týsdagur 1. apríl 2003síða 22
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
43
JÓANNES HANSEN
Í føroyskum fótbólti hava tað altíð
verið nøkur stór feløg og so hini.
Feløgini, sum altíð hava verið í
fremstu røð, eru KÍ og HB. B36
hevur altíð verið mett at hoyra
heima millum størstu feløgini.
Hjá onkrum av hinum feløg-
unum hevur tað gingið skeiva
vegin, og hjá øðrum hevur tað
gingið rætta vegin. Serliga í Eyst-
uroy hevur tað gingið rætta vegin
hjá fleiri.
Nýggjasta felagið, sum tað av
álvara tykist hava gingið rætta
vegin hjá, er EB/Streymur. Tá ið
EB og Streymur kastaðu saman
fyri tíggju árum síðani, var tað so
at siga av neyð. Bæði liðini vóru í
2. deild, men tað var sera tepurt
við fólki. Í staðin fyri at kríggjast
ímóti hvørjum øðrum valdu
ábyrgdarfólkini at ganga saman. Í
fyrstu atløgu gekk væl, og liðið
flutti upp í 1. deild. Men so flutti
EB/Streymur niður aftur, og eitt
skifti tóktist tað sum um, at eingin
nytta ella vinningur hevði verið í
samanrenningini.
Tey seinastu árini er ivin um,
hvussu rætt tað var at leggja sam-
an, minkaður, og nú munnu tey
vera fá, sum høvdu atkvøtt fyri, at
feløgini skuldu tikið felagsliðið
burturúr kappingini. Í 2000 vann
EB/Streymur sannførandi 2. deild,
og síðani hevur gingið fótbóltsliga
og skipanarliga framá, hóast enda-
liga úrslitið í fjør ikki var, sum tað
leingi varð roknað við.
Flestu spælararnir á besta lið-
num eru ættaðir úr Sundalagnum
ella av Eiði og har á leið. Saman
við hesum monnunum mynda
fýra eystureuropearar og tveir aðr-
ir liðið.
Pólverjarnir eru tríggir. Piotr
Krakowski er venjari, og Andrzej
Pazek og Marek Vierzbicki eru
veteranar úti á vøllinum. Piotr og
Marek komu í síni tíð til B71,
sum teir vóru við til at gera til
meistarar. Pazek kom til Klaks-
víkar, har hann var við til at gera
KÍ til meistara. Nú eru teir allir í
EB/Streymi.
Sorin Anghel kom í 2001 úr
Rumenia. Hann fall sera væl til
og er mest sum vorðin partur av
lokalsamfelagnum. Saman við út-
lendingunum eru Gunnar á Steig
úr Klaksvík og Magni á Lakjuni,
sum er ættaður úr Fuglafirði, og
sum býr í Havnini, og so er talan
um í aldri góða blanding av spæl-
arum, ið eru uppvaksnir í EB og
Streymi, og sum nú mynda
EB/Streym. Lítil ivi man vera um,
at felagsliðið eisini komandi árini
fer at vera við til at mynda bestu
deildina.
Málverjar
Gunnar á Steig
18/-42 (0-0)
KÍ
Sámal Jóhan Samuelsen
Verja
Hallur Jacobsen
15/0 (4-0)
Andrzej Pazek (PÓL)
16/1 (2-0)
KÍ
Egil á Bø
B36
Esmar Eiðisgarð
7/0 (1-0)
Eyðfinnur Joensen
11/2 (0-0)
Christian Carlsson
14/0 (3-1)
Vinjard Dam
16/2 (3-0)
Miðvøllur
Hans Pauli Samuelsen
18/1 (2-0)
Marni Djurhuus
18/1 (0-0)
Jákup Martin Joensen
1671 (5-0)
Marek Vierzbicki (PÓL)
B71, FS Vágar, KÍ, VB, ÍF
Ronnie Samuelsen
15/4 (5-0)
B36
Bárður Olsen
7/0 (0-0)
Brian Olsen
Teitur Joensen
16/0 (0-0)
Álop
Magni á Lakjuni
ÍF, B36
Ingi Hansen
3/1 (1-0)
Jóhan á Stongunum
2/0 (0-0)
Sorin Anghel (RUM)
14/3 (3-0)
Tilgongd
Egil á Bø
18/5 (1-0)
B36
Magni á Lakjuni
18/5 (2-0)
B36
Marek Vierzbicki (PÓL)
14/3 (1-0)
VB
Frágongd
Knút Vesturtún
11/0 (0-0)
Givin
Jón Sigurd Gleðisheygg
7/0 (1-0)
Givin
Alfred Jacobsen
4/0 (0-0)
Givin
Oddvin Zachariassen
4/2 (0-0)
AB
Andreas Joensen Dahl
4/0 (0-0)
Givin
Jóhan Lützen
3/0 (0-0)
Uttanlands
Eyðstein Jacobsen
1/0 (0-0)
Givin
Venjari
Piotr Krakowski (PÓL)
EB/Streymur
Stovnað: 23.01.1993
FO-470 Eiði
Tlf. 423185 og 423255
Formaður: Olaf Fríðheim
Meistarar: Ongantíð: Besta úrslit, nr. 8 í 1. deild í 2001
Steypavinnarar: Ongantíð
Greipuvinnarar: Ongantíð
Í 1. Deild (4 ár): 1994 og 2001-
Í Europa: Ongantíð
Leikarahópur
Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði.
