fríggjadagur 5. juni 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 105 — 5. juni 1992
At kalla hvør einasti belg-
iari, tú tosaði við á Svanga-
skarði ella yvirhøvur und-
an dystinum, spurdi eftir
einum spælara — tí heims-
kenda topphúgvumann-
inum, ið higartil hevur vart
føroyska landsliðsmálið í
at kalla allari EM-kapp-
ingini og aðrar dystir við.
Men nú var tað Kaj Leo
Johannesen, ið vardi mál-
ið, og tí kom hann eisini
sera væl frá.
Eisini tað løgdu belgisku
áskoðararnir til rættis:
>Vit vistu, at tit høvdu ein
góðan málmann, men nú
hava vit sæð, at tit hava fult
av teimum, meðan tað
kanska ikki er so nógv úti á
vøllinum.«
Teirra orð — í hvussu er
kann eingin fílast á mál-
verjan í dystinum miku-
kveldið. Og kortini...tað
ger hann sjálvur:
Sjálvkritiskur
»Ja, tá ein spældir á ein-
um landsliði, má bæði rós
og rís til, og ein eigur at
rokna við at fáa viðmerk-
ingar,< sigur Kaj Leo. >Ég
skal so í hvussu er sjálvur
vera fyrstur at taka alla
ábyrgdina á meg fyri tað
fyrsta málið, teir fingu. Eg
fór út, og bóltin fekk ikki
fatur á, so málið stóð gap-
andi tómt, tá belgiarin setti
hgvdið á bóltin.<
tíðindablaðið
Kaj Leo: Tað er so
gott at vera heitur
Landsliðsmálverjin spældi ein sera góðan dyst miku-
kvgldið á Svangaskarði, hóast hann åtekur sær 100 pro-
sent av ábyrgdini fyri fyrsta málið, ið kom eftir ein sokall-
aðan Kaj-túr'. »Sjålvkritikkur skal eisini til,< sigur hann
Annarser Kaj Leo — sum
vera man — vælnøgdur vid
dystin og eisini sin egna
innsats sum heild. »Dyst-
urin var góður, og saman
við dystinum móti Noregi,
haldi eg hetta var ein av
mínum bestu royndum á
landsliðnum, og nú byrjar
ein at kenna seg væl í før-
oyska landsliðmálinum —
nakað tað sama sum í HB-
málinum, ið eg á ein hátt
kenni, at eg eigi. Men tað
skal ein nú heldur ikki dúva
uppá, men har royna at
gera sítt besta, so ein kann
hava uppiborið at vera
standandi har.<
Gott at vera heitu;
Eins lítið og nakrir av
hinum føroysku spælarun-
um tóktust vera serliga
imponeraðir av belgiarun-
um, er Kaj Leo tað: >Teir
høvdu nokk so nógv skot
eftir jórð, men lítið av ti var
serliga vandamikið, og eg
hevði ikki trupulleikar av
teimum royndunum. Eisini
hevði eg roknað við, at
Enzo Scifo fór at skjóta
meira, enn hann gjørdi.«
Men hóast Scifo kanska
ikki skjeyt so nógv, løddi
hann ført, og meginpart-
urin av belgiska spælinum
gekk gjøgnum hann á mið-
vellinum, so kortini vóru
tað aðrir, ið rpyndu seg, og
serliga í seinna hálvleiki
slapp Kaj Leo onga løtu at
standa fyri einki.
>Har var alla tíðina nóg
mikið at gera, og tá kennir
ein seg eisini best, tí tá tú ert
heitur, ert tú eisini betur
fyri og hevur betri tamar-
hald á tínum egna spæli,<
sigur Kaj Leo. >Um tú hev-
ur lítið at gera og stendur
kaldur, kann tað koma tær
aftur um brekku, um bråd-
liga er brúk fyri tær.<
Hann sigur eisini, at tað,
at hetta í roynd og veru var
fyrstu ferð, hann veruliga
hevur fingið kjansin í før-
oyska málinum, gjørdi, at
hann kendi seg meira
tryggan í málinum.
Bjóðaðu seg íkki til
Í seinna hálvleiki fílist
hann tó á, at spælararnir
vóru ov fáir, ið veruliga
bjóðaðu seg til, eitt nú tá
útspælið frá málmann-
inum kom.
>Millum annað fóru
fleiri av útspórkunum hjá
mær út á miðjuna, men har
var sjáldan nakar, ið bjóð-
aði seg til, og ofta kundu
menn standa kanska bert
einar fimm metrar frá, har
bólturin kom, uttan at teir
royndu eftir honum. Tá var
frægari afturi í verjuni, har
serliga Jan Dam og Allan
Mørkøre fleiri ferðir
royndu at plasera seg so, at
eg kundi rulla teimum bólt-
Síða 13
in, fyri annaðhvort at fáa
hann aftur, ella so teir
kundu fara avstað við hon-
um og royna at byggja eitt
sindur av spæli upp.<
Eisini Kaj Leo hevur alt
tað besta at bera áskoðara-
fjøldini, ið veruliga stóð
royndina til UG. >Við so
góðari uppbakking frá
fjøldini, ið situr uttanfyri,
er tað stuttligari at spæla,
og eisini kennir ein seg
betur á heimavelli, tá ið
áskoðararnir soleiðis gera
vart við seg og royna at
stuðla, tað teir kunnu.<
hj.