Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 103 — 3. juni 1992 Mikkjal verður klárur Meðan restin av hópinum vandi á hálvum vellinum, smárunnu Mikkjal Daniel- sen og venjarin hjá MB, Tommy Møller Nielsen, sum er hjålparvenjari hjå Påll. Onkrar småvegis venj- ingar gjørdu teir eisini fyri at mykja vøddarnar i lysk- uni å MB verjuleikaran- um. Eingin ivast tó í, at hann verður klárur til dystin í kveld. Vísir tað seg, at skaðin ger um seg aftur og at neyðugt verður at skifta út, so er mest nærlagdi meguleikin, at Alvi Justinussen á forstoppar- anum, meðan tað krevjast fleiri broytingar um t.d. Jan Dam skal flytast aftur á forstopparan. -nn- Bólthaldarin Ikki fáa frið — Tað er í fínasta ordan, at vit lata belgiararnar hava frið á teirra hálvu, og at vit miðvíst royna at skipa okkum við press- spæli, tá teir koma um miðlinjuna, heldur Abra- ham Hansen. Men tað er ikki bara sum at siga tað at leika pressfótbólt. Tað er al- neyðugt, at leikarin, sum skal taka móti langari av- levering, verður trýstur av trimum leikarum, áðrenn hann fær tak á bóltinum. Tað royndu vit í Lands- krona í fyrsta dystinum móti Eysturríki, og tá vit hittu Jugoslavia í síðsta EM dystinum royndu vit tað aftur, og tað riggaði væl. Leikhátturin setur stór krev til orku og vilja, men við stórari åskodarafjøld aftan fyri okkum, eiga vit at megna tað, heldur mið- vallarstýrimaðurin, sum skal samanbinda leikin við Toda og Torkil vinstru megin og Allan hegru megin seg sjálvan. Jan verður í nógv sterstan mun nýttur sum eftirans- ari av Scifo. Vøllurin Belgia til fyrimunar Abraham heldur, at vøll- urin á Svangaskarði meira er belgiarunum til fyri- munar enn okkara monn- um: — Tað hevur nógv trýst verið á vellinum síðstu tíðina, og tað sást aftur í onkrum kullum og ójavn- um í grasinum. Belgisku peningaleikararnir hava betri båltførleika enn vit hava, og tí klára teir betur at hava bóltin rullandi í skjótum samanspæli. Tí er okkara uppgáva so mikið sterri at bróta teirra leik sundur á miðvellin- um. Abraham ivast onga letu í, at uppgávan verður ógvuliga trupul: — Vit hava sæð dystin millum Kypern og Belgia í Briissel, sum Belgia vann 1—0. Fyrstu letuna vardi Kypern frammarlaga, og teir megnaðu at varðveita bóltin, tá teir fingu fatur á honum. Men sum dystur- in leið, og teir troyttaðust bleiv tað meiri sparkarí úr brotsteiginum, og tað verður neyvan nógv eðr- vísi hjá okkum, tá kreft- irnar ganga undan. -nn- Síða 13 Einasti spælari í dystinum á Svangaskarði í kvøld, ið ikki áður hevur spælt A- landsdyst, er 25 ára gamli belgiarin Alain Denil. Kappingarårid i felagn- um Cercle Brugge hevur fyri hann verid sera gott, og hevur hann verid mill- um bestu spælararnar i Belgia í ár. Millum teir belgisku ítr- Ottarskrivararnar, vit hittu á Hotel Føroyum fyri mið- dag í gjár, valdaði eingin ivi um, at hetta er ein fram- tíðarspælari á belgiska liðnum, og at hansara pláss har er rættiliga sjálvsagt, hóast hetta er hansara fyrsti dystur á A-lands- liðnum. Upp gjøgnum árini hev- ur hann spæltåøllum teim- um dreingja- og ungdóms- landsliðunum, uttan U18. Ikki lættur dystur »Eg trúgvi ikki, at vit fáa ein lættan dyst við sjálv- søgdum úrsliti, ti í fótbólui finnast ikki lið, ið kunnu roknast fyri smærri lið. Øl lið kunnu vinna ein dyst — eisini Føroyar,« sigur Al- ain Delin við Sosialin. >Í hesum dystinum er okkara uppgáva at spæla so væl sum gjørligt og vóna, at úr- slitið verður hareftir.< Hann er ein av teimum spælarunum, ið mest er bangin fyri mjørkanum, belgiararnir fingu eina smakkiroynd av undir venjingini månakvøldid: »Eg vóni, at veðrið held- ur sær, og at tað verður klárt, tí annars komi eg í dýrastu neyð,< sigur Alain. »Friggjadagin skal eg nevniliga giftast, so eg må sleppa år Føroyum i sidsta FOROYAR-BELGIA jålp! - Eg skal giftast lagi hósdagin.< Komandi kona hansara er 22 ára gomul og eitur Muriel. Hvat er besta brúðar- gávan, tit kunnu fáa? >Tað er eingin sum helst ivi um, at ein belgiskur sig- ur á Føroyum er ein tann besta, og fekk eg sjálvur eitt mál, hevði tað ikki ver- ið av vegnum, hóast eg fyri tað mesti ikki sjálvur skjóti málini, men leggi upp til ley.« Hatta vid målinum og sigrinum taka vit å Sosial- inum við øllum fyrivarni, og áðrenn vit skiljast, taka vit í hondina á belgiaranum og ynskja honum alt tað besta á brúdleypsdegnum — dysturin í kvold verður ikki nevndur í heilsanini! hj.