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Felagsliðið hevur styrkt um
sína støðu
At EB/Streymur er partur av bestu
fótbóltsdeildini verður ikki longur mett at vera
bara ein parantes millum fleiri aðrar
Veteranurin í miðverjuni
heldur stóran mun vera á
fyrsta liðnum hjá
EB/Streymi, sum royndi
seg í 1. deild, og liðnum,
sum hann nú er partur av
JÓANNES HANSEN
Tá ið EB/Streymur í 1993 endaði
næstfremst í 2. deild og í 1994
fyrstu ferð royndi seg í 1. deild,
var Egil Zachariassen ein av stuð-
ulsspælarunum. Hann var álops-
spælari. Fyrsta royndin í 1. deild
var bara hetta eina árið. Eftir nið-
urflytingina fór Egil úr EB/-
Streymi. Í 1995 flutti hann niður
við NSÍ. 1996-1998 var Egil á ÍF-
liðnum, sum var í 1. deild, og tey
síðstu fýra árini hevur hann verið
í B36.
Nú er Egil aftur í EB/Streymi.
Sammett við fyri níggju árum síð-
ani er hann ikki álopsspælari men
verjuspælari, og hann eitur ikki
Zachariassen men á Bø.
– Talan er um gamalt staðar-
navn í Vík. Abbi mín varð nevnd-
ur Hans Pauli á Bø, sigur Egil, sum
sjálvur er ættaður úr Streymnesi
og býr í Havnini. Umframt Egil
búgva fleiri aðrir EB/Streyma
spælarar í høvuðsstaðnum: Magni
á Lakjuni, Ronnie Samuelsen,
Jákup Martin Joensen, Ingi Han-
sen og eisini venjarin Piotr Kra-
kowski búgva í høvuðsstaðnum.
Í EB/Streymi venja teir fýra
ferðir um vikuna. Piotr koyrir
norður hvørja ferð, meðan hinir
spælararnir bara koyra úr Havnini
og til Eiðis tvær ferðir um vikuna.
Teir venja eisini í Havnini eftir
skrá, sum venjarin leggur til rætt-
is. Hetta kann neyvan vera opti-
malt, men hetta tykist vera prísur-
in fyri at fáa góðar og royndar
spælarar norður til Eiðis at spæla.
Heilt øðrvísi lið
Tá ið vit spyrja Egil á Bø, hvussu
hann sammetir liðið, sum hann nú
er partur av, við tað liðið, sum við
Páll Guðlaugsson sum venjara var
í 1. deild í 1994, so heldur hann, at
liðið, sum teir hava í dag, er nógv
betri:
– Fyri tíggju árum síðani høvdu
vit fleiri evnaríkar spælarar. Men
fyritreytirnar vóru ikki tær somu
sum nú. Vit høvdu grúsvallir í
Streymnesi og á Eiði, meðan hini
feløgini vandu og spældu á gras-
líkisvallum. Nú hava vit ein góð-
an graslíkisvøll á Eiði, og um-
støðurnar kring vøllin eru góðar.
Tá vóru vit næstan allir rættuliga
ungir. Stóra navnið hjá okkum var
Bergur Magnussen, sum hevði
spælt í B36, og sum tískil var roynd-
asti spælarin. Men hann var nógv
skaddur. Hinir spælararnir vóru
allir rættuliga ungir, og eingin
hevði royndir av at spæla í 1. deild.
Egil vísir á, at á liðnum, sum
hann nú er partur av, eru nógvir
spælarar við nógvum royndum,
og at blandingin við ungum og
evnaríkum spælarum er rættuliga
góð.
