týsdagur 1. apríl 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
41
C
M
Y
K
41
40
EL-ÍDNAÐUR
Vilmund Jacobsen
P/F El-Service hevur heim-
stað á Skála og sambært
eigarunum, hevur tað ikki
víst seg at vera nakar
trupulleiki at reka eina nú-
tímans fyritøku á bygd.
– Vegasambandið millum
bygdirnar í Eysturoy, Streym-
oy og á Vágoynni er gott.
Eisini er gott ferjusamband
til Norðoyggjar og Sand-
oynna.
Einasti trupulleiki, vit
hava, er at koma til og úr
Suðuroy. Men her er stór
broyting á veg.
Felagið vísir á, at tá ið
nýggi Smyril kemur, verður
munin skjótari at ferðast,
og væntandi verða eisini
fleiri fráferðir, soleiðis at
Suðuroyggin verður tættari
at meginøkinum.
Føroysk arbeiðsmegi
Í løtuni starvast 40 fólk hjá
El-Service.
– Ein stórur partur av
fólkinum er knýtt at uttan-
landsdeildini hjá fyritøk-
uni. Hini starvast á fram-
leiðslu-, innleggjara-, eld-
sløkki- og frálandadeild-
unum.
Felagið leggur stóran
dent á at brúka føroyska ar-
beiðsmegi, eisini tá ið ar-
beitt verður uttanlands.
– Hetta vilja vit, hóast
okkara myndugleikar av-
gjørt ikki hava givið før-
oyskum fyritøkum serliga
góðar umstøður at arbeiða
undir uttanlands.
El-Service sigur, at sjálvt
um farið verður av landi-
num at seta føroyska fram-
leiðslu fyri miljónir í út-
lendsk skip, og nógvur pen-
ingur harvið verður førdur
til landið, so eru treytirnar
at virka undir als ikki nóg
góðar.
– Higartil hava vit – í harð-
ari kapping við útlendskar
fyritøkur – fingið nógvar
uppgávur uttanlands. Men
um politiski viljin í Føroy-
um ikki broytist rætta veg-
in, er ivasamt, hvussu kapp-
ingarførið verður í framtíð-
ini, sigur felagið.
Góðskustýring
og útbúgving
Sum lið í at betra dygdina,
fekk El-Service í juli 1999
ISO-9001 góðkenning, sum
fevnir um konstruktión og
framleiðslu av el-talvum.
Felagið miðjar nú eftir, at
hinar deildirnar sum frá líð-
ur fáa somu góðkenning. Í
november 2002 fekk El-
Service uppdaterað ISO-
9001 til 2000 skipanina.
– Nú verður arbeitt við at
fáa trygdar- og umhvørvis
góðkenning, sum eisini er
eitt krav fyri at koma inn í
frálandavinnuna.
El-Service leggur stóran
dent á at útbúgva starvs-
fólkið, tá ið farið verður í
gongd við nýggjar uppgáv-
ur. Eisini verður starvsfólk-
ið javnan sent á skeið fyri at
dagføra vitanina hjá starvs-
fólkunum.
– Tað er umráðandi fyri
starvsfólkið og fyri felagið,
at vit hava dagførdan kunn-
leika, soleiðis at vit kunnu
veita eina so góða tænastu
sum gjørligt.
24 skip síðan 1995
El-Service sigur, at Bressay
Bank, ið er nýbygningur,
sum er bygdur tll Frak-
lands, er átjanda skipið,
sum felagið hevur bygt
saman við donsku skipa-
smiðjuni síðan 1995. 11 av
skipunum eru bygd í Skag-
en. Hini sjey eru bygd í so
fjarskotnum londum sum
Ghana, Kambodia og Viet-
nam. Felags fyri øll pro-
jektini er, at so skjótt, sum
sáttmáli er undirskrivaður,
verður farið undir projekt-
ering og framleiðslu av el-
útbúnaðinum, sum síðan
verður fluttur til skipa-
smiðjurnar.
– Samstundis fara føroy-
skir handverkarar avstað til
tess at fyrireika el-arbeiðið
umborð. Gjøgnum tað hálva
árið, tað tók at byggja Bres-
say Bank, hava 16 føroysk
arbeiðspláss verið á skipa-
smiðjuni í Skagen. Um-
framt hesi 16, eru trý ar-
beiðspláss knýtt at fram-
leiðsluni alt árið.
