Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 5. juni 1992 Niclas Akraberg Poulsen, stóðleiðari: Vit verða kanska linari næstuferð Síða 7 -Hesuferð fylgdu vit reglunum hjá FIFA allanvegin, tað fórdi við sær, at eitt nú fótbólstfloytur vórðu tiknar frá fólki, hetta fara vit kanska at slaka við næstu ferð, fáa vit loyvi til tað, sigur hann Her fáa politistarnir sær ein drekkamunn aftaná dystin. Mynd: Hilmar Jan Hansen Føroysku løgreglumenn- irnir vóru sera væl umboðaðir til fótbólts- dystin á Svangaskarði mikukvgldið. Eitt sterkt politistalid við yvir tríati monnum og kvinnum skipaðu fyri at alt gekk regluliga fyri seg undan dystinus, undir dystinum og aftaná dystin. --Lat meg siga beinan- vegin, at tað var ein stak pen åskodarafjøld á Svangaskarði mikukvøld- ið. Vit høvdu ongar trupu- leikar av fólki, sigur Nic- las Akraberg Poulsen, stødleidari, sum samskip- aði løgregluarbeidid. --Tað at bannað er at njóta rúsdrekka á stadion- økinum er ein góð bremsa í sær sjálvum. Eisini at teir eru so konsekventir at siga, at tað dugir heldur ikki at taka rusdrekka við sær í plastikdunkum. Ongin áskoðari var ávirk- aður so tað órógvaði, sigur hann. Ferðslan gekk væl Politiið var væl fyrireika til at mýta teim nógvu bilunum, sum komu á Toftir mikukvgldið. --Men vit fingu eisini dyggiliga hjálp frá teimum 70 vaktarfólkunum sum teir lokalu fyrireikararnir høvdu fingið til vega, sigur hann. Langt at ganga —Vit avgjørdu at nýta vegin niðanfyri vøllin til parkering. Har var pláss fyri eini 200 bilum. Fólk sum komu við bili niðan á vøllin vórðu víst á parkeringspláss. Tá fult var á hesum vegnum varð restin víst til parker- ingsgkið á havnaøkinum, hetta gekk rímuliga væl, sigur Niclas Akraberg Poulsen. —T6 vóru tað fólk, sum hildu at tað var ov langt at ganga frá havnagkinum og niðan á Svangaskarð, hetta gerst ikki við, ti parkeringsmøguleikar eru ikki á Svangaskarði til tílíkar stórar dystur, sigur Niclas Akraberg Poulsen. Tá toftamenn fóru undir grasvøllin á Svangaskarði flentu skaðafróðu ella ivandi at ti ferðsluóskili sum kom at standast av stórdystum. Hesum er ongin grund til at óttast longur, tí ferðslan gekk fínt. Drúgv fyrireiking Politiið hevur seinastu tíðina fundast nógv við fyrireikararnar = av fótbóltsdystinum. --Vit skuldu kunna vátta yvirfyri altjóða fótbólts- sambandinum, FIFA, at vit kundu uppfylla tær treytir, sum teir seta, annars varð vøllurin ikki góðkendur. Eg havi tosað við umboð fyri FIFA aftaná dystin og teir hava onki at fílast at, sigur Niclas Akraberg Poulsen. Ambulansa og brandbilur Bæði sjúkrabilar og brandbilurin hjá Runa- víkar Kommunu vóru á stadiongkinum. Hetta er kravt um eldur skuldi komið í ella um okkurt annað skuldi hent. --Grundin til at áskoð- ararnir einki ongan lut, umframt rúsdrekka, máttu taka við sær inná fótbóltsvgllin er, onkið økid er millum fótbólts- vøllin og åskodararnar, heldur einki hegn. Å teimu stóru vøllunum úti í heimi er nógv minni møguleiki fyri at tveita nakað inná vøllin,. sigur Niclas Akraberg Poulsen, stýðleiðari at enda. jústinus í Á Ein av teimum væl- nøgdu áskoðarunum, sum kom av vøllinum á Svangaskarði miku- kveldið var Jógvan Sundstein, varaløgmad- ur. Og hann smiltist um alt fimmoyra. --Tað er sjálvandi ikki so Stuttligt at tapa, men eg eri sera væl nøgdur við fyrsta hálvleik, seinni kundi verið betri. Men føroyingar vóru so als ikki niðurspældir, sigur Jógvan Sundstein. Fer tú til dystin á Svangaskarði móti Kypros um fjúrtan dag- ar? --Ja, tað er heilt vist, um ikki okkurt heilt óvæntað kemur í vegin, sigur hann. Aristokratiið Væl gyrdir inni undir Jógvan Sundstein sæst her vælnøgdur aftan á Dystin. Hann verður aftur at síggja á Svangaskarði um fjúrtan dagar. Mynd: Jens Chr. Vang Jógvan Sundstein, varaløgmadur: Eg fari til dystin móti Kypros —Eg eri sera væl nøgdur vid fyrsta hålvleik, seinni kundi verið betri, sigur hann loftinum í nýggja stadionbygninginum sótu fleiri serliga inn- boðin. Har vóru løg- tingsmenn, landstúris- menn, fólk úr um- sitingini í Tinganesi og vinnulivsmenn. Føroy- ska aristokratiið var væl umboðað, tó væl avskildrað frá fjøldini. Annars kann sigast, at milum áskoðararnar vórðu allir stættir um- boðaðir, frá tí arbeiðs- leysa til hægs lentu stjórarnar og embæt- ismenn og allir aldurs- bólkar vóru eisini um- boðaðir. jústinus