Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

krígnum fleirfaldaðust, so eftirtíðin hevur tosað um fyrru oljukreppuna. Hin seinna var síðst í sjeyti ár- unum, tá Komaini rak vest- urheims sinnaða shain og hansara menn í útlegd og skipaðu Iran sum funda- mentalistiskt prestastýri. Prísirnir gjørdu aftur eitt skarvslop, eisini orsaka av ófriði í Miðeystri, har al- tjóða brennidepulin altíð hevur verið og er – um vit so tosa um mentan, átrún- að, politikk, búskap og so nógv annað. Í 1991 var oljuprísurin meiri enn tvær ferðir so høgur, sum hann var árið frammanundan. Orsøkin var tann, at Saddam Huss- ein og Irak fóru inn í Ku- veit, og at tað harvið stóðst stórur ivi, um oljuútboðið fór at standa mát við eftir- spurningin. Í 1999 var oljuprísurin undir tí, sum hann var í 1990. Men so hækkaði hann aftur, og eftir 11. september í 2001, tá ið Osama bin Ladin og teir høvdu syrgt fyri álopinum á World Trade Center í New York, reyk prísurin aftur upp ímóti støðinum, sum hann hevði verið á tíggju ár frammanundan. Og nú hev- ur prísurin aftur verið á 1991 og 2001 støðinum. Í mars var hann uppi á 34 dollarum fyri tunnuna, men í apríl er hann fallin niður aftur á 26 dollarar ella á sama støði, sum hann var á í november í fjør. Hvussu tað verður komandi mánað- irnar og árini, veit eingin at siga. Tað valdast ikki minst, hvussu tað verður í Mið- eystri. Árinið Olaf Olsen vísir m.a. á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri rækjuskipini, at oljuprísirnir eru á einum rímuligum støði: – Um oljuprísurin fer eina krónu upp, so hevur tað við sær, at bunkringin fyri ein túr verður seks hundrað túsund krónur dýr- ari. Tað er rættuliga nógv hjá reiðarínum at bera omaná aðrar rakstrarútreið- slur og áðrenn kapitalút- reiðslurnar, tá ið havt verð- ur í huga, at søluprísurin fyri eina rækjulast tey sein- nu árini hevur ligið ímillum tríggjar og fimm milliónir krónur. Beta rekur seks Cuba trolarar, og tveir nýggjar Cuba trolarar, sum teir verða nevndir, sjálvt um trolararnir, sum komu til landið stutt undan ársskifti- num, vórðu bygdir í Spania. Tað hevur gingið væl hjá Cuba trolarunum seinastu tíðina, og tað hevur gingið stak væl hjá nýggju skip- unum, síðani tey fóru í vinnu 7. januar. – Vit høvdu roknað við, at veiðan hjá nýggju skip- unum skuldi verða mun- andi størri, enn hon var hjá gomlu skipunum, og tað hevur hon verið. Raksturin sær hampuligur út, men hann er ikki nóg góður til, at vit halda tað vera ráðiligt nú beinanvegin at fara at skriva sáttmála upp á fleiri nýggjar bátar. At tað ikki er lutfall millum betra fiskarí- ið og betraðan rakstur kem- st partvís av, at oljuprísirnir eru so høgir. Hitt er, at fiskaprísirnir ikki eru nóg góðir. At prísirnir ikki eru góðir kemst bæði av, at fiskurin er smærri, enn hann hevur verið, og ikki minst av høgu oljuprís- unum, sum hava við sær, at keypiorkan yvirhøvur mink- ar, og harvið verður eftir- spurningurin eftir fiski eis- ini minni. Í kalkulatión- unum fyri nýggju skipini roknaðu vit við, at miðal- prísurin fór at liggja oman- fyri seks krónur. Teir tríggj- ar fyrstu mánaðirnar, sum nýggju bátarnir hava roynt, hava teir fingið 1700 tons, men prísurin hevur ligið undir 6,00 krónum. Framtíðin Beta hevur framvegis sam- band við sponsku skipa- smiðjuna, sum smíðaði teir báðar nýggju trolararnar. Teir hava eisini optión upp á fleiri bátar, og ætlanin hevur verið, at tveir bátar skuldu koma til jólar 2004 og tveir afturat til jólar í 2006. Harvið skuldu teir átta Cuba trolararnir verið avloystir av seks nýggjum bátum. Men enn er tað ikki greitt, um optiónin verður til sáttmálar og harvið nýggjar trolarar: – Tað valdast ikki minst um, hvussu tað verður við oljuprísunum. Nú Irak kríggið er av, eru prísirnir dalaðir ikki so lítið. Um tal- an verður um nýggjar spenn- ingar í Miðeystri og harvið aftur um nýggjar hækking- ar í oljuprísunum er ilt at meta um. Skipini hjá okk- um bunkra ímillum fimm og 5,5 milliónir litrar um árið. Um oljuprísurin fer upp við einari krónu, so tyngir hetta samlaða rakst- urin við ímillum fimm og seks milliónum um árið. Tí er gongdin í oljuprísinum rættiliga avgerandi fyri hvørja avgerð, vit fara at taka. Leveringstíðin upp á trolararnar er eitt ár. Tað vil siga, at vit skulu taka av- gerðina í hesum árinum, um vit skulu hava tveir bát- ar til jóla komandi ár, sigur Olaf Olsen. At hann dagliga er inni á heimasíðuni oilnergy.com og kannar oljuprísirnar, er ikki so undarligt. FØROYAR OG UMHEIMURIN Jóannes Hansen Seinastu vikurnar hevur kríggið í Irak verið í hvørj- ari stovu í landinum. At tíð og rúm ikki longur hanga saman, soleiðis sum tey gjørdu fyrr, ber við sær, at tey, sum búgva við ytstu enda jarðarinnar, sum tað ofta verður tikið til, á orkesturplássi fylgja við í, hvussu tað gongst hjá teim- um, ið eru á vígvøllunum, sum tað fyrr í tíðini bara hoyrdust søgur um og frá. At síggja ræðuleikarnar, sum kríggj altíð ber við sær, skakar, og skepnurnar hjá familjum og einstak- lingum, sum á egnum kroppi kenna ræðuleikar- nar, hava ivaleyst ta ávirk- an, at alt samfelagið – uttan mun til hvat annars verður hildið um kríggið – eru samd í, at vesturheimurin eigur at vera við til at byggja Irak upp aftur. Hig- artil hava tað ikki verið ser- lig tiltøk í Føroyum fyri at savna pengar saman, men at vísa samhugin í verki, plagar ikki at skorta, tá ið høvið er til tað. Í Danmark varð næstsíðsta leygar- kvøld skipað fyri stórari innsavning, sum tær báðar størstu sjónvarpsrásirnar, DR og TV2, skipaðu fyri, og hugurin at geva vísti seg at vera størri, enn hann nakrantíð hevur verið áður. Við omanfyri standandi í huga kann tað kanska kenn- ast næstan erkvisið at tosa um, at ræðuleikarnir og skiftandi umstøður annars úti í heiminum umframt til- vitanina hjá føroyingum eisini ávirka føroyska bú- skapin. Men tað er ein veruleiki, sum ikki minst fiskivinnan kennir. Hon er nógv størsti olju- nýtarin í Føroyum, og tað er fyrst og fremst fiskivinnan, sum kennir sviðan, tá ið oljuprísirnir svinga. Tølini siga, at sveiggini eru rættu- liga stór, og tey hava heilt stóran týdning fyri, um tal- an verður um reyð tøl á botnlinjuni ella ikki, tá ið árið verður gjørt upp: – Tvey tey seinastu árini hevur lægsti listaprísurin verið 1,23 krónur, og tá ið hann hevur verið hægstur, hevur hann verið 3,23 krón- ur. Tað sigur Olaf Olsen, sum hevur fingist við reið- aravirksemi seinastu meiri enn tríati árini, og sum altíð hevur havt stóran áhuga í tølum og hagtølum. – Tað er eitt støðugt stríð at fáa raksturin at hanga saman, og tá er tað ikki líka mikið, hvussu høgur olju- prísurin er. Útreiðslurnar til olju ber reiðaríið hundrað prosent, og tí kennist tað sera meint, tá ið talan er so stórar hækkingar, sum vit viðhvørt hava sæð á heims- marknaðinum og harvið eisini her í Føroyum. Stór nýtsla Undan sameindu innrásini í Irak fóru oljuprísirnir upp ígjøgnum. Tað merkist, tá ið rindast skal fyri oljuna, sum fer í tangan heima við hús, og tað merkist, tá ið bilurin verður bunkraður. Størsta árinið av ógvusliga príslopinum í oljuni kenna teir, sum hava við skip og skiparakstur at gera. Næraberg brennir einar 25 túsund litrar um dagin. Rækjutrolararnir bunkra til knappliga tveir mánaðar langan túr einar 600 túsund litrar. Tað vil siga, at hvør teirra brennur einar tíggju túsund litrar um dagin, ella tað sama, sum eitt húsar- hald brúkar í einar tríggjar mánaðir. Flakatrolararnir og stóru nóta- og trolskipini brenna eisini nógv, og so eru tað allir hinir partarnir av fiskiflotanum. Toppskorarin í føroyska flotanum, tá ið tað ræður um oljunýtslu, er nýggja Norröna. Hon brennir einar hálvt hundrað túsund litrar um dagin. Oljuslagið, sum ymsu skipasløgini brúka, er ym- iskt, og harvið er prísurin eisini ymiskur. Nú Norröna kom til landið, varð sagt, at hon brúkar tyngri olju enn gamla Norröna, og at prís- urin harvið er lægri. Tað er eisini ymiskt, hvussu stórur avsláttur verður givin. Tað valdast um nýtsluna hjá einstaka skipinum, og tað valdast eisini, hvussu nógv skip eitt reiðarí, hevur at bunkra. Prísmunurin Fram til á heysti í 1973 kostaði oljan lítið. Tá var tað, at oljuprísirnir í kjalar- vørrinum á Yom Kippur Fyrstu tríggjar mánaðirnar hevur tað roynst væl hjá teimum báðu nýggju trolarunum hjá Beta, sum hava fiskað 1700 tons, men úrslitið hevði havt verið betri, um oljuprísurin ikki hevði havt verið so høgur 38 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 39 C M Y K 39 38 Oljuprísurin avger endurnýggingina Gongdin í oljuprísinum 1988-2002 Kelda: oilnergy.com Hvussu úrslitið sær út, og harvið hvussu útlitini eru fyri endurnýgging av flotanum er tengt at oljuprísinum og harvið ikki minst at Irak krígnum Gongdin í oljuprísinum frá apríl 2002 og til apríl 2003 Kelda: oilnergy.com Umstøðurnar í Miðeystri síggjast aftur í broyttum oljuprísum, sum aftur ávirka fyritreytirnar at endurnýggja skipaflotan, sigur Olaf Olsen á Beta