Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Michel Preud' Homme Mynd: Judith Johannesen BELGIA Í KVØLD: Michel Preud'Homme Franky van der Elst Philippe Albert Johan Walem Georges Griin Bruno Versavel Alain Denil Enzo Scifo Marc de Gryse Luis Oliviera-Barroso Marc Wilmots Belgiski hópurin var seinnapartin mánadagin á vellinum á Svangaskarði og vandi. Talan var fyri tað mesta um rættiliga lætta venjing — bæði við bólti og uttan bólt. Hesa løtuna fingu toftamenn — ikki so fáir, ið vóru uppi á stadion og forvitnaðust — sæð nøkur av teimum heilt dýra fótbóltsbeinunum, ið høvdu uppvísning í bóltspæli. Uppstillingin hjá belgiarunum er rættiliga tradi- tionell, og ikki er nakað *yvirraskilsi" at finna á liðnum undan hesum dystinum. Einasta broyting, ið er hugsandi, er ein útskifting av miðvallaranum Bruno Versavel, ið venjarin Paul van Himst av einari ella aðrari orsøk setti spurnartekin við månakvøldid á Svangaskarði. hj. Nr. 103 — 3. juni 1992 — FOROYAR-BELGIA — hetta eru tey fyrstu Á tólini á máltalvuni á Svangaskarði, ið verð- ur tikin í nýtslu í HM- dystinum í kvøld. Um tey verða standandi, er talan einki minni enn um ettt roysni... Ta einu letuna mána- kveldið var formaðurin í Tofta Ítróttarfelag ó- rógvaður av, at útlending- arnir, sum skuldu koma við flogfarinum at seta nýggju máltalvuna upp, ikki vóru við fullsetta flogfarinum hjá Atlants- flog. Og tað var alt annað enn gott, tí longu seinna- partin í gjár skuldu teir vera á Brøndby stadion at seta måltalvu upp, sum skal takast i nytslu i kveld í sambandi við dystin millum Danmark og ríkissambandi SNG. Men letu seinni vísti tað seg, at teir báðir spaniól- arnir og ein dani alíkavæl vóru á veg til Toftir. Teir komu hagar tá klokkan lei væl til 9, og fór beinan vegin undir at seta mál- talvuna upp. Tað er í norðara horn- inum í ovara borði, at tríggjar metrar heg og sjey metrar breið pláta er ankrað fest í grótbergið. Sjálv máltalvan er 0,7 metrar heg og fimm metr- ar long. Teksturin mynd- ast við ljósperum og rullar eftir talvuni, soleiðis sum hann ger á tidindastriml- inum hjá Politiken á ráð- húsplássinum í Keyp- mannahavn. Teksturin verður stýrd- ur yvir edv tól frá hús- inum sunnan fyri vellin. Tað er ikki loyvt at hava ur á stadion, sum vísir hvussu nógv tíð er farin av dystinum. Men vanlig klokka ætlast sett upp á stóru talvuni. Tað verður kortini ikki gjørt til dystin i kvøld, men til komandi dyst. Kring måltalvuna eru lysingar settar upp (uttan iva kostnadarmiklar!). Tad eru peningastovnar- nir, Fiskasølan og Trygg- ingarsambandið, sum klæða plátuna uttan um máltalvuna. -nn- Besta fotholtsvedur Vit kunnu rokna við av alra besta fótbóltsveðri i kvold. Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður, heldur seg kunna lova turrveður, sól og eitt frískt lot sunnan ella útsynning,- upp móti 10 m/s Kaj Leo Johannesen Mynd: Hilmar Jan FØROYAR Í KVOLD: Kaj Leo Johannesen Jóannes Jakobsen Tummas Eli Hansen Mikkjal Danielsen Allan Mørkøre Jan Dam Abraham Hansen Todi Jónsson Torkil Nielsen Kári Reynheim Jan Allan Miller Tá landsliðshópurin kom til venjing á Svanga- skarði kl. 18.30 í fyrrakvøldid vistu teir ikki, hverjir ellivu skulu vera á vellinum í kvøld. Fyrstu løtuna vandu teir innlegg úr síðunum við serligum atliti til, at verjan fær bóltarnar burtur sum skjótast. Støda, okkara verja neyvan sleppur undan aftur og aftur í kveld. Seinni tímin varð nýttur at spæla til tvey mál á hálvum vølli. Eftir venjingina váttaði venjarin fyri Sosialinum, at tað verða teir ellivu á vellinum í kvøld, sum vit nevndu í gjár — sjá annars omanfyri. Utgangsstød- an verður eitt vet gðrvísi, soleiðis at Torkil verður ytsti miðvallarin í vinstru, meðan Todi verður inn- ari. -nn- káli RL eee Se Sea