leygardagur 6. juni 1992síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LS: |
- -
tíðindahlaðið
LO1ndadiaðl0
2 Lagt til rættis:
Fr Oddbjørg
Í Poulsen
Hvitusunna
Jesus var deydur og jardadur, og reis upp-
aftur tridja dagin.
40 dagar gingu nú til Hann før til Himm-
als. Í hesi tid vísti Jesus seg fleiri ferðir fyri
lærusveinunum. Beint áðrenn Hann fór til
Himmals, segði Hann við lærusveinarnar, at
teir skuldu fáa kraft tá Heilagi Andin kom
yvir teir.
Hetta lovaði Hann áðrenn Hann fór. Og
tað sum Jesus lovar, tað fer at henda. Tí
Hann lýgur ikki.
Soleiðis var tað eisini við Heilaga Andan-
um. Tá ið nú Hvítusunnudagur kom, 10 dag-
ar eftir at Jesus var farin til Himmals, kom
knappliga ljóð av himli. Tungur eins og av
eldi settu seg á hvønn av teimun,, sum vóru
har, og tey vóru fylt av Heilaga Andanum og
fóru at tala onnur tungumál.
Tað sum Heilagi Andin eisini ger fyri okk-
um er, at hann hjálpir okkum at:
Læknastarv
við
Ellis- og Avlamisheimið
í Vágum
Starvið sum lækni við heimið verður
hervið lýst leyst at søkja. Sáttmáli fyri-
liggur viðvíkjandi læknaskipanini við
heimið. Umsókn verður at stíla til stýrið
og sendast til heimið í seinasta lagi 30.
„juni 1992.
» z” -
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frå ki. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
undir Pisuvarða 2. eila á tíf. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá kl. 15.30—7.00 á morgni.
Nr. 106 — 6. juni 1992
Hjálparmaður
søkist fyri summarið.
TIf. 11961 ella 14966
Marsvín
Par ynskist til keyps.
Tlf. 52 143.
Summarfrí
Sagt verður frá, at Landsskúlafyrisiting-
in verður stongd vegna summarfrí í
tíðarskeiðnum 11. juni til 3. august
1992.
Landsskúlafyrisitingin
Viðvíkjandi
sjovinnubrøvum
Sagt verður frå, at Landsskúlafyrisiting-
in verður stongd vegna summarfrí í tíð-
arskeiðnum 11. juli til 3. august 1992.
Tey, ið ætla at útvega sær sjóvinnu-
bræv í nevnda tíðarskeiði, mugu sostatt
gera hetta innan 11. juli.
Landsskúlafyrisitingin
Tvangsauktion
over løsøre
Efter begæring af kurator Jógvan Páll
Lassen på vegne af konkursboet afhold-
es der på dommerkontoret i Torshavn
Torsdag den 11. juni 1992 kl. 11.00
tvangsauktion over
a) ringar nr. 1— 4 við tilhoyri
b) ring nr. 5 vid tilhoyri
c) ringar nr. 6— 7 við tilhoyri
d) ringar nr. 8—10 við tilhoyri
e) ringar nr. 11—15 vid tilhoyri
f) ringar nr. 16—27 vid tilhoyri
g) fiskur í alibrúkinum
h) AQVAMARINE fóðurskipan við til-
hoyri
Tilhørende P/F Norlax under konkurs.
De opfordres til at møde og varetage
Deres interesser samt medbringe op-
gørelse over Deres fordring pr. auktions-
dagen.
Færøernes fogedret,
den 22.04.92
Ole G. Olesen
dfm.
Hvitusunna
Tå hvitusunnan komin var
teir lærusveinar saman
i einum staði vóru har
— kom brádligt dun av Himli
sum tá harðveður brestur á,
— og Halgi Andi fylti tá
tað húsið, har teir sótu.
Og fyri teimum sýnust tungur,
— líkar eldri vóru,
sum skiltust sundur,
settu seg — á ein og hvønn tær fóru.
Og fylling Halga Andans tá
at tala onnur tungumál
frá Andanum teir fingu.
Fólk ollum tungumálum á
— hvers bústaður har stendur,
og mannamúgvan saman kom
— hon sera bilsin stendur.
Tey hoyrdu teir har tala tá
beint sinum egna máli á.
Um stórverk Guds teir tala.
Ja, hvussu ber nú hetta til,
teir okkar' mál frambera
— ti munnu ikki hesir menn
ur Galileu vera?
Av øllum tjóðum nær og fjar
fólk vóru komin saman har
— fólk yvir hetta undrast.
Har aðrir tosa talan tann
av spotti fult má vera.
Teir sogdu mannamúgvan
full av søtum vin' má vera.
Men Pætur fram á gólvið stóð
— Tit gevið minum orðum ljóð
— tit jødar her og hinir.
Ti ikki eru druknir teir,
sum tit teir halda vera.
Ti nú er dagur liðin so
— landsudurstid má vera.
Av Anda Minum sigur Gud
Eg á alt hold vil hella út
— tey skulu profetera.
Teir hoyrdu fleiri onnur orð
— samvitskan ring má vera.
Av hesum orðum var tað sum
tey sting í hjartað bera.
Teir spyrja Pætur, hinar við
— hver er vár rætta gerð? — tað sig.
Umvending, dóp — synd strikað.
Men hetta er so langt síðan,
fólk kanska vilja halda.
Tó sami Gud, sum ráddi fyrr,
Hann skal um ævir valda.
Um nakar er, sum trýr á Gud
og Krist, hann fær tann góða lut
— at hann skal frelstur verða.
J.