Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 39 JÓANNES HANSEN Tað hevur ikki altíð ljóðað frá, at tær báðu stóru bygdirnar á vestara armi á Skálafjørðinum hava drig- ið eina línu. Men í ítróttinum bilar ikki. Í hondbóltinum fylkjast menn og kvinnur um St.Í.F., og í fótbóltinum er tað Skála Ítróttar- felag. Báðar bygdirnar eiga kapp- róðrarbátar, og tað kemur ofta fyri, at tær hjálpa hvørjari aðrari at manna bátarnar. Á besta fótbóltsliðnum eru spælarar bæði av Strondum og Skála á liðnum, og so hava teir fleiri útlendingar at hjálpa til. Skála Ítróttarfelag er ikki gam- alt í fremstu røð í mannfólkafót- bólti. Í fjør var fyrsta árið, at teir royndu seg í 1. deild. Í fyrra árið endaðu teir næstfremstir í 2. deild. Teir spældu tveir dystir um plássið í bestu deildini ímóti B71, sum endaði næstaftast í 1. deild. Kanska var tað eitt sindur óvænt- að fyri allar partar, at tað var Skála, sum endaði omaná og har- við flutti upp. Í fjør var setningurin at varð- veita plássið í bestu deildini, og tað eydnaðist. At Skála ikki ætlaði at leggja rygg til stórtap omaná stórtap fekst greið ábending um í bólkaumfarinum í steypakapping- ini, tá ið Skála vann á KÍ bæði á heimavølli og í Klaksvík. Í ár vóru fyrstu umførini í steypakappingini ikki so sannfør- andi. Men í Gundadali ímóti B36 tapti Skála bara 2-1, og tað sást, at heldur ikki í ár er tað óhugsandi, at Skála onkra ferðina fer at arga tey stóru. Í fjør megnaði Skála í landskappingi ni javnleik á heimavølli bæði ímóti B36 og KÍ. Ofta verður sagt, at annað árið í 1. deild er tað torførasta, og tað eru tað fleiri føroysk feløg, sum kunnu skriva undir uppá. Í fyrstu royndini er íblásturin stórur. At vera ærukærur og hugburðurin at vísa, at uppflytingin ikki bara var eitt eiti, ber stig og sigrar við sær. Takið er so at manna seg upp- aftur, eftir at hetta hevur eydnast eina ferð. Tað hevur ikki altíð ver- ið so lætt. Fyritreytirnar hjá Skála at standa seg eins væl í ár, sum teir megnaðu í fjør, kundu havt verið betri. Orsøkin er tann, at teir hava mist helmingin av spælarunum, sum vóru á liðnum í fjør. Rumen- sku spælararnar vildu teir ikki hava aftur, og avbygdaspælararnir, sum hjálptu teimum í fjør, eru all- ir farnir í onnur feløg. Nú royna teir á Skála við fleiri ungum spælarum og nýggjum út- lendingum. Johan Nielsen er nýggjur venjari, og Pauli Poulsen, sum hevur verið í miðverjuni í fleiri ár, er hjálparvenjari. Málverjar Heini Kristiansen 2/-3 (0-0) Eugen Voda (RUM) 16/-30 (1-1) Verja Agnar Højgaard B36 Kaysten Rasmussen 2/0 (1-0) Ronni Hansen Julian Florescu (RUM) B71, B36 Tummas Olsen 7/0 (0-0) Jaic Dusan (JUG) Miðvølllur Bárður Danielsen 5/0 (0-0) Rói Jacobsen Juveic Aleksandar (JUG) Pauli G. Hansen 11/2 (0-0) Bárður Joensen Hanus Thorleifsson 8/1 (0-0) Bogi Gregersen 8/0 (0-0) Álop Arnhold Berg 16/1 (3-0) Alexandur Johansen 15/3 (1-0) Jónhard Frederiksberg Frágongd Áki Petersen 17/1 (1-0) ÍF Rúni Rasmussen 16/0 (1-1) NSÍ Pauli Poulsen 16/0 (2-0) Givin Bent Djurhuus 15/0 (2-0) Givin Marius Joensen 12/2 82-0) Givin Dánial Hansen 12/1 (0-0) B68 