Felagið sigur, at í sama
tíðarskeiði, sum hesi 18
nevndu skipini eru bygd,
eru seks skip bygd á Tórs-
havnar Skipasmiðju, har
El-Service hevur havt el-ar-
beiðið um hendur.
Heimamarknaðurin
Hóast størsti parturin av
framleiðsluni hjá El-Service
verður
útfluttur,
hevur
heimamarknaðurin ein sera
týðandi leiklut.
– Miðalaldurin á føroy-
ska skipaflotanum gerst
sum kunnugt eldri fyri
hvørt ár, ið fer. Sjálvt um
tað hevur gingið væl hjá
flestu skipum seinnu árini,
hava ráðini ikki verið at
bygt nýggj skip enn. Tí
verða gomlu skipini heldur
umvæld. Fleiri skip hava
bøtt um el-skipanina um-
borð. Høvuðs-og undirtalv-
ur verða skiftar út við
nýggjar og harvið tryggari
talvur, og ávaringarskipanir
verða umvældar ella endur-
nýggjaðar.
Felagið sigur, at fram-
leiðslan av ávaringarskipan-
um fevnir um heilt vanligar
ávaringartalvur, PC-ávar-
ingar, digital-panel, eld-
ávaringarskipanir v.m.
– Eitt nú umborð á Bres-
say Bank er ein skipan, sum
er PC-kombinerað við van-
ligari ávaringarskipan. Tað
merkir, at ein, sum ikki er
kringur í teldutøkni, kann
brúka tað vanligu skipan-
ina. Ein viðlíkahalds skrá
er innbygd í skipanina, so-
leiðis at maskinmeistarin
fær útskrift av teimum
eykalutum, hann skal bí-
leggja, áðrenn lutirnir eru
fyrigingnir.
El-Service sigur, at skip-
anin kann útbyggjast so-
leiðis, at tekniski stjórin
fær hesar upplýsingar inn í
eina skipan á skrivstovuni.
– Soleiðis kann hann
biðja um tilboð og bíleggja
eykalutirnar í góðari tíð,
áðrenn skipið skal til um-
vælingar. Hetta merkir, at
leiðslan kann gera eina við-
líkahalds ætlan.
Dygdargóðar
høvuðstalvur
El-Service, sum framleiðir
allar støddir av talvum, sig-
ur, at høvuðstalvurnar verða
framleiddar við sera góðari
dygd.
– M/S Neptune, sum er
ein av okkara nýbygningum
í ár, hevur eina sera framm-
komna skipan, sum er inn-
El-Service – ein nútímans fyritøka
P/F El-Service á Skála fer at royna seg í frálandavinnuni.
Fyritøkan er skrásett í útlendskum veitaraskráum, sum
er eitt av krøvunum fyri at bjóða seg fram.
– Ætlanin hjá okkum er at byrja við at samstarva við
útlendskar fyritøkur, sum hava royndir á økinum. Talan
verður í fyrsta lagi um smærri uppgávur, men sum frá
líður, ætla vit at átaka okkum størri arbeiðir.
Felagið heldur, at tær royndir, sum fólkið í fyritøkuni
hevur frá skipabygging, eru eitt gott grundarlag at
byggja á
bygd
í
høvuðstalvuna.
Hendan skipan kallast,
PMS-system. Tá ið skiparin
hevur brúk fyri meira effekt
til trolspølini, starta ljós-
motorar upp og synkroni-
serast sjálvvirkandi inn á
høvuðstalvuna. Tá ið hann
er liðugur við trolspølini,
fer ljósmotorurin útaftur av
talvuni og steðgar. Tað er
ikki neyðugt hjá maskin-
manninum at fara frá til at
starta og sløkkja ljósmotor-
ar. Eisini hevur skiparin
møguleikan at brúka aksil-
generatorin sum el-motor
fyri at hjálpa høvuðsmotori-
num at dríva skrúvuna.
Brúk er serliga fyri hesum,
tá ið skipið trolar, og tá ið
siglt verður til og frá fiski-
skapi.
Á henda hátt fær skipið
størri tógorku og meiri orku
at sigla við.
El-Service sigur, at um-
rødda skipanin kann setast í
gomul skip, um gearið klár-
ar effektina.
