fríggjadagur 5. juni 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
HM-dystur:
Føroyar-Belgia 0-3 (0-1)
0-1: Philippe Albert (30
0-2: Marc Wilmost (64
0-3: Marc Wilmost (70.)
Utskiftingar:
63. Belgia: Marc Wilmost
inn fyri Louis Olliveira-
Barosso
70. Føroyar: Torbjørn
Jensen inn fyri Toda Jóns-
son
75. Belgia: Bruno Medved
inn fyri Danny Boffin
82. Føroyar: Alvi Justin-
ussen inn fyri Allan Mørk-
øre
Ávaringar:
24. Føroyar: Jan Dam
86. Føroyar: Mikkjal Dan-
telsen
Askoðarar: 5.156 (met)
Tað er stórur munur á at
vera yrkisleikari, sum livir
av at spæla fótbólt og at
vera amaterur, sum hevur
fótbólt til frítíðarítriv.
Tað vita vit, og tað fingu
vit staðfest í fyrsta týdn-
ingarmikla dystinum á
nýggja grasvellinum á
Svangaskarði.
Okkara megnaðu fyri
steðgin at vera við til at
skapa undirhald og part-
vísan spenning fyri teir
5.156 áskoðararnar, sum
frá fyrsta bríksli hjá tí
frálíka skotska dómaran-
um, Lesie William Mottr-
am, gjørdu sitt til at bera
leikararnar fram. Bædi vid
rópum, sum gelltu í berg-
inum og við at royna
mexikansku bylgjuna.
Hildu álopsleikar-
unum úr brots-
teiginum
Verjan kom fyrstu letuna
ikki undir egiliga trýstið,
hon plagdi at vera undir í
EM dystunum. Miðvellur-
in megnadi at vera bylgju-
brótari framman fyri mið-
verjurnar og harvið í stór-
an mun skerja eitt tvey
gjøgnumspæl eftir midås-
ini.
Hálva tíman inntil
Philippe Albert stútaði í
tóma kassan, sum Kaj
Leo, (ið annars stóð stak
væl) óneyðugt var lopin
úr, var eisini yvirskot til
spjødd snarålop. Onkun-
tíð var samanspælt ur før-
oyska brotsteiginum og
yvir vallarbreiddina inn á
belgisku hálvuna, og einar
tvær ferðir var tað um
reppið, at Todi stakk Kára
og Jan Allan leysan, eftir
at vera farin fram við mót-
steðumanni.
Tætti verjuparturin á
miðásini bar í sær, at tað
gjørdist tómligt í síðun-
um. Allan hevði gott tak á
Danny Boffin, ið sum
Føroyingarnir megnaðu hálvan dystin at
geva belgiarunum m6tstødu, men so vóru
ongar kreftir eftir, og kenda myndin frá
EM-dystunum gjørdist alt greiðari
eð
vongverji ofta var í álopin-
um, meðan tað var trupult
hjá Jan Dam at byrgja
upp fyri í síni síðu. Ikki tí
taklingarnar hja Jan vóru
nóg góðar, men heldur tí
hann ofta varð yvirspæld-
ur av tveimum monnum,
og í Alain Denil hevði
nógv skjótasta mannin á
vellinum sum beinleiðis
mótsteðumann.
Tað var eisini úr hesi
síðuni og frá hesum mann-
inum, at uppspælið til oll
málini kom.
Álopsliga útselt
Eftir steðgin var leik-
myndingin átek henni, vit
sóu í Landskrona: Burtur-
sparking úr egnum brots-
teigi og einki yvirskot at
seta nakað konstruktivt í
gongd. Á miðvellinum var
útselt hjá Toda og Torkil,
sum eiga at vera teir
báðir, ið einsamallir
óvæntað kunnu skapa
nakað.
Abraham (megnaði væl
at skugga Scifo og býtti
eftir dystin troyggju við
heimskenda leikaran)
royndi at halda upp á bólt-
in, men eingir bjóðaðu seg
til í framrættaða partin-
um, og tískil var í fleiri
førum neyðugt at spæla
málverja og afturlaga
staddar verjuleikarar eila
at royna við longum bólt-
um, sum belgiararnir í
niggju av-tiggju førum
Nr. 105 — 5. juni 1992
FØROYAR-BELGIA
Amatørarnir
unkteradir
fingu fatur å.
Utskiftingin av Toda
var heilt naturlig, medan
tað var meira ónatúrligt,
at Torbjørn, sum er ålops-
leikari burturav, varð
settur á midvøllin, meðan
Magni varð sitandi á
beinkinum. Hann orkar at
renna, og sum dysturin
lækkaði móti endanum,
var tað saknur í fólki við
teimum gávunum.
Torkil fánaði fullkomi-
liga burtur. Tapti kanska
tíggju teir seinastu bóltar-
nar, hann fekk at arbeiða
við, og tað hevði ikki verið
meira enn rímuligt, at
hann varð tikin út, um
Allan ikki hevði verið
noyddur at farið ut við
beinskaða.
Málini eftir steðgin
vóru avleiðing av mink-
andi føroysku orkuni og
økti belgisku ferðini og
avgjerda hugburðinum, at
hvert einasta álop skuldi
enda við langskotsroynd
ella gjøgnumspæli og inn-
leggi úr síðunum.
Tað hevði verið trupult
hjá Marc de Grijse og
Louis Oliveira at fáa mál
úr meguleikunum, men
tað hjálpti munandi, tá
van Himst valdi at skifta
Oliveira út við Wilmost.
Hann hevði bert verið
góðan minutt á vellinum,
tá hann drenstútaði í
málið, og seks minuttir
seinni var hann á staðnum
eftir klumpsspælssteðu
og potaði um linjuna fyri
at staðfesta trygga sigur-
in.
Størri spenningur
Teir åskodararnir, sum
høvdu sett nesina upp
móti javnleiki ella sigri,
fóru snópnir til hús aftur.
Tað nýttust teir ikki at
vera. Tað er minst trý
máls styrkismunur á lið-
unum.
Hinvegin er ikki óhugs-
andi, at tað verður teprari,
tá Kypern vitjar týskveld-
ið í aðru viku. Fótbólts-
upplivilsi verður ikki tað
sama, sum at síggja Scifo
frammarlaga á miðvellin-
um og Franky van der
Elst aftan fyri hann
spjaða bóltarnar kring
vallarbreiddina. Men tað
verður meira spennandi, tí
okkara lið hevur væl
sterri meguleika at fáa
stig, og tað telur nógv fyri
áskoðararnar.
-nn-
ARTERNE SA
Skotske TR RS FR SR RO me Je dørs ole ole lgd 09 9 4