Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 103 — 3. juni 1992 mangulvøra undan = - SP S0Sialurin Síða 17 FØROYAR-BELGIA HM -dystinum. Bod eftir nunnum og seymikonum Nógv er at hugsa um og fyrireika undan fyrsta heimadysti føroyingar i altjóða fótbólti. Ikki so lagið heldur, at okkurt verður gloymt til í síðstu løtu. Og so var við ti belgiska flaggin- um. Ikki fyrr enn í evsta tíma fóru fyrieikararar tað verið seg hotel, fótbóltsamband, verts- kommuna 00. at hugsa um belgiska flaggið! Tað bar jú ikki ul einasta at veitra við føroyskum flaggi, nú vit fingu eina fremmanda fótbóltstjóð á vitjan! Ikki at uppdríva Tað vísti seg nevniliga, at belgiska flaggið var næstan ikki til at "upp- dríva" í Føroyum. Tele- fonirnar hava gingið heitar hesar seinastu dagarnar millum Svangaskarð, komm- unuskrivstovuna á Toftum, eina seymikonu á Toftum, Hotel Borg og Føroya Fiskasølu, Hotel Hafnia og donsku sendi- stovuna i Keypmannhavn fótbóltssambandið og nunnurnar og belgiska konsuláuð í Havn. Øll í somu grindum: hvussu fáa vit fatur á nóg nógvum belgiskum fløggum at taka ímóti útlendsku gestunum! Men ráð vóru til at taka í allari neyðini. Hotel Hafnia setti seg í samband við belgisku sendistovuna í Danmark, Hotel Føroyar bankaði á dyrnar hjá Fiskasøluni, meðan Fótbóltssamband- 10 sendi fólk oman til nunnurnar at vita, um tær høvdu belgiskt flagg har. Og tað gav úrslit. Flaggið á fremsta buss- inum við belgisku spæl- árunum var eitt frá nunnunum. Seyma Eisini hjá vertunum, Tofta Kommunu, har dysturin skal spælast í kvøld, varð farið at leita eftir fløggum. Umhugs- ad vard at fåa fløgg vid kurerposti ur Danmark, men tad hildu teir å Her veitrar belgiska flaggið uttanfyri Hotel Hafnia. Tað fingu teir frá belgisku sendistovuni í Danmark kommunuskrivstovuni vera sum at fara yvir um ánna eftir vatni. Teir bóðu ti Helenu Heinesen, seymikonu seyma nøkur belgisk fløgg ul måéttøkuna. -Slika uppgåvu hava cg ikki fingið áður men tað er stuttligt at vera við í øllum stákinum undan dystinum sigur hon við Sosialin, nú hon skundar sær at fáa fløggini liðug ul tíðina. Og soleiðis endaði henda heldur marghátu- liga fyri ikki at siga fyri føroyingar "typiska flaggsøgan. Hesaferð í øllum góðum. Belgiarar nýtast ikki at vera 6- nøgdir. Belgiska flaggið veitrar á teimum røttu støðunum jan Føroyska Anita í Belgia heldur við Føroyum! Tað er ikki bara í Føroy- um, at stórur áhugi e fyri dystinum í kvold millum Føroyar og Bel- gia. Belgiarar sum heild eru sera áhugaðir fyri fótbólti og serliga sínum egna landsliði, ið teir kalla "Les Diables Rouges" - teir reyðu devlarnir. Hetta heitið fingu teir, tá teir vendu heimaftur frá HM í 80- unum við reyðum troyggjum. Teir komu tá so langt sum til semi- finaluna. Qll belgisk eygu og oyru eru í kvøld vend móti Føroyum. Eingin belgiari ber ótta fyri, at landslið teirra skal fara at tapa ímóti hesi lítlu tjóðini í Norðuratlantshavi, hóast teimum dáma illa at skula senda lið sítt heilt norður í Atlantshavið at spæla á utivølli. Men millum teir umleið 5 mill. íbúgvar- nar í Belgia er eisini ein føroyingur, sum fer at fylgja við í kveld. Tað er Anita Joensen, sum hevur búð í Brússel í mong ár. Hon rekur eina matstovu og ein handil í belgiska høvudsstadnum, sjålvum hjartanum i EF, Brússel. Fantastiskt -Eg haldi við Føroyum og eg ivist ikki í, at belgiarar eru eitt sindur nervøsir at skula spæla fyrsta dystin móti før- oyingum í Føroyum sig- ur Anita, sum heldur tað hevði verið fantastiskt, um Føroyar høvdu vunn- ið á Belgia. -Belgiarar eru púra ørir í fótbólti, tað er tjóðarítrótt her, og skuldu føroyingar vunnið, so er greitt, at hvørt mansbarn i Belgia hevdi farid at hugsad um Føroyar og føroyingar og hetta hevði kunnað komið okkum væl við. Anita virkar í sínum arbeiði sum eitt slag av føroyskum ambassadøri í EF. Hon heldur tað hevur stóran týdning at upplýsa um Føroyar, so- leiðis at hetta kann koma bæði vinnulívi og ment- anarlívi heima í Føroy- um væl við. Hesi nógvu árini í Brússel hevur hon sannað, at eingin ella fá vita nakað um Føroyar. Tað einasta fólk hava vitað og gjørt vart við seg var tá umhvørvisfel- agsskapirnir drógu fram líkt sum ólíkt um grind og føroyingar. Hetta var so avgjørt ikki góð reklama, men tað er farið. Fótbóltur er positiv reklama -At gerast kendir uppá fótbólt er ødrvisi og bara positivt her í Belgia, so nógv ganga teir uppí fótbólt sigur Anita, sum hesar seinastu dagarrnar hevur brúkt nógva tíð at tosa um fótbólt við gestirnar á matstovuni Nordica. -Øll halda tað vera so forvitnisligt og stutt- ligt, at hetta lítla landið við ongum professionell- um spælarum og so ring- um umstødum at venja, kann koma so langt sum at spæla HM-dyst móti tí framúrskarandi belg- iska landsliðnum, sum allir belgiarar eru so góðir við. Anita hevði júst borð- reitt fyri fyrrverandi danska ferðslumálaráð- harranum, tá Sosialurin ringdi. -Hann útilokar ikki sigur Anita, at før- oyingar hava ein tjans móti Belgia á heimavølli. -Hann helt fyri, at tað, sum føroyska landsliðið er kent fyri eitt nú í Belgia er teirra "gá pá mod", sum kann taka belgiarar av fótum. Nú vóni eg bert, at hann fær rætt sigur Anita Joensen at enda. jan "N j 7