Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 21

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 41 JÓANNES HANSEN Í venjingardystunum og kapping- ini um løgmanssteypið hevur Skála bara havt ein spælara heilt har frammi. Tað er Jónhard Frede- riksberg. Hann kom aftur á liðið í fjør, eftir at hann mest sum einki hevði gjørt við fótbóltin í næstan fimm ár. – Nú eri eg 22 ára gamal. Eg spældi nógv fótbólt frá tí, at eg var sjey ára gamal, og inntil eg var sekstan. Tá fór eg til skips, men tá ið eg í fjør legðist uppi aftur, bar aftur til at spæla fótbólt, sum mær dámart sera væl. Hetta sigur Jónhard Frederiks- berg, sum er strandingur og býr undir Gøtueiði. Hann legðist uppi, tí hann fór á skiparaskúla fyri knappliga hálvum øðrum ári síð- ani. Dagarnir eru langir hjá hon- um nú. Hvønn morgun fer hann við bussinum av Skipanesi og suður til Havnar. Tá ið hann er komin til hús aftur, skal hann yvir á Skála at venja, og so eru tað skúlatingini. Um alt gongur, sum tað skal, so verður hann liðugur við skiparaskúlan í summar. Hvussu tað so verður við skúla- gongdini og harvið eisini møgu- leikanum at spæla fótbólt hevur hann ikki heilt gjørt upp við seg sjálvan enn. Annaðhvørt fer hann aftur til skips, og so verður sjálv- andi eingin møguleiki at spæla fótbólt, ella fer hann at halda fram á sjómansskúlanum hálvt annað ár afturat, og so verður møguleiki at spæla fótbólt. Eingin ivi hevur verið um góðu fótbóltsevnini, og tað hava aðrir sæð, enn teir á vestara armi á Skálafjørðinum. Jónhard var í síni tíð bæði á U-14 landsliðnum í Aberdeen og á U-16 landsliðnum, sum luttók í EM undankappingar- bólki í Íslandi ímóti Luksemborg og Íslandi. Síðsta summar var tað okkurt av størru feløgunum, sum føldi seg fyri, um Jónhard var áhugaður í at skifta frá botnlið- num og til felag, sum var við í FM kappingini, men Jónhard helt seg á rókini. Í vetur var landsliðið á venjing- arlegu í Spania. Onkrir góvu av- boð, og so varð Jónhard úttikin. – Tað var sera hugaligt at gera ta royndina. Vit vandu og hvíldu nógv. Tað man ikki vera langt burtur frá tí, sum yrkisspælarar aðra staðni gera hvønn dag. Tað standa stórar avbjóðingar hjá landsliðnum fyri framman. Landsliðið skal spæla í Íslandi, og Týskland skal spæla í Føroy- um. Er hetta nakað, sum tú hugs- ar um? – Sjálvandi veit eg hetta, og eg haldi, at tað verður rættuliga spennandi og ein veldug avbjóð- ing fyri spælararnar, sum verða úttiknir. Men hetta er ikki nakað, sum fyllir nógv í mínum huga- heimi, um tú hugsar um dreymin at sleppa upp í part. Í fótbólti eru tað dagligu uppgávurnar á Skála, sum tað snýr seg um. Ætlar lands- liðsvenjarin at senda boð eftir mær, so er hann væl komin, men hetta taki eg, sum tað kemur, sig- ur Jónhard Frederiksberg, og tað tykist sum um hann hevur bæði beinini heilt niðri á jørðini. Ungt lið Tá ið prátið aftur verður snarað ímóti Skála og kappingarárinum, sum stendur fyri framman, so heldur álopsspælarin, at úrslitini í venjingardystunum og steypa- kappingini hava víst, at tað verður eins strevið í ár, sum tað var í fjør, og helst uppaftur torførari. – Vit hava mist nógvar spælar- ar. Tí er neyðugt at spæla eitt nýtt lið saman, og tað tekur sína tíð. Vit hava fingið nýggjan venjara, og hann veit, hvat hann vil. Ein av trupulleikunum hjá honum og okkum er kanska, at liðið sum heild ikki hevur ta samanseting- ina, sum tað hevði verið ynskiligt, tá ið hugsað verður um aldur og rutinu. Einasti føroyski spælarin, sum ikki kann roknast at hoyra til tað yngra ættarliðið í fótbólti, er Agnar Højgaard. Hann hevur ikki spælt tey seinastu árini, men nú er hann byrjaður aftur, og vit eru fegnir um at hava fingið hann aftur til Skála, eftir at hann m. a. hevur roynt seg í GÍ. Í fleiri dyst- um í bólkaumfarinum í steypa- kappingini havi eg verið einsa- mallur í álopinum. Eg eri 22 ára gamal. Teir báðir aftanfyri meg hava verið Bogi Gregersen – vit eru javngamlir – og so Hanus Thorleifsson, sum ikki verður átjan fyrr enn í desember. Pauli G. Hansen plagar eisini at spæla í hesum plássinum. Hann er eisini javngamal við meg, sigur Jónhard Frederiksberg. Í fjør gekk leingi sera striltið hjá Skála. Men so glapp, og fram ímóti kappingarenda vunnu teir tríggjar ferðir. – Tað kunnu vera fleiri frá- greiðingar upp á, at tað broyttist. Ein er, at vit tá spældu ímóti lið- unum, sum vit kappaðust við fyri at sleppa undan niðurflytingini. Men brádliga var tað nógv stutt- ligari at spæla. Tá bar tað til, um ikki hevði borið til frammanund- an, vit fingu mál upp á møguleik- arnar, sum vit ikki høvdu skorað uppá, og harvið øktist sjálvsálitið. Men tað var ivaleyst júst hetta, sum vit vóru inni á við stabiliteti- num, ið gjørdi seg galdandi. Tí er tað torført at siga, hvussu tað fer at hilnast hjá okkum. Men tað er greitt, at tað verður strevið, sigur skiparaskúlanæmingurin, sum fyri tað mesta higartil í ár hevur verið rættuliga einsamallur í Skála álopinum. Skiparaskúlanæmingur er einsamallur á toppinum Jónhard Frederiksberg fekk í vetur landsliðsboð, og hann fer at kenna tað sum ein heiður, um hann aftur verður boðsendur, men í gerandisdegnum hugsar hann í fótbólti fyrst og fremst um Skála og møguleikarnar at yvirliva í fremstu røð – Tað er torført at siga, hvussu tað fer at hilnast hjá okkum. Men tað er greitt, at tað verður strevið, sigur Jónhard Frederiksberg, sum fyri tað mesta higartil í ár hevur verið rættuliga einsamallur í Skála álopinum. Mynd: Álvur Haraldsen 2003 2003