Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juni 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 106 — 6. juni 1992 Samstarvið millum Eysturlandið og Før- Oyar ein fyrimynd Tað eru liðin 18 ár, síðani rutusiglingin millum Havnina og Seydisfjórð byrjaði. Hetta hava verið 18 góð ár, sum hava havt við sær framburð á fleiri ókjum ikki minst á Eyst- urlandinum. Hósdagin var hugnalig samkoma umborð á Norrønu fyri bæði islending- um og fóroyingum, sum vóru við til at leggja lunnar undir ferðasambandinum millum Føroyar og Ísland. -Samstarvið milllum Eysturlandid og Føroyar átti at verið ein fyrimynd fyri øðrum samstarvi millum føroyingar og íslendingar nú vit små- tjóðir í Norðuratlants- havi skulu til at standa meira saman. Hetta segði Tummas Arabo, landsstýrismaður og ein av stigtakarunum til samtarvið millum mu Eysturlandid i Islandi og Føroyar å eini samkomu umbord å Norrønu i Seydisfirði hósdagin. Tummas Arabo var ein av mongum innbodnum, sum vóru við á fyrsta túrinum hjá Norrønu, nú Smyril Line fór undir 10. árið í hesi sigling. Á samkomuni umborð á Norrønu í Seydisfirði vóru eisini nógvir íslendingar, sum saman = HU % % + á monne — SM YR |L- LINE við Tummasi Arabo bóru fram lukkuynski fyri tad avbera góða samtarvið, sum hevur verið nú í samfull 18 ár millum fólkið á Eysturlandinum og føroyingar. 18 ár liðin Tað eru í ár heili 18 ár táverandi síðani, at í vikuni Norrøna við bryggju á Seydisfirði stjórin á Strandferðsluni, Tummas Arabo og táver- andi landsstýrismaður í samferðslumálum Finn- bogi Ísaksok tóku stig til hetta samstarvið. Fyrstu nógvu árini røkti Smyril siglingina, og seinni tók Norrøna so við. Tummas Arabo helt fyri å samkomuni, at tad kennist heimaftur, tå ein vitjar i Seydisfirdi. sum at koma -Eg havi altid kent meg væl her hjå tykkum og eg væni so inniliga, at tað sera góða samstarvid, sum verið hevur millum fólkið her á Eysturland- inum og føroyingar kann verða brúkt sum fyri- "HEEL 114588844000 mynd fyri samstarv millum Føroyar og Is- land sum heild. Landsstýrismaðurin helt fyri, at tað í dag er lørvur at menna sam- starvið millum bæði londini, og hann vónaði ikki, at smálutir fóru at seta kílar í royndirnar at menna umrødda samtarv. 5 fíggjarstjóranum