahús- stýrinum, og tá skal sigða takast til framtíðar sjúkra- flutning, sigur Høgni Joensen. Dagny Nú royna skotar seg eltiskur langbátur Ein til Foroya endurgerð av einum hebridiskum langbáti frá mið- óld er liðug, fyrsta ferðin verð- ur til Føroya At endurgjørd vikingaskip hava vitjad i Føroyum hevur ikki verið óvaligt seinastu árini. Men skip, sum hava verið nýtt í grannalandi okkara fyri sunnan, hava ongantíð verið í Føroyum í nýggjari tid. Båturin er ein opin bátur, og áttamanns verða við. Langbáturin skal ikki hava nakað skipa at fylgja sær, men bjargingarút- gerðin er góð umborð. Teir hava royndarsiglt bátin innanskers í Skot- landi og hetta er fyrstu ferð, at teir fara at ferðast á víðum havi. Í einum tíðindaskrivi, sum fyrireikararnir hava sent verður skrivað, at Føroyar av fyrstan tíð vórðu bygdar av írskum og skotskum munkum og síðan hevur vindbarda Føroyar altíð verði bundið saman við mytum og spenningi av fólkinum í Skotlandi og Írlandi. Endamálið við ferðini er at kanna hendan part av søgu Skotlands og kanna hvussu skipini hava roynst í gomlum døgum jústinus