Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 24

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 47 Seinast vóru teir alt ov lættir, men nú hava vága- menn styrkt um hópin, sum á pappírinum er bæði sterkari og breiðari sam- mett við liðið, sum flutti úr fyrstu deild JÁKUP MØRK Tosið um felagsliðið í Vágunum tók seg av álvara upp av nýggjum, tá felagið í 2001 flutti úr bestu deildini. Tað var nú heldur ikki bara tað, at niðurflytingin var veruleiki, men heldur mátin, sum hetta hendi uppá. Í løtum var talan snøgt sagt um eyðmýking fyri leikararnar, og eitt nú var met- stóra 15-0 tapið fyri B36 av slík- um slag, sum als ikki hoyrir heima í bestu deildini. Hetta førdi við sær, at menn av álvara ivaðust í, hvørt felagsliðið hevði nakran sum helst møguleika at yvirliva. Um tað kanska ikki var betri, sum tað var fyrr, har bygdirnar í oynni høvdu hvør sítt lið, sum ofta ridlaðu ímillum til- verur í fyrstu og aðru deild. Semja bleiv tó um, at royna eina ferð afturat, og tað er einki at ivast í, at royndin hesa ferð varð nógv betri skipað, enn hon so ofta hevur verið fyrr. Umframt vanliga styrkin við útlendskum leikarum, sum mest sum øll føroysk feløg við árunum hava fingið, fóru vágamenn nevnliga eisini í ferð við at savna saman leikararnar, sum tey áður hava sæð skift úr felagnum. Streymurin varð at kalla vendur, og eitt nú vóru leik- arar sum Jens Erik Rasmussen og Bjarni Prior við á liðnum, sum í fjør vann seg syngjandi upp úr aðru deild, og í ár hava hesir so fingið felag av Jóhannis Joensen. Leikarar, sum vanliga hava verið settir í samband við oddin í føroy- skum fótbólti, men sum nú eru komnir at styrkja lokala felagið. Og tað er ikki bara leikliga, at hesir styrkja felagið. Einki er at ivast í, at sálarliga ávirkanin av hesum er stór. Á vøllinum kann teirra nærvera avgjørt vera góð hjá yngri og minni royndum leik- arum at stuðla sær at, og uttan fyri girðingina er einki at ivast í, at sponsorar og aðrir stuðlar fáa munandi øktan hug at hjálpa felagnum. Altso ein positiv ring- rás, sum tað nú ræður um at halda fast í hjá vágamonnum. Kunnu teir tað, so átti felagið so avgjørt at kunna lyft seg upp millum tey stóru í landinum, men tað er ein uppgáva, sum krevur bæði hart og drúgt arbeiði. Málverjar Jóhan á Mýrini 1/0 Jákup Joensen 12/3 Verja Alexander da Silva (BRA) 14/0 Jack Johansen Albert Ari Thomassen 12/0 Johannis Joensen 13/0 HB Sjúrður Ellefsen 13/1 Miðvøllur Hannus Olsen 13/1 Vladlens Osipov (LET) 17/3 Jens Erik Rasmussen 18/8 25/2 HB Rói Árting HB Elfinn Ørvarodd 13/2 Eyðfinn Fjallsbak 11/1 Ragnar Niclasen Ruslan Screlea (MOL) 14/4 Álop Birgir Joensen 9/1 Kim Poulsen 16/4 Bjarni Prior 18/8 B36 Petur Niclasen 1/0 Clayton do Nascimento (BRA) Tilgongd Johannis Joensen 17/1 (3-0) HB Rói Árting HB Frágongd John Johansen 16/4 Givin Sonni Johansen 15/2 Givin Arturas Ramouska 16 Uttanlands Venjari Jens Erik Rasmussen Vágamenn skulu aftur vigast Fótbóltssamtakið Vágar Stovna 18.12.1993 FO-360 Sandavágur Tlf. 333287/Fax 332335 Formaður: Árni Jacobsen Meistarar: Ongantíð. Besta úrslit 6. pláss í 1995 Steypavinnarar: Ongantíð Greipuvinnarar: Ongantíð Í 1. Deild (6 ár): 1995-97, 2000-01, 2003- Í Europa: Ongantíð Leikarahópur Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði. Navn Í fjør Landsdystir Áður spælt við Navn Í fjør Landsdystir Áður spælt við Vágamenn halda seg hava sterkari lið hesaferð, enn seinast teir vóru í 1. deild. Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK Meistaraheitið hjá HB var ikki meira enn komið til høldar, áðr- enn tað ljóðaði, at Jóhannis Joen- sen helst ikki fór at vera í reyð/svarta búnanum longur. Eftir sjey ára útlegd í Havnini, vóru lokalu røturnar aftur farnar at draga, og nakað seinni stóð eisini greitt, at skiftið til FS Vágar var veruleiki. Tá vit nú hitta sterka verjuleik- aran, og spyrja hann um orsøkina til skiftið, ásannar hann, at tað sjálvandi hevði nakað við lokalu kensluna at gera, men samstundis leggur hann áherslu á, at tað so ikki bara var talan um reina ideal- ismu. – Tað er í øllum førum so, at vóru teir ikki í bestu deildini, so var eg ikki farin her at spæla. Men tá tað er sagt, so haldi eg eis- ini, at nógv spennandi er hent í felagnum, síðani niðurflytingina fyri tveimum árum síðani. Ítróttarliga hevur leiðslan í felag- num satsa nakað, og nú verður málið so í fyrstu atløgu at stabili- sera seg í bestu deildin. Og í øll- um førum gera tað betri, enn tað varð gjørt seinast, heldur hann. – Eg var kanska eisini komin har til, at eg hevði tørv á eini broyting. Eg hevði verið sjey ár í HB, og har hevði eg sum so roynt alt tað, sum eg ynskti mær. Eg havi verið bæði føroyameistari og steypavinnari, og sjálvt um tað sjálvandi altíð er stuttligt, so blív- ur tú onkursvegna eitt sindur mettur. Tað skal ikki takast, sum eg á nakran hátt eri hástórur, men eg haldi, at støðan var soleiðis, at eitt meistaraheitið afturat í sjálv- um sær ikki hevði verið nakað mál. Tað hevði verið eitt gull- merki afturat, og so ikki nógv meira enn tað. – Hetta gjørdi so eisini, at eg nú hevði hug at royna nakað nýtt, og so er tað sjálvandi nærliggjandi at koma aftur til Vágarnar. Eg kundi helst eisini farið aðra staðni at spælt, men eg havi jú spælt her fyrr, og við undirsjóvartunlinum er ferðingin ikki longur nøkur forðing. Tað tekur ikki meira enn 20-25 minuttir at koyra til venj- ing, og tað er nú ikki so nógv meira enn fleiri fólk í Havn hava til arbeiðis. Álitið Og tá tosið so fellur inn aftur á liðið, sum nú aftur skal royna seg í bestu deildini, tykist tað eisini, sum um Jóhannis er hampuliga bjartskygdur. – Eg skal ikki siga, at vit fara at leggja okkum út í oddaastríðið, og tað haldi eg eisini, at vit eiga at gera okkum greitt. Fyrst og fremst ræður tað um hjá okkum at stabilisera liðið sum fastan part av bestu deildini. Tað ræður um at skapa álit á liðið. Bæði fyri at vit á tann hátt kunnu fáa lættari við at styrkja um hópin og halda egnum leikarum, og ikki minst fyri spon- sorarnar. – Tað er jú í veruleikanum ein roynd at skapa eina góða ringrás. Skalt tú vera við í oddinum, so kostar tað pening, men um spon- sorar og aðrir stuðlar ikki hava álit á liðnum, so hava teir ilt við at gera eina íløgu í hetta, og tá skap- ar tú eina ónda ringrás. – Júst tí er tað týdningarmesta hjá okkum at endurskapa álitið á Vágoynna í fótbóltshøpi. Tað er einki at ivast í, at potentialið er har, men tað í sjálvum sær er ikki nóg mikið. Landsliðið Umframt at hava vunnið heiðurs- merki av ymsum slag við HB, so hevur Jóhannis seinnu árini eisini verið millum føstu leikararnar í landsliðshópinum. Og fyri tað, um hann á pappíri- num nú er komin á eitt veikari lið, so er hetta ikki nakað, sum hann hevur ætlanir um at sleppa. – Tað haldi eg sum so ikki hev- ur nakað við liðið at gera. Fyri tað um tú spælir á einum oddaliðið, er tað einki garanti fyri, at tú ert nóg góður til landsliðið, og hin- vegin er einki til hindurs fyri ein- um landsliðssessi, um tú ikki ert á einum oddaliði. Sjálvur havi eg altíð hildið, at tað er avrikið á vøllinum, sum er avgerandi, og hvat venjingarstøðu viðvíkur, so haldi eg avgjørt, at vit eru væl við her vesturi. – Ikki soleiðis at skilja, at eg nærum skal tvíhalda um mín sess, tí í sjálvum sær er tað ikki nøkur vanlukku at missa ein landsliðs- sess, tá mann kortini hevur verið við so leingi. Men eg kenni meg framvegis at vera væl fyri, og verði eg úttikin, so ætli eg mær avgjørt at vera við har eisini, sigur Jóhannis Joensen at enda. – Eg var kanska eisini komin har til, at eg hevði tørv á eini broyting. Eg hevði verið sjey ár í HB, og har hevði eg sum so roynt alt tað, sum eg ynskti mær, sigur Jóhannis Joensen, sum nú spælir fyri FS Vágar. Mynd: Álvur Haraldsen Tað ræður fyrst og fremst um at bíta seg fastan í bestu deildini, soleiðis at álitið á liðið kann endurbyggjast, heldur Jóhannis Joensen, sum nú aftur er at síggja í FS Vágum Við til at endurskapa álitið 2003 2003