– Vit hava staðið okkum væl í
steypakappingini. Málið er at
røkka betri endastøðu í lands-
kappingini hesa ferð, enn 9. pláss-
ið, sum EB/Streymur endaði á í
fjør. Eg haldi, at vit hava fólkið til
tað. Sjálvandi hava vit onkrar
lyklaspælarar, sum liðið illa kann
vera fyri uttan. Men breiddin er
væl størri nú, enn hon var fyri 9-
10 árum síðani. Talan er um fleiri
enn tjúgu spælarar, sum hava
roynt seg í 1. deild, og vit hava
fleiri spælarar, sum kunnu røkja
somu uppgávuna, uttan at liðið
viknar nakað serligt, um tað er ein
ella hin, sum er á liðnum, sigur
Egil á Bø.
Verjuspælari skorar
nógv mál
Egil var álopsspælari, tá ið hann
síðst var í 1. deild saman við EB/-
Streymi. Tá ið teir í 1993 spældu
seg til uppflyting, var hann topp-
skjútti á liðnum við átta málum. Í
1994 fekk EB/Streymur átjan mál
í 1. deild. Tá eru tey trý, sum teir
fingu á Eiði í dystinum ímóti ÍF
tald við. Seinni vann EB/Streym-
ur øll stigini á skrivaraborðinum,
og tá var málmunurin broyttur til
0-0. Tí eru málini hjá EB/Streymi
í endaligu uppgerðini fyri hetta
árið fimtan og ikki átjan.
Bergur Magnussen var topp-
skjútti við seks málum. Hinir
málskjúttarnir vóru Ingi Hansen,
Jákup W. Hansen, Conrad Joen-
sen, Jákup Martin Joensen (2 mál),
og Ólavur Høghamar, Jeffrei
Joensen, Tummas Joensen og
Finnbjørn Zachariassen. Umframt
Egil eru Ingi og Jákup Martin á
liðnum í ár.
Hóast hann fyri tað mesta var
framrættaður miðvallari og álops-
maður, so eydnaðist tað ikki hjá
Egili at fáa mál í 1994. Hann hev-
ur altso framvegis til góða at
skora mál fyri EB/Streym í 1.
deild í landskappingini.
Men Egil hevur síðani hann fór
úr EB/Streymi skorað 31 mál í 1.
deild. 2 í 1995, 5 í 1996, 7 í 1997,
4 í 1998, 2 í 1999, 5 í 2000, 1 í
2001 og 5 í 2002.
Hóast tú hevur skorað nógv
mál, so hevur tú tey síðstu árini
verið verjuspælari, og tað ert tú
framvegis?
– Tá ið eg kom til B36, var tað
trongligt í álopinum, har serliga
Jákup á Borg og John Petersen
vóru boð upp á fremstu plássini.
Tomislav Sivic var venjari. Hann
setti meg í miðverjuna, og har
havi eg verið síðani, sigur Egil á
Bø, ið sum miðverji hevur skorað
fimm mál í 2000, eitt í 2001 og
fimm í fjør. Tey flestu av mál-
unum hevur hann skorað eftir
deyðbóltsstøður, tá ið hann hevur
verið undir málinum hjá mót-
støðuliðnum og víst evnini at vera
á rætta staðnum røttu løtuna. Eitt
av málunum í fjør var brotsspark.
Kann tað hugsast, at tað verður
í álopinum, at tú fert at gera um
teg í ár?
– Higartil hevur leikluturin ver-
ið tann sami, sum hann hevur ver-
ið í B36 tey seinastu árini. Eg
havi spælt saman við Pazek. Piotr
er venjari. Hann hevur verið venj-
ari hjá mær í B36 tey seinastu ár-
ini, so hann veit, um og hvar eg
kann brúkast. Og so skulu vit ikki
gloyma, at vit í EB/Streymi hava
góðar álopsspælarar. Sorin og
Hans Pauli hava verið har frammi
í ár, Magni og Ingi eru gamalir
álopsspælarar, og onkrir av hinum
ungu hava eisini dygdir sum
álopsspælarar. So tað verður iva-
leyst í verjuni, at eg fari at spæla.
Men harvið er ikki sagt, at eg –
eins og undanfarnu árini – fari
framvið, tá ið talan verður um
deyðbóltsstøður, og so mugu vit
vóna, at tað fer at eydnast at skora
í landskappingini fyri EB/Streym
í 1. deild, sigur Egil á Bø.
Egil aftur á heimabeitinum
– Tá ið eg kom til B36, var tað trongligt í álopinum, har serliga Jákup á Borg og John Petersen vóru boð upp á fremstu plássini. Tomislav Sivic var venjari. Hann setti
meg í miðverjuna, og har havi eg verið síðani, sigur Egil á Bø, sum nú spælir fyri EB/Streym.
Mynd: Álvur Haraldsen
Lítil ivi man vera
um, at felagsliðið
EB/Streymur eisini
komandi árini fer
at vera við til at
mynda bestu
deildina.
Mynd: Álvur Haraldsen
2003
2003