– Talvurnar verða liðugt-
gjørdar á verkstaðnum og
royndarkoyrdar. Vit hava
installerað tveir ljósmotor-
ar, so vit kunnu royna syn-
kronisering v.m., áðrenn
talvurnar fara út av okkara
verkstaði, sigur felagið.
Høvuðstalva til Smyril
Sum úrslit av teimum
drúgvu royndunum við út-
flutningi av el-útbúnaði,
hevur El-Service fingið til
uppgávu
at
framleiða
høvuðstalvuna til nýggja
Smyril. Hetta er samstundis
størsta talvan, sum er bygd
í Føroyum. Samlaða longd-
in á talvuni er 14,3 metrar.
– Talvan til nýggja Smyril
er tvær ferðir so stór, sum
tær, ið vit gera til teir størru
trolararnar og nótaskipini.
Talvan verður framleidd á
Skála og verður síðan send
til skipasmiðjuna í Spaniu,
har Smyril verður bygdur.
El-Service vísir á, at tá ið
skipið kemur til Føroya, er
høvuðstalvan framleidd í
Føroyum, og hetta verður
ein fyrimunur, tá ið eyka-
lutir skulu útvegast í fram-
tíðini.
– Við høvuðstalvuni um-
borð á nýggja Smyrli,
kunnu vit eisini vísa útlend-
ingum á, at vit kunnu levera
slíka útgerð á hædd við aðr-
ar, sigur felagið.
Halon skal burtur
Umborð á flestu skipum í
heiminum verður evnið
»halon« brúkt til at sløkkja
eld við. Trupulleikin við
halon er, at evnið er sera
umhvørvisskaðiligt. Tí eru
sløkkiskipanir við halon nú
bannaðar um allan heim.
Tíðarfreistin at skifta skip-
aninar út, er í flestu londum
sett til ársbyrjan í ár 2001. Í
Føroyum er ikki enn støða
tikin til, nær halon-skipanir
skulu burtur. Hava skip ikki
eina góðkenda sløkkiskip-
an umborð, fær skipið ikki
loyvi at sigla. Tí er at vóna,
at skipini skifta halon-skip-
aninar út í góðari tíð. Tað
kemur eisini fyri, at skipan-
inar verða útloystar av
ósketni. Hetta kann hava
óhepnar avleiðingar við
sær, ikki minst peningaliga,
tá ið skipið noyðist at
liggja, til nýggj sløkkiskip-
an er ísett.
El-Service bjóðar skipum
og virkjum á landi sløkki-
skipanir, sum brúka evnið
»argonite« at sløkkja eld
við. Evnið, sum inniheldur
50% argon og 50% nitro-
gen, er ikki skaðiligt.
– Við at leiða argonite
inn í eitt afturlatið rúm,
fellur iltinnihaldið í luftini
úr teimum 21% niður um
11% eftir stuttari løtu – og
harvið verður eldurin køvd-
ur. Fólk kann uttan trupul-
leikar verða inni í rúmi-
num, meðan eldurin verður
sløktur. At argonite ikki er
skaðiligt, er høvuðsorsøkin
til, at evnið verður tikið
fram um eitt nú CO2, sum
er lívshættisligt at anda í
seg, veit El-Service at siga.
Frálandavinna
P/F El-Service á Skála fer
at royna seg í frálandavinn-
uni. Fyritøkan er skrásett í
útlendskum veitaraskráum,
sum er eitt av krøvunum
fyri at bjóða seg fram.
– Ætlanin hjá okkum er
at byrja við at samstarva
við útlendskar fyritøkur,
sum hava royndir á økinum.
Talan verður í fyrsta lagi
um smærri uppgávur, men
sum frá líður, ætla vit at
átaka okkum størri arbeiðir.
Felagið heldur, at tær
royndir, sum fólkið í fyri-
tøkuni hevur frá skipabygg-
ing, eru eitt gott grundarlag
at byggja á.
– Við nevndu ætlanum í
huga, eru vit farin inn í ár
2003. Vit vóna, at fyritøkan
kann halda fram at menna
seg til eina enn betri fyri-
tøku – eina fyritøku, sum í
verki kann vísa á, at føroy-
ingar uttan trupulleikar
kunnu standa seg í kapp-
ingini við útlendskar fyri-
tøkur, bæði tá ið talan er
um projektering, framleið-
slu og installatiónir, sigur
P/F El-Service á Skála.
El-Service heldur til í hesum bygninginum á Skála.