Alexandru Gabor (RUM) 10/4 (2-0) Rumenia Gheorghe Callo (RUM) 9/0 (4-0) Rumenia Leivur Justinussen 1/-6 Givin Jákup Petur Eliasen 1/0 (0-0) Givin Magni Thomsen 1/0 (0-0) Givin Tilgongd Jaic Dusan (JUG) Jugoslavia Juveic Aleksandar (JUG) Jugoslavia Agnar Højgaard Byrjaður aftur Bárður Joensen Skála Rói Jacobsen Skála Julian Florescu (RUM) 13/1 (1-1) B36 Venjarar Johan Nielsen Pauli Poulsen, hjálparvenjari Tey standa saman Skála Ítróttarfelag Stovna 13.05.1892 FO-480 Skáli Tlf. 441574/Fax 441574 Formaður: Kurt Rasmussen Meistarar: Ongantíð – Besta úrslit nr. 8 í 1. deild Steypavinnarar: Ongantíð Greipuvinnarar: Ongantíð Í 1. Deild (2 ár): 2002- Í Europa: Ongantíð Skála hevur mist helmingin av spælarunum, sum vóru á liðnum í fjør. Nú royna teir seg við fleiri ungum spælarum og nýggjum útlendingum. Mynd: Álvur Haraldsen Leikarahópur Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði. Navn Í fjør Landsdystir Áður spælt við Navn Í fjør Í ítróttinum er samhaldsfestið á vestara armi á Skálafjørðinum sera gott, ikki minst tá ið tað snýr seg um at manna og stuðla fótbóltsliðnum JÓANNES HANSEN Teir hava nýggjan venjara á Skála. Talan er um mest roynda venjaran í landinum. Eftir nógvu árini í Gøtu, er Johan Nielsen fluttur út um Eiðið og yvir um fjørðin. Hann arbeiðir við at seta skikk á besta fótbóltsliðið á Skála. Úrslit- ini í venjingardystunum og bólka- umfarinum í steypakappingini hava ikki verið nakað at reypa av. Men tað hevur ikki so stóran týd- ning hjá skálamonnum. Teir rokna ikki við, at teir skulu koma í nánd av finaluni á Ólavsøku og steypa- sigrinum. – Tað snýr seg í fyrstu syftu um at skava so mikið av stigum sam- an, at vit sleppa undan niðurflyt- ing. Tað var málið í fjør, og tað eydnaðist. Um tað fer at eydnast í ár, fer tíðin at vísa, men eg rokni við, at kappingin verður í minsta lagi eins torfør, sum hon var í fjør. Tá vunnu vit lykladystin ímóti TB, og vit vunnu eisini ímóti B68 og EB/Streymi. TB er ikki longur í bestu deildini. EB/Streymur tyk- ist vera væl fyri, og í FS Vágum, sum flutti upp í fjør, verður sagd, at teir ætla sær meiri enn niður- flyting. Tað er Pauli Poulsen, sum vit tosa við. Hann hevur árini framm- anundan verið miðverji á 1. lið- num hjá Skála. Nú er hann hjálp- arvenjari: – Eg hevði ætlað mær at brúka minni tíð upp á fótbóltin í ár, enn eg havi gjørt undanfarnu árini. Men nú eri eg hjálparvenjari hjá nýggja venjaranum, og tað man vera minni munur á tíðini, sum t.d. í fjør fór til fótbóltin, og tíðini, sum nú verður nýtt til fótbóltin, heldur Pauli Poulsen. Stórt mannfall Sammett við teir, sum vóru á lið- num, tá ið Skála síðsta fjórðingin av kappingini í fjør stóð seg so mikið væl, at teir lyftu sær av aft- asta plássinum, sum teir so leingi høvdu verið á, og upp á áttanda plássið og harvið burtur frá bæði beinleiðis niðurflytingini og enda- umfarinum um at sleppa undan niðurflyting, so er liðið nógv broytt. – Í fjør vóru vit alt í alt 24, sum vóru á besta liðnum. Av hesum eru trettan ikki longur í felagnum. Onkrir hava gjørt av bara at spæla hondbólt og ikki fótbólt, onkrir eru farnir av landinum, onkrir eru givnir, og onkrir eru farnir í onnur feløg. Vit høvdu tveir rumenar á liðnum. Vit vónaðu, at teir fóru at verða førir fyri at lyfta liðnum. Tað er eingin meining í at hava fremmandar spælarar, um teir ikki eru betri enn lokalu spælararnir. Tað vóru rumenarnir ikki. Tí bóðu vit teir ikki aftur. Í staðin hava vit í ár fingið tveir jugoslavar, og higartil hava vit verið stak væl nøgdir við teir, sigur Pauli Poul- sen. Hjá fleiri av føroysku spæl- unum, sum í fjør vóru á Skála, og sum nú eru farnir aðra staðni, hevur tað verið lætt at fylgt orsøk- ini til, at teir eru fluttir. Kári Niel- sen, sum er av Sandi, býr í Havn- ini og spælir nú í HB. Rúni Rasmussen er úr Runavík og spælir aftur við NSÍ, og Dánial Hansen býr á Glyvrum og arbeið- ir á Toftum og spælir við B68. Áki Petersen, sum í fjør var í Skála miðverjuni og arbeiðir á Skála, hevur valt aftur at fara til Fuglafirðar at spæla. Hann er fuglfirðingur og fer nú at spæla í 2. deild. Umframt jugoslavarnar hevur Skála fingið Julian Floresco, sum í fleiri ár var á Sandi og í fjør spældi við B36. Eugen Voda er framvegis á Skála. Men Johan Nielsen hevur tikið unglingamál- verjan Heina Kristiansen, sum fram ímóti kappingarenda í fjør spældi tveir dystir á besta liðnum, framum. Agnar Højgaard, sum í síni tíð fór av Skála og til GÍ, og sum ikki hevur spælt í fleiri ár, er aftur farin at venja við besta lið- num á Skála. Tá ið vit tosaðu við Paula Poul- sen, arbeiddu teir við at fáa onk- rar útlendingar afturat at hjálpa sær. Men Pauli vildi ikki vera meiri ítøkiligur, tí, sum hann tók til, tað hevur so ofta verið tætt við hjá so nógvum, tá ið tað ræður um at fáa útlendskar spælarar henda vegin, men heilt víst er tað ikki, fyrrenn teir eru á liðnum. Unglingarnir bjóða av Hóast tað er tepurt við fólki, og hóast teir á Skála hava kent seg noyddar at fara aðra staðni eftir spælarum, so tykist áhugin fyri fótbólti millum teir yngru fram- vegis at vera góður. Hetta sæst aftur í, at Skála luttekur í ung- lingakappingini. – Men so skal leggjast afturat, at stuðlarnir á unglingaliðnum eisini eru á liðnum í 1. deild. Teir spæla harvið nógvar dystir, men tað hevur altíð dámt unglingum væl. Vit halda, at tað er sera týd- ningarmikið at geva teimum, sum eru í unglingaaldri møguleikan at spæla, og tá ið fleiri 1. deildar- spælarar eru við á liðnum, so fer tað neyvan at ganga heilt illa, heldur Pauli Poulsen. Unglinga- spælararnar, sum hann sipar til, eru m.a. málverjin Heini Kristian- sen, Bárður Joensen og Rói Jacobsen. Meiri enn helmingurin av Skála liðnum er burtur – Eg hevði ætlað mær at brúka minni tíð upp á fótbóltin í ár, enn eg havi gjørt undanfarnu árini. Men nú eri eg hjálparvenjari hjá nýggja venjaranum, og tað man vera minni munur á tíðini, sum t.d. í fjør fór til fótbóltin, og tíðini, sum nú verður nýtt til fótbóltin, heldur Pauli Poulsen. Mynd: Álvur Haraldsen Pauli Poulsen, sum hevur verið miðverji og nú er hjálparvenjari, ásannar, at avbjóðingin aftur í ár verður at spæla fyri lívinum í bestu deildini 2003 2003