fríggjadagur 5. juni 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Foroyskt vitni um tíð sína í samkomuni:
Trúarlæran hjá Jehova
Vitnum er mær kunnug
frá ungum árum. Fyrsti
kunnleiki til teirra er
framvegis í huganum.
Vetur var, vit vóru fleiri,
sum stuttleikaðu okkum í
kavanum. Hóast svongd
var komin á okkum í
skýmingini, var eingin
farin heim. Men so kom
brádliga reringur í ung-
dómin. Nekur tóku til
rýmingar. Ikki var mær
greitt, hvat ið bagdi.
Seinni frættist, at skjáttu-
menninir við tí nýggju
trúnni, Jehova Vitni, ferð-
aðust grannalagnum
Okkurt av teim ungu, ið
kendi eitt sindur til lær-
una, hevði fingið eyga á
Vitnini og síðani boðað
eðrum frá, tey vóru t
farin til hús at siga frá.
Nekur prátaðu við
Vitnini. Aðrastaðni fingu
tey greitt at vita, at tey
ikki vóru vælkomin og
heldur ikki skuldu vísa
seg aftur, meðan onnur
stongdu. Okkara heim
varð somuleiðis vitjað.
Var júst komin innum, tá
ið pikkað varð á dyrnar.
Bert annað av teim gomlu
var heima. Vitnini fingu
at vita, at eingin áhugi var
fyri teirra læru. Men á
vegnum út ætlaðu tey sær
á loftið og varð tí talað at.
Men tá ið betur lá fyri at
tosa á eðrum enn donsk-
um, so varð sagt á hesum
máli, at úthurðin var í
neðra. Jehova Vitnini lótu
ikki sjóvarfallið renna frá
sær, men byrjaðu av
nýggjum at tosa á hesum
máli. Tosað varð so mikið,
at annað av teim gomlu
var í samkomuni fáar
mánaðir seinni.
Byrjaði í USA
Jehova Vitni samkoman
birtist í fyrru helvt av 19.
eld i U.S.A Tey eru fá-
ment. Nekur halda til í
Føroyum. Læran varð
drigin henda vegin úr
Danmark tíðliga í 50-árun-
um. Trúgv teirra byggir á
Bíbliuna, siga Jehova
Vitni, men hóast tey hava
hesa áskoðan, so er stórur
munur á siðum teirra sam-
anborið við siðir hjá ødr-
um samkomum.
Elstaráðið og
skúlingin
Jehova Vitni hava eitt
ráð. Ráðið, sum heldur til í
U.S.A., er teirra hægsti
myndugleiki. Ráðið hjá
teimum útleggur Skrift-
ina. Samkoman hevur sín
egna skúla, ið kallast
Teokrátiski skúlin. Lim-
irnir í samkomuni hava
skúlaskyldu. Í skúlanum
læra tey Skriftina betur at
kenna, eftir tí útlegging,
sum ráðið hevur gjert.
Eingin verður doyptur,
sum ikki stendur eina
ávísa roynd á skúlanum.
Skúlin lærir tey somuleið-
is, ið hvussu tey best fáa
borið boðskapin út millum
manna. Og tí ganga tey á
dyrnar hjá fólki og úti á
gøtunum við blødum o0.ø.
lesnadi. Nøkur ganga eis-
ini vid uppsløgum á búki
og ryggi. Tey skriva
somuleiðis frágreiðingar
um samreðurnar, ið tey
hava við fólk. Tey hava
sostatt eitt yvirlit yvir
støduna og kunnu við hes
um avgera hverji tey vitja
títtari og færri
ferðir
onnur
Ødrvisi bíbliutímar
Jehova Vitni hava eisini
bíbliutímar. Tá nýta tey
blaðið, sum eitur >Vagt-
tårnet« Fyrst verður
blaðið lisið bæði væl og
virðiliga, síðani verður
strikað undir tekstin i
steðum við reyðum ella
bláum, tí undir sjálvum
hevuðstekstinum, á hverj-
ari síðu sær, standa ym-
iskir spurningar skrivaðir
við smærri stavum, og tað
eru sverini til hesar spurn-
ingar, sum tey finna í
tekstinum, ið tey strika
undir. Tey verða spurd í
tímanum og kappast tey
tí um at svara. Tey rætta
hondina upp fyri at gera
vart við seg.
»Vågn Op« er annað
blað, sum tey geva út.
Hetta blaðið er bert ætlað
til at lýsa lýtini hjá eðrum
samkomum og samfelag-
num sum heild. Í dag fæst
fitt av føroyskum lesnaði.
Hetta er avgjert fyri at
fáa sterri ávirkan?
Áðrenn fólk hava verið
á fyrsta meti, verða tey
vitjað av og á, men síðan
vitja Jehova Vitni tey
regluliga fyri at lesa Guds
orð við teimum, teirra út-
legging. Hildi ðverður
fram við hesum í nøkur år,
eisini aftan á dópin. Hetta
er fyri at halda upp á fólk-
ið. Aftan á lesnaðin fáa
tey sær te ella kaffi. Heta
kann troytta húsfólkið,
ikki minst barnið, sum er
avskorið frá foreldrunum,
meðan tey eru upptikin.
Bert 144.000 sleppa
í Himmalin
Jehova Vitni siga, at
vónin um eitt nýtt og
betri lív bert er galdandi
fyri teirra samkomu.
Trúgv teirra sigur, at jorð-
in ikki gongur til grundar,
men at hon verður endur-
nýggjað. Somuleiðis sigur
trúgvin, at bert 144.000
menniskju sleppa í Himm-
alin. Hesi eru útvald av
Jehova til at hjálpa Jesusi
við at stýra nýggju jørd
ini, tí tey mongu, sum ikki
sleppa í Himmalin, skulu
liva víðari á tí nýggju jørd-
ini.
Hóast jerðin ikki gong-
ur til grundar, so hava Je-
hova Vitni fleiri ferðir
spáað og boðað frá at jørd-
in verður skakað, ímeðan
hon verður endurnýggjað
av Jehova. Higartil hava
spádómarnir so ikki ging-
ið út hjá Jehova Vitnum
Hetta er tagt burtur fyri
Hetta varð helst
spáað, fyri at vinna fleiri
av teim sálum, sum ræd-
ast spádómar?
tíðina.
Altarborðið bert
fyri tey útvaldu
Bert eina ferð um árið, á
páskum, fara Jehova
Vitni til altars. Altar-
gongd kallast Minningar-
hátíð. Breyð og vín ferð-
ast ímillum limirnar í sam-
komuni, men bert tey,
sum eru kallað, útvald av
Jehova at fara til Himm-
als, skulu fáa sær breyð og
vín. Tí hetta skal ímynda
teirra hægri steði aftan á
lívið her á jerðini. — Sá
sjálvur grátandi Herning
kvinnu fáa sær bæði breyð
og vín. Hetta var við
Noregsvegin í Havn. So
hon var útvald og komin í
stjørnuna hjá Jesusi?
Útmelding treyt
fyri upptøku
Tey, sum ætla sær í
samkomuna, skulu fyrst
melda seg úr teirra fyrr-
verandi samkomu. Vóru
tey ikki í nakrari áðrenn,
so skulu tey kortini vísa
eina váttan frá fólkakirkj-
uni um, at tey eru strikað
sum limir í henni. Tí eing-
in sleppur upp í fyrr enn
hetta er í lagi. Tí eru tey
ikki strikað í eðrum sam-
komum, so kennist Je-
hova ikki við tey, og tey
eru glatað!
Arbeiðsskyldu
Jehova Vitni hava ar-
beiðsskyldu, kallað Ríkis-
tænasta, uppkallað eftir tí
nýggja ríkinum. Eitt
minstamark av arbeiðstíð
er ásett. Arbeiðið umfatar
at fyrireika seg væl og síð-
ani at sannfera fólk um at
einans trúarlæran hjá Je:
hova Vitnum er sonn og
kunnu tí bert tey arva
Guds ríki. Hverja viku
skulu tey so innfera, hvat
ið tey hava gjert, og
Nr. 105 — 5. juni 1992
hvussu leingi tey hava ar-
beitt. Hetta skulu tey so
lata samkomuni einaferå
um månadin.
Samkoman er bytt upp i
øki. Hvørt øki heldur tvær
stevnur um árið. Stevna
svarar til årsmøti. Tå
streyma fólk úr øllum rik-
inum á metini. Har rimm-
arreðarar halda skakandi
reður. Men somuleiðis
stuttleika tey sær dúg-
liga. Tí stevnan er eisini
ætlað til at fólk skulu
kunna síggja nekur nýggj
andlit og skifta orð við
fólk, sum eru úr ødrum
økjum hjá samkomuni, og
møguliga knyta fastari
vinarbond!
Firnast kross, blóð
og tjóðareyðkenni
Jehova Vitni hava sjáld-
samar siðir. Nakrir kunnu
nevnast: Jehova Vitni
kann hverki taka ímóti
blóði frá nøkrum ella lata
eðrum blóð. Blóð ella
nakað við blóði í kunnu
tey ikki eta. Hevdið á
fugli skal kappast av
beint sum hann er veidd-
ur, annars er hann ikki
munnbærur. Bert Jehova
er leiðari, tí fáast tey ikki
á val. Merkið og tjóðsang
kennast tey ikki við. Tey
sýta fyri at gera hertæn-
astu. Tey trúgva ikki, at
helviti er til. Kross vilja
tey ikki síggja. Legreglu
vilja tey ikki fáa hjálp frá
og heldur ikki boða henni
frá nekrum.
Liva í síni egnu verð
Tey skriva
bert í síni egnu blød. Há-
tíð halda tey ikki. Føding-
ardagur verður tagdur
burtur. Barnagleðin hevur
ongan týdning? Hvíludag-
ur verður ikki hildin, tí
verður arbeitt halgidag.
Tey siga, at kvinna altíð
er undirgivin manni. Tey
halda seg frá alheims-
hjálpararbeiði. Tey sýta
fyri at loysa trupulleikar
sum t.d. familjutrupul-
leikar, hóast familjan er
Jehova Vitni og hevur
biðið um hjálp. Rúsevn
njóta tey, men mugu ikki
fáa sær so nógv at vitið
hvervur. Tey fáast ikki
við eydnuspæl. Í benar-
húsi eru myndir og máln-
ingar bannað. Lovsangur,
løg og ljóðfer skal alt vera
gamalt. Mótaklæði verða
ikki væl móttikin av sam-
komuni. Tey hoyra bert
Gudsorð av sínum og mill-
um síni. Kemur Gudsorð
um sendara, skal slekkj-
ast ella farast út. Teim
deyðu verður einki gjørt
burturúr. Gravtalan er
Ríkistænasturós, nekur
skriftstoð verða reksað
upp og tveir sálmar sung-
nir. Á grevini ein sálmur,
einki annað. Eingin sam-
kensla við teimum avvarð-
andi. Hverki handteka
ella andaligur stuðul í
gravtaluni. Einki við at
rósa tí deyða fyri onnur
avreksverk. Eingi minn-
ingarorð í blaði. Kirkju-
garður er ikki í teirra
hugaheimi. Einki við
kransi, blómum, grav-
steini ella vitjan á grevini.
Tann deyði er gloymdur í
ævir.
Burtursøgd, akta
tey ikki
Limir i samkomuni,
sum gloyma reglurnar, fåa
fyrst eina åvaring. Men
hendir nakad aftur, so
verður hesin burtursagd-
ur, og sleppur ikki á meti.
Alt sambandið verður slit-
ið við persónin í revsi-
tíðini. Eingin skal vera
saman við tí burtursagda.
Og ikki fara inn í rúm, har
hesin er, og fara út, tá ið
hesin kemur inn.
Familja og vinir hjá
teimum, ið eru fallin fyri
Jehova Vitnum, royna av
og á at fáa tey burtur úr
aftur óskilinum. Men lítið
hjálpir, tí tey gomlu í sam-
komuni billa teimum
yngru inn, at forfylging er
besta prógvið fyri at
Jehova Vitni er einasta
rætttrúgvandi samkoma á
hesi fold. Og hetta fær so
tey yngru til at knýta seg
fastari at samkomuni
heldur enn øvugt.
Stívrend trúgv kann
syndra familjur
Og seinast mín niður-
steða, hon er, at ein sam-
koma sum Jehova Vitni
kann geva góð gróðrarlík-
indi fyri ósemju og spjað-
ing í familjuni. Imillum
bern og foreldur og ímill-
um systkin. Tí foreldur
eru mangan ágrýtin í poli-
tikki ella av trúarlívi. Tí-
Jehova Vitni og síðir teirra
verri gloyma foreldur tíð-
um, at bern hverki eru
nóg búgvin ella fer fyri at
skilja tað sama sum tey
vaksnu skilja, og at tey tí
heldur ikki duga at taka
nakra steðu í politikki ella
trúarlæru. Bern eru tí
mangan undir herðum
trýsti, tá ið foreldur byrja
við at mana og júka tey til
eitt og annað, ístaðin fyri
at hava tol og at bíða til
tey taka við læru so hvert
sum barnið búnast við
aldrinum.
Tað var heldur ikki nak-
ar stuttleiki á sinni at sita
fjálturstungin við eitt
degurðaborð og í iva um
Jehova góðtók matin á
borðinum. Tílíkt er heldur
ikki tespiligt fyri eitt barn
í dag. Angurin situr í mær
mær enn, av tí at lykilin í
okkara úthurð ikki varð
snaraður um ta einu ferð-
ina. Tí so hevði helst stað-
ið betur til 1 dag
Hetta er upphavið til
greinina, og hevur ligið
mær leingi á hjarta.
J.J.J.
Eitt satt spæl at vera
VAKURT
BRÚNUR
ALT ÁRIÐ
ONatunli:
Solarium ella nógva
ella minni sól...
NATURALIA
EXOTICA
tryggjar við sínum
stóra úrvali altíð
besta úrslit.
Um bíleggingar og
nærri upplýsingar
um NATURALIA
sólverju- og onnur
evni — ringið
Tif. 11012 & 48871
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tif. 18820.
Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persénlig
ráðgeving og serligir spurningar verða svar-
aðir.
Opel Ascona 2000
I G.L.S., árg. 87, við skaða, til sølu.
Tlf. 14757, eftir